52-028/2019
Útbúgving í journalistikki
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. des. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
028.19. Svar fra J av Rana til D.N. Joensen -utbugvingar i journalistikki.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 10. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 3-5 100 Tórshavn Dagfesting: 10. desember 2019 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-33 Svar upp á fyrispurning frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, nr. 28/2019 eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um útbúgving í journalistikki, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta á stovn útbúgving í journalistikki? 2. Um so er, nær ætlar landsstýrismaðurin at seta hesa á stovn? 3. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at ein slík útbúgving eigur at verða skipað? Svar Til 1: Sambært teimum ætlanunum, ið fyriliggja beint nú, bæði tá ið hugt verður í samgonguskjalið hjá sitandi samgongu, og tá ið hugt verður í tey ynski um raðfestingar, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur fingið frá Fróðskaparsetrinum, so kann ikki sigast, at útbúgving í journalistikki er tað, sum liggur sitandi samgongu fremst í huga. Skal eg svara stutt og skjótt uppá fyrsta spurning, verður svarið: nei, landsstýrismaðurin ætlar ikki at seta á stovn útbúgving í journalistikki beint nú. Málið er at fáa slíka útbúgving í lag, tá ið allir partar eru til reiðar til tess.Við hesum haldi eg meg eisini hava svarað spurningi 2. Til 2: Eg kann leggja aftrat svarinum til spurning 2, at skuldi tað hent, at Fróðskaparsetrið fer at raðfesta hesa útbúgving í næstum, fari eg sjálvandi at viðgera ynskið við vælvild. Eg veit væl, at arbeitt hevur verið við ætlanum av hesum slag fyrr, men sum eg skilji á lagnum, hava tær ikki borið á mál. Tað er hugsandi, at hetta hevði verið ein gagnlig útbúgving at sett á stovn, men hetta má koma inn í raðfestingina hjá Fróðskaparsetrinum, og tað hevði verið upplagt, at hugt aftur í tær fyrireikingar, ið áður eru gjørdar í hesum sambandi, og vita, um sumt av tí, ið fyrr er fest á blað, framvegis er áhugavert. Hetta má sjálvandi gerast, tá ið tíðin er búgvin, og Fróðskaparsetrið metir seg at vera til reiðar at fara undir hesa útbúgvingina, og tá ið vit sum játtandi myndugleiki eru sinnað at játta tað, sum skal til. Til 3: Verður slík útbúgving skipað, haldi eg, at tað rætta er at lata Fróðskaparsetrið skipa fyri henni. Fróðskaparsetrið hevur fleiri aðrar útbúgvingar, sum ein journalistútbúgving kann njóta gott av, t.d. føroyskt mál og føroyska søgu. Tað hevur eisini verið nevnt, at útbúgving sum henda, kann -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo leggjast til Glasir. Hesum eri eg ikki samdur í, tí eg haldi, at Glasir skal fáa frið at finna sín egna leist. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
028.19. Spurningur til J av Rana fra D.N. Joensen -utbugvingar i journalistikki.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
Djóni Nolsøe Joensen Nr. 28/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um útbúgving í journalistikki, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta á stovn útbúgving í journalistikki? 2. Um so er, nær ætlar landsstýrismaðurin at seta hesa á stovn? 3. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at ein slík útbúgving eigur at verða skipað? Viðmerkingar: Hvat skulu føroyskir miðlar vera? Hvønn miðlaheim skulu vit hava á føroyskum máli? Og hvønn leiklut ynskja vit, at miðlarnir hava í føroyska samfelagnum? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum ein arbeiðsbólkur undir Mentamálaráðnum svaraði í álitinum Betri miðlar (2011). Arbeiðsbólkurin vísti á, at tað hevði týdning fyri føroysku miðlamentanina, at Fróðskaparsetrið fór at bjóða út útbúgving í miðlafrøði í 2012. Arbeiðsbólkurin vísti á, at verður eitt slíkt útbúgvingartilboð á Fróðskaparsetrinum, fer tað at hava við sær, at tað í framtíðini verður granskað meira í føroyskum miðlaspurningum. Eisini varð væntað, at tað fer at elva til, at størri partur av starvsfólkunum í miðlunum hava útbúgving. Haraftrat varð mett, at tað kann styrkja serlig vitanarøki hjá tíðindafólkunum, so summi tíðindafólk fáa serligar førleikar at viðgera og miðla ávís viðurskifti. Lesandi kunnu seta saman fak á ein hátt, at tey nema sær serliga vitan um eitt nú búskap, løgfrøði, fiskivinnu, mál og mentan, ið kann leggjast aftrat útbúgvingini í miðlafrøði, vísti arbeiðsbólkurin á. Longu í 2001 hevði Fróðskaparsetrið ætlanir um at bjóða út útbúgving í miðlafrøði. Síðan tá hevur eisini verið viðgjørt, um vit heldur eiga at hava eina útbúgving í journalistikki. Vit skriva skjótt 2020, og framvegis er eingin fjølmiðlaútbúgving, hvørki miðlafrøði ella journalistikkur, sett á stovn í Føroyum. Undanfarni landsstýrismaður, Rigmor Dam, heitti í 2018 á umsitingina í Mentamálaráðnum um at umrøða møguleikan at seta á stovn journalistútbúgving í Føroyum. Peningur varð játtaður til endamálið, men komið varð tíverri ikki á mál við tí grundgeving, at avvarðandi stovnar ikki vóru klárir at seta útbúgvingina á stovn. Eg fari tí at heita á landsstýrismannin í mentamálum um at greiða frá, um hann hevur ætlanir um at seta á stovn eina útbúgving í journalitikki í Føroyum og um so er, nær og hvussu hann heldur, at hetta eigur at verða skipað. Á Løgtingi 28. november 2019 Djóni Nolsøe Joensen -- 1 of 1 --