52-027/2019
Tænastur til fólk millum 18 og 67 ár frá almannaverkinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. des. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
027.19. Svar fra E.M. Gunnleygsdottur til S. Stenberg - tanastur til folk millum 18 og 67 ar fra almannaverkinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAM ÁL ARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 20. desember 2019 Mál: 19/01001-2 Tygara Skriv: Viðgjørt: Sirið Stenberg løgtingsmaður Nr. 27/2019 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um tænastur til fólk millum 18 og 67 ár frá almannaverkinum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvørjar tænastur hevur Almannaverkið at bjóða til heimabúgvandi fólk millum 18 og 67? 2. Hvussu eru tænasturnar býttar út á økini í landinum? 3. Hussu nógv fólk millum 18 og 67 fáa tænastu frá Almannaverkinum? 4. Hvussu er tænastan býtt á tal á fólki í ymisku økjunum ? 5. Eru tað bíðilistar til tænastu frá Almannaverkinum og um so er hvørjir ? Svar Til nr. 1 Tænastur, sum Almannaverkið veitir heimabúgvandi borgarum millum 18 og 67 ár, eru skipaðar sambært forsorgarlógini. Endamálið við tænastunum er at stuðla borgarum, sum bera brek, at luttaka á jøvnum føti við onnur í samfelagnum og at slóða fyri, at borgarin fær eitt so sjálvstøðugt, støðugt og innihaldsríkt lív sum gjørligt. Tænasturnar verða tillagaðar einstaka borgaran umframt at ávísar tænastur eru ætlaðar maka/hjúnafelaga, foreldrum ella øðrum avvarðandi. Onkur tænasta er skipað sum ein til ein stuðul, har borgarin hevur tilknýti til eitt starvsfólk eitt ávíst tímatal um vikuna, meðan aðrar verða skipaðar í toymum. -- 1 of 5 -- ALMANNAM ÁL ARÁÐIÐ síða 2 av 5 Stuðulstænasta Stuðulstænastan fyri vaksin er skipað sambært § 32 b í forsorgarlógini. Skipanin er stovnsett fyri at stuðla heimabúgvandi borgarum millum 18 - 66 ár, sum eru rørslutarnaðir ella hava avmarkaðan sálarligan førleika, so at hesi hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Stuðulin kann halda áfram eftir, at borgarin er vorðin 67 ár, um viðkomandi framvegis fær gagn av stuðlinum og hevur møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Stuðulstænasta kann veitast til fylgi, eftiransni, vøku, umsorgan og sosialpedagogiska hjálp, og er ætlað persónum, ið liva eitt lív við einum ávísum virksemi, ið krevur stuðul eitt ávíst tímatal, og kann hetta virksemið vera bæði í heiminum og uttan fyri heimið. Í serligum førum kunnu borgarar fáa fastar persónligar hjálparar, hvørs uppgávur fevna um praktiska hjálp, fylgjarauppgávur o.a. Samanumtikið fevna stuðulstænastur um eina røð av fjølbroyttum tænastum, sum ikki eru beinleiðis ásettar í forsorgarlógini. Tænasturnar eru stovnsettar yvir tíð, skipaðar eftir tørvinum í samfelagnum og fíggjarorkuni hjá Almannaverkinum. Virknistænasta: Virknistænasta er skipað sambært § 30 í forsorgarlógini og hevur til endamáls at geva borgarum møguleika at varðveita ella betra um persónligar førleikar ella lívskor við at arbeiða. Virknistænastur eru høvuðsheitum ætlað persónum, sum eru millum 18 og 66 ár, eru fyrtíðarpensjónistar og hava so týðandi skert likamligt ella sálarligt virkisføri, at vanligi arbeiðsmarknaðurin ella fyriskipanir sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk ikki megna at veita hesum borgarum neyðugar karmar og stuðul til at megna eitt arbeiði á jøvnum føti við onnur. Virknistænasta kann halda áfram eftir, at borgarin er vorðin 67 ár. Virknistænastur fevna um vard verkstøð, verkhús og tilhaldsstøð og kunnu eisini skipast sum sjálvhjálparbólkar og ráðgeving. Endurvenjing. Endurvenjing er skipað sambært § 29 í forsorgarlógini og verður veitt persónum í aldrinum 18 til 66 ár. Endamálið við endurvenjingini er at hjálpa borgaranum út aftur á arbeiðsmarknaðin ella gera hann føra fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Endurvenjingin í Almannaverkinum er skipað í tvey toymi av terapeutum. Toymið í Runavík fevnir um borgarar úr Norðoyggjum, Eysturoy og Sundalagnum. Toymið í Tórshavn fevnir um borgarar úr Vágoy, Norðstreymi, Suðurstreymi, Sandoy og Suðuroy. Upplýsast skal, at Almannaverkið ikki veitir viðlíkahaldsvenjing. Í uppskotinum til vælferðarlóg er heimild fyri at veita viðlíkahaldsvenjing og um lógin verður samtykt verður farið undir stig og miðvíst at upp- og útbyggja viðlíkahaldsvenjing í Almannaverkinum -- 2 of 5 -- ALMANNAM ÁL ARÁÐIÐ síða 3 av 5 Umlætting Almannaverkið veitir eisini umlætting, sum hevur til endamáls at lætta um hjá hjúnafelaga/maka, foreldrum ella øðrum avvarðandi, sum eru umsorgarnarpersónar hjá borgara, sum hevur likamligt, sálarligt brek ella sosialar trupulleikar. Umlættingin fer fyri tað mesta fram á umlættingarstovnum, sum eru skipaðir kring landið. Tó er eisini møguleiki at fáa dagumlætting í ella uttanfyri heimið. Onnur tilboð Veristøð Almannaverkið hevur tilboð, eitt nú veristøð um landið, har skráseting av borgarum ikki fer fram. Tó verður talið av borgarum, ið ganga á veristøðum talt javnan. Umleið 150 borgarar gera regluliga brúk av hesum tilboðum. Til nr. 2 Talva 1. Talvan niðanfyri vísir tal av tænastum skift á slag av tænastu og landafrøðilig øki. Eysturoy Norðoyggjar Sandoy Streymoy Suðuroy Vágoy Íalt Stuðulstænasta 44 26 5 129 10 14 228 Virknistænasta 7 6 1 15 6 6 41 Umlætting 8 2 4 21 0 0 35 Endurvenjing 14 13 2 20 2 5 56 íalt 73 47 12 185 18 25 360 Tølini eru frá november 2019. Til nr. 3 Tað eru 316 heimabúgvandi fólk millum 18 – 67 ár, sum fáa tænastu frá Almannaverkinum. -- 3 of 5 -- ALMANNAM ÁL ARÁÐIÐ síða 4 av 5 Talva 3 Talvan niðanfyri vísir tal av tænastum skift á tal av fólki í landafrøðiligu økjunum og skift á prosentvísa býtið í landafrøðiligu økjunum. Øki/fólkatal Fólkatal 18- 67 ár Tænastur til heimabúgvandi millum 18 - 67 Tal av heimabúgvandi borgarum millum 18-67 ár, sum fáa tænastu Tænastur til heimabúgvandi millum 18-67 ár í mun til fólkatal millum 18-67 ár Eysturoy 6860 73 64 1,2 % Norðoyggjar 3693 47 45 1,3% Sandoy 712 12 8 1,7 % Streymoy 14780 185 159 1,3% Suðuroy 2645 18 16 0,7% Vágoy 1877 25 24 1,3% Tølini eru frá november 2019. Til nr. 5 Ja, tað eru bíðilistar til tænastur frá Almannaverkinum. Samanlagt eru 38 borgarar ímillum 18-67 ár á bíðilista til 55 tænastur. Harumframt eru 159 borgarar á bíðilista til fyribils ella varandi búpláss. -- 4 of 5 -- ALMANNAM ÁL ARÁÐIÐ síða 5 av 5 Talva 4 Talvan niðanfyri vísir talið av tænastum, ið bíðilisti er til. Stuðulstænasta 20 Virknistænasta 9 Umlætting 8 Endurvenjing 18 íalt 55 Tølini eru frá november 2019. Talva 5 Talvan niðanfyri vísir talið av tænastum, ið bíðilisti er til skift á landafrøðilig øki. Eysturoy Norðoyggjar Sandoy Streymoy Suðuroy Vágoy Útland íalt Stuðulstænasta 10 2 0 8 0 0 0 20 Virknistænasta 2 3 0 3 0 0 1 9 Umlætting 1 0 0 5 2 0 0 8 Endurvenjing 8 2 1 7 0 0 0 18 Tølini eru frá november 2019. Fyri allar talvunar omanfyri er galdandi, at borgarin er skrásettur har hann býr í landinum og ikki hvar í landinum, hann fær veitt tænastu. Sjálvsognarstovnar Almannaverkið hevur ikki skrásettan bíðilista til tænastur frá sjálvsognarstovnum sum veita umlætting. . -- 5 of 5 --
027.19. Spurningur til E.M. Gunnleygsdottur fra S. Stenberg - tanastur til folk millum 18 og 67 ar fra almannaverkinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 27. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg løgtingsmaður Nr. 27/2019 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um tænastur til fólk millum 18 og 67 ár frá almannaverkinum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvørjar tænastur hevur Almannaverkið at bjóða til heimabúgvandi fólk millum 18 og 67 ? 2. Hvussu eru tænasturnar býttar út á økini í landinum ? 3. Hussu nógv fólk millum 18 og 67 fáa tænastu frá Almannaverkinum ? 4. Hvussu er tænastan býtt á tal á fólki í ymisku økjunum ? 5. Eru tað bíðilistar til tænastu frá Almannaverkinum og um so er hvørjir ? Viðmerkingar: Síðan útleggingina av eldraøkinum hevur spurningurin um fólk í aldrinum 18 til 67 ár verið nógv umrøddur. Fleiri dømi eru um, at júst hesin bólkur dettur niður ímillum eldraøkið og almannaøkið. Úrslitið er í fleiri førum, at borgarar ikki fáa nøktandi tænastu. Ymiskt er eisini, hvussu skipanir hjá landinum røkka út kring landið. Tænastur, sum eru í einum øki, eru ikki altíð tøkar í øðrum øki. Hetta kann gera tænastuna sera ymiska. Harvið verða lívskor og treytir hjá fólki ymisk, alt eftir hvar í landinum tey búgva. Eitt dømi er endurvenjing og víðlíkahaldsvenjing, har tænastan er býtt sundur á kommunurnar, Almannaverkið og heilsuverkið og er ymisk kring landið. Javnbjóðis rættindi til tænastur hjá fólki, sum eru sjúk ella hava tørv á hjálp frá tí almenna eigur at vera aðalmál. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin, so vit hava nágreinað tøl at viðgera útfrá. Á Løgtingi, 27. november 2019 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --