← Løgtingsmál

52-029/2019

Als-útgjald til fiskimenn, tá skip teirra verður lagt vegna umvælingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. des. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
029.19. Svar fra H. Abrahamsen til B. Sandoy - Als-utgjald til fiskimenn.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
1 / 3
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
uppá
fyrispurning nr. 29/2019 frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, um ALS-útgjald til fiskimenn, tá skip
teirra verður lagt vegna umvælingar.
Spurningurin var soljóðandi:
1) Vísandi til § 2 í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna
umvælingar, er tað so framvegis ein treyt fyri at fáa ALS-útgjald, at fiskifarið, ið ein
fiskimaður er við, skal hava veiðiloyvi?
2) Hvør er orsøkin til, at fiskimenn í hesi støðu ikki kunnu fáa útgjald, fyrr enn 30 dagar eru
farnir, meðan øll onnur fáa, tá 10 dagar eru farnir?
3) Hvør er orsøkin til, at fiskimenn í mesta lagi fáa útgjald í 60 dagar?
4) Vísandi til § 5, stk. 2 í kunngerðini, hvør er so orsøkin til, at hesar ásetingar bara eru
galdandi fyri okkara fiskimenn, og ikki fjøldina sum heild?
Svar:
Til nr. 1
ALS hevur tillagað krav av skjalprógvan av veiðiloyvi samsvarandi ásetingunum í lógini um fyrisiting
av sjófeingi og krevur tí ikki veiðiloyvi, men m.a. at skipið er heimahoyrandi í Føroyum.
Til nr. 2
Arbeiðsloysisskipanin hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri
bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska
arbeiðsmarknaðin.
§ 20 a í ALS-lógini er ein serskipan fyri fiskimenn, tí treytirnar fyri at koma undir skipanina eru
nakrar aðrar enn fyri at fáa vanliga arbeiðsloysisstuðulin. Tað serstaka fyri fiskimenninar er, at teir
ikki eru arbeiðsleysir, men framvegis hava eitt setanartilknýti til arbeiðsgevaran. Hesir hava sostatt
betri sømdir enn aðrir løntakarar at koma í Arbeiðsloysisskipanina.
Fiskimenn, ið eru uppsagdir ella hava sagt upp, koma inn í Arbeiðsloysisskipanina eins og allir aðrir
løntakarar og við somu treytum. Varðveita teir harafturímóti sítt setanartilknýti til arbeiðsgevaran,
meðan skipið er til umvælingar, fáa teir útgjald sambært serskipanini í § 20 a og tilhoyrandi kunngerð.

-- 1 of 3 --

2 / 3
Sambært ALS-lógini fáa øll, sum hava rætt til arbeiðsloysisstuðul, millum 2 og 10 bíðidagar. Um
inntøkan er 250.000 kr. ella minni, verða tveir bíðidagar roknaðir, og fyri hvørjar heilar 100.000 kr.
inntøkan hækkar, hækka bíðidagarnir við tveimum bíðidøgum, tó í mesta lagi 10 dagar.
Eisini er tað galdandi fyri bíðidagar, at mynstrar persónur, sum fær útgjald úr Arbeiðsloysisskipanini,
við skipi, og mynstringin er styttri enn ein mánað, verður ikki roknað við bíðidøgum. T.v.s. at
skipanin leggur upp fyri, at bíðidagar ikki gerast ein forðing fyri at mynstra styttri túrar.
Hartil skal nevnast, at bíðidagar eru kalendaradagar – ikki útgjaldsdagar úr ALS. ALS-
útgjaldsdagarnir eru 253 árliga.
Onki skrivað tilfar er um orsøkina til, at fiskimenninir hava 30 bíðidagar, áðrenn teir kunnu fáa útgjald
úr ALS. Helst er orsøkin til herdu treytirnar fyri útgjaldi til fiskimenninar, at hesir hava betri treytir
enn aðrir løntakarar at koma í skipanina.
Til nr. 3
Fyri at svara spurninginum verður víst til lógarviðmerkingarnar, sum siga, at:
”Ilt er at meta um ávirkanina, við tað at eingi hagtøl eru til taks. ALS hevur tí vent sær til
Fiskimannafelagið fyri at fáa eina meting av hesi áseting. Fiskimannafelagið vísir til eina
uppgerð, sum sigur, at tað eru umleið 30 skip, sum árliga kunnu koma undir hesa áseting, og
at tað eru áleið 375 fiskimenn við hesum skipum, sum tilsamans liggja í áleið 67 dagar. Við
uppskotinum til hækkan av stuðli eftir grein 16 (red.: hægsti arbeiðloysisstuðul var í somu
lógarbroyting hækkaður) merkir hetta, at hesir (red. 375) fiskimenn kunnu fáa í mesta lagi kr.
759.950 fyri hvønn útgjaldsdag fyri í miðal 37 dagar (67 dagar frároknað karantenu á 30
dagar). Hetta gevur ein kostnað á áleið 10,5 mió. kr.” (Í álitinum, sum lógarbroytingin var
grundað á, stendur “...kr. 950 fyri hvønn útgjaldsdag...”.)
Ásetingin av teim 60 døgunum er sostatt ásett út frá upplýsingum frá Fiskimannafelagnum og
við støði í eini meting av, hvat tað fór at kosta ALS at gera serskipanina fyri fiskimenn.
Teir 60 dagarnir, nevndir í kunngerðini, eru útgjaldsdagar, sum svara til umleið 3 mánaðir við
arbeiðsloysisstuðli.
Til nr. 4
Sum áður svarað, er talan um eina serskipan fyri fiskimenn, sum eru við skipi, sum er lagt vegna
umvælingar. Hesir eru sostatt betur stillaðir enn arbeiðsleys at koma í Arbeiðsloysisskipanina.
Uppsagdir fiskimenn eru stillaðir eins og øll onnur í Arbeiðsloysskipanini.
Fyri hvørjar 1.000 kr., sum útrokningargrundarlagið (A-inntøkan) hjá fiskimanninum fer upp um
210.000 kr., minkar útgjaldið við 0,5 prosentstigum. Onki skrivað tilfar er um júst hesa ásetingina; tí
er ilt at vita, hvør orsøkin til hana er.

-- 2 of 3 --

3 / 3
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 16. desember 2019
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
029.19. Spurningur til H. Abrahamsen fra B. Sandoy - Als-utgjald til fiskimenn.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
Brandur Sandoy Nr. 29/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um Als-útgjald til fiskimenn, tá skip teirra verður lagt vegna
umvælingar, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)
1. Vísandi til § 2 í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna
umvælingar, er tað so framvegis ein treyt fyri at fáa ALS-útgjald, at fiskifarið, ið ein
fiskimaður er við, skal hava veiðiloyvi?
2. Hvør er orsøkin til, at fiskimenn í hesi støðu ikki kunnu fáa útgjald, fyrr enn 30 dagar eru
farnir, meðan øll onnur fáa, tá 10 dagar eru farnir?
3. Hvør er orsøkin til, at fiskimenn í mesta lagi fáa útgjald í 60 dagar?
4. Vísandi til § 5, stk. 2 í kunngerðini, hvør er so orsøkin til, at hesar ásetingar bara eru
galdandi fyri okkara fiskimenn, og ikki fjøldina sum heild?
Viðmerkingar:
Ofta kemur fyri, at fiskiskip mugu leggjast vegna umvælingar, við teirri avleiðing at
fiskimenn ikki fáa hýru ella útgjald úr Trygdargrunninum í mánaðir. Tá so er, skal ALS lofta
hesum fiskimonnum, men ein má undrast á tær herdu treytirnar, hesin samfelagsbólkur hevur
at fáa pening úr skipanini, í mun til aðrar samfelagsbólkar.
Løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) nágreinar
útrokningargrundarlag, bíðidagar og útgjald fyri flest øll her á landi. Landsstýrið hevur tó valt
at lýsa kunngerð fyri fiskimenn í áður nevndu støðu, ið kann tykjast sum ein munandi herðing
í mun til aðrar samfelagsbólkar.
Sambært § 2 í kunngerð um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna
umvælingar, skal viðkomandi skip, har fiskimaðurin starvast, hava veiðiloyvi. Við nýggju
lógini um sjófeingi, sum fekk gildi 1. januar 2018, blivu øll veiðiloyvi burtur.
Útrokningargrundarlagið fyri útgjaldinum er sambært lógini inntøkan seinastu 12 mánaðirnar.
§ 16 a í lógini sigur, at ásettir verða 2 bíðidagar. Um inntøkan hjá viðkomandi hevur verið
høg, kunnu bíðidagarnir verða upp til 10 í tali.
§ 5 í kunngerðini sigur tó, at fiskimenn kunnu onki fáa, fyrr enn 30 dagar eru farnir.
Fiskimenn í áður nevndu støðu kunnu heldur ikki vera meiri enn 60 dagar í skipanini, hóast
stór havarí mangan eru drúgvari enn so at umvæla. Hetta er munandi verri treytir, enn aðrir
samfelagsbólkar hava.
Eitt annað sum kann tykist løgið við kunngerðini er, at fiskimenn helst eru teir einastu í
skipanini sum verða revsaðir í útgjaldi frá ALS-skipanini vegna høga inntøku.
§ 5, stk 2, í kunngerðini ásetir nevnliga, at fyri hvørjar 1000 kr., sum útrokningargrundarlagið
hjá fiskimanni er hægri enn 210.000 kr., lækkar útgjaldið 0,5%. Tað sum undrar er, at hesar
treytir einans síggja út til at verða galdandi fyri hendan eina samfelagsbólk, og ikki eru
galdandi fyri aðrar samfelagsbólkar.
Tað sum eyðkennir okkara samfelag er, at skyldur og ágóðar eru rímiliga líka fyri øll.
Fiskimenn gjalda fegnir sín part inn til ALS-skipanina, ein part sum ofta liggur oman fyri
landsmiðal, vegna góðar hýrur.
Men tá tað kemur til útgjald úr skipanini sær út til, at hesir somu fiskimenn verða undirlagdir
harðari treytir enn onnur í samfelagnum.
Tí hesar spurningar.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi 4. desember 2019
Brandur Sandoy

-- 2 of 2 --