52-026/2019
Sjóvinnubrøv
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. des. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
026.19. Svar fra H. Abrahamsen til J. E. Poulsen - sjovinnubrov.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar upp á § 52 a-fyrispurning nr. 26/2019 frá Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmanni, um sjóvinnubrøv Spurningurin var soljóðandi: 1. Føroyar hava atlimaskap í IMO. Hava Føroyar í tí sambandi tulkingarrætt til IMO-sáttmálar (konventiónir) – eitt nú STCW sáttmálan, eins og onnur lond hava? 2. Hava føroyskir útbúgvingar- og/ella sjóvinnumyndugleikar nakra bindandi avtalu við danska Sjóferðslustýrið (DMA), ið avmarkar ein møguligan føroyskan tulkingarrætt av STCW sáttmálanum? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta kunngerðina um sjóvinnubrøv v.m. (Kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 við seinni broytingum) soleiðis, at siglingartíð við fiskiskipum yvir 500 BT eisini kann telja við sum vinnurættindi í handilsflotanum? 4. Vísandi til somu kunngerð. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta útrokningina av siglingartíð soleiðis, at siglingartíðin hjá føroyskum sjómonnum frameftir verður upptald øðrvísi, t.d. at eitt ársverk á sjónum verður líkastillað við eitt ársverk á landi – eins og norðmenn gera? 5. Vísandi til somu kunngerð. Ætlar landsstýrismaðurin at gera tað møguligt, at yvirmenn á t.d. Strandferðsluni frameftir kunnu fáa siglingartíð, sum verandi á handilsskipi í altjóða sigling? 6. Vísandi til somu kunngerð. Ætlar landsstýrismaðurin at gera broytingar soleiðis, at føroyskir sjómenn, sum heild, ikki eru verri stillaðir (diskrimineraðir) enn eitt nú norðmenn. Til nr. 1 Í 2002 fingu Føroyar atlimaskap í IMO. Ein atlimaskapur gevur ikki Føroyum atkvøðurætt í IMO, men talurætt, tvs. at Føroyar kunnu taka orðið á IMO-fundum og kunnu luttaka í arbeiðinum í undirnevndum. Í art. 9 í IMO-sáttmálanum er ásett: “Article 9 An Associate Member shall have the rights and obligations of a Member under the Convention except that it shall not have the right to vote or be eligible for membership on the Council and subject to this the word "Member" in the Convention shall be deemed to include Associate Member unless the context otherwise requires.” Tá Føroyar taka avgerð um at staðfesta ein IMO-sáttmála hava vit eisini skyldu til at tryggja, at nationala lóggávan er í samsvari við sáttmálan, og skulu avvarðandi myndugleikar í Føroyum tryggja, at krøvini í sáttmálanum verða yvirhildin. Lóggávan um trygd á sjónum og lóggávan um krøv til manning eru yvirtikin málsøki, og tí eru tað føroyskir myndugleikar, sum taka avgerð um, -- 1 of 4 -- hvussu IMO-sáttmálar verða implementeraðir í føroyska lóggávu. Í sambandi við arbeiðið at implementera IMO-sáttmálar er tað vanligt at samstarva við avvarðandi danskar myndugleikar, og verður eisini hugt eftir, hvussu grannalondini, eitt nú Noreg, implementera sáttmálarnar. Til nr. 2 Sjóvinnuútbúgvingar liggja sambært málsøkjabýtinum undir landsstýrismanninum í Uttanríkis- og mentamálum, og eigur spurningurin viðvíkjandi sjóvinnuútbúgvingum tí at verða stílaður til hansara. Svarið hjá mær viðvíkur tí einans teimum økjum, ið eg varði av sambært málsøkjabýtinum. Føroya landsstýri, Fiskimálastýrið, gjørdi í 1999 avtalu við danska Søfartsstyrelsen um javnseting av sjóvinnubrøvum. Endamálið við avtaluni var at skipa umsitingarligar mannagongdir millum sjóvinnumyndugleikarnar í báðum londunum – eitt nú í sambandi við viðurkenning av sjóvinnubrøvum úr øðrum londum. Endamálið var eisini at gera tað lættari hjá føroyskum sjófólkum, sum sigla við donskum skipum. Sambært pkt. 4 í avtaluni skulu føroyskir sjóvinnumyndugleikar kunna Søfartsstyrelsen, um broytingar verða gjørdar í føroyskari lóggávu, sum víkja munandi frá tí donsku. Javnsetisavtalan er ikki ein forðing fyri, at føroyskir myndugleikar seta krøvini í altjóða sáttmálanum í verk soleiðis, sum føroyskir myndugleikar meta, at tey eiga at verða sett í verk. Føroyskir myndugleikar eru ikki bundnir av at seta júst somu krøv sum danskir myndugleikar seta, men tryggjast skal, at føroyska lóggávan er í samsvari við altjóða sáttmálar, sum vit hava bundið okkum til at halda. Til nr. 3 Tá ið talan er um sjóvinnubræv, ið gevur rættindi sum vakthavandi stýrimaður við handilsskipum og sum yvirstýrimaður við handilsskipum undir 3000 BT, ásetur altjóða sáttmálin, STCW, at sjófólk skal hava 36 mánaðir siglingartíð. Siglingartíðin skal vera viðkomandi fyri sjóvinnubrævið, og er tað upp til limalandið at avgera, hvussu tryggjað verður, at kravið til siglingartíðina gevur sjófólkunum teir neyðugu førleikarnar. Í Føroyum ber til at fáa sjóvinnubræv sum vakthavandi stýrimaður við siglingartíð við havfarandi skipum upp á í minsta lagi 20 BT. Her verður siglingartíð við bæði handilsskipum og fiskiskipum tald við. Tá ið talan er um rættindi sum yvirstýrimaður við skipum upp til 3000 BT, kunnu 30 mánaðir vera við fiskiskipum, men 6 mánaðir skulu vera við handilsskipum. Tá ið talan er um fáa óavmarkað rættindi sum yvirstýrimaður og førararættindi ásetur sáttmálin, at siglingartíðin skal vera fingin í starvi, har sjóvinnubrævið krevst. Av tí, at STCW einans er galdandi fyri handilsskip, ber einans til at fáa hesa siglingartíð við handilsskipum. Meginreglan er sostatt greið, men altjóða sáttmálin loyvir, at londini seta á stovn aðrar útbúgvingar- og upplæringarskipanir. Hetta er treytað av, at landið tryggjar, at kunnleikin er hin sami, eins og hevði meginreglan verið fylgd. Eingin tílík skipan er í Føroyum. Í Noregi ber í størri mun til at fáa sjóvinnubræv til bæði handilsskip og fiskiskip óansæð, um siglingartíðin er fingin við handilsskipum ella fiskiskipum. Tá hugt verður at norska og føroyska -- 2 of 4 -- regluverkinum sæst, at tað eru ymiskir munir í krøvunum til sjóvinnubrøv í ávikavist Noregi og Føroyum, eins og ymisk krøv eru til skip, skrásett í Noregi og í Føroyum. Serstakliga eru tað tveir munir í krøvunum til sjóvinnubrøv, sum eiga at verða nevndir. Annað er, at tað í Noregi verður gjørd ein kvalitativ meting av førleikum sjófólksins, tá ið fyrsta sjóvinnubrævið verður útskrivað. Undir hesari metingini verður talvan í STCW II/1 og II/2 brúkt, og skal ein sonevndur assessor gera metingina. Norsku myndugleikarnir seta krav um útbúgving og sjóvinnubræv til sjófólk, ið skulu vera assessor. Hitt er, at sjófólk skal vera 6 mánaðir undir upplæring av brúgvayvirmanni, harav ein mánaður er eftir, at útbúgvingin er staðin. Viðvíkjandi krøvum til skipini, kann nevnast, at Noreg setur krav til ISM (International Safety Management Code) umborð á fiskiskipum. Hetta krav er ikki galdandi fyri føroysk fiskiskip. Krav um ISM umborð ger, at munurin á siglingartíð við handilsskipum og við fiskiskipum er minni, enn tá einki krav er um IMS. Skipanirnar viðvíkjandi vinnubrøvum í ávikavist Noregi og Føroyum eru sostatt ymiskar. Ein skipan er ein samanhangandi eind, og trupult er at taka einstøk element úr skipanini uttan fyrilit fyri skipanini í síni heild. Í løtuni hevur landsstýrismaðurin onga ætlan um at sleppa kravinum um, at ein partur av siglingartíðini skal vera við handilsskipi. Til 4 STCW-sáttmálin ásetur, hvussu nógvir mánaðir av siglingartíð eru kravdir fyri at fáa ávíst sjóvinnubræv. Sáttmálin ásetur, at ein mánaður annaðhvørt er ein kalendaramánaður ella 30 dagar. Tað eru ikki nærri ásetingar um, júst hvussu siglingartíðin skal teljast saman. Í Føroyum verður hetta umsitið á tann hátt, at 30 dagar telja sum ein mánaður, og er hetta óheft av, hvussu nógvar tímar av samdøgrinum sjófólkið arbeiðir. Um sama skipan sum í Noregi varð sett í verk í Føroyum, hevði tað tikið styttri tíð at vunnið sær siglingartíðina. Eins og greitt frá í svarinum til spurning 3, so eru skipanirnar í Føroyum og Noregi ymiskt uppbygdar, og ber tað ikki til í løtuni at gera ta niðurstøðu, at reglurnar um siglingartíð skulu broytast, so tær svara til skipanina í Noregi. Til 5 Fyri at fáa sjóvinnubræv sum stýrimaður á 2. ella 3. stigi krevst, at sjófólkið hevur minst 6 mánaðir í siglingartíð við handilsskipi uttan fyri strandasigling (uttan fyri 30 fjórðingar úr grundlinjuni). Sjófólk, ið ikki kunnu vísa á hesa siglingartíð, fáa sjóvinnubræv, ið gevur rættindi sum vakthavandi stýrimaður (rættindini eru óavmarkað bæði í mun til stødd og siglingarleið). Fyri at fáa rættindi sum yvirstýrimaður skal sjófólkið vísa á hesar 6 mánaðirnar uttan fyri strandasigling. Annars verða hesi rættindi avmarkað til strandasigling. Tað er møguligt at uppstiga sjóvinnubrævið við avmarkingini á. Tað er tó ikki møguligt at fáa sjóvinnubræv, ið gevur rættindi sum yvirstýrimaður og førararættindi í altjóða sigling uttan at vísa á siglingartíð uttan fyri strandasigling. Sjófólk, ið sigla í strandasigling, fáa sostatt sjóvinnubræv til tað starvið, ið tey sigla -- 3 of 4 -- í. Ynskja tey at fáa rættindi til altjóða sigling, mugu tey vísa á 6 mánaðir siglingartíð uttan fyri strandasigling. Hetta kravið um 6 mánaðir uttan fyri strandasigling er ikki greitt ásett í STCW-sáttmálanum. Tað er tó ásett í sáttmálanum, at teir kravdu 36 mánaðirnir í siglingartíð skulu vera viðkomandi fyri sjóvinnubrævið, sum søkt verður um. Tí verður tað ikki mett at vera heilt við síðuna av at biðja um siglingartíð í 6 mánaðir á tí siglingarleið, sum sjóvinnubrævið gevur rættindi til. Eg havi í løtuni onga ætlan um at broyta hetta kravið. Til 6 Víst verður til svarini til spurning 3 og 4. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 10. desember 2019 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 4 of 4 --
026.19. Spurningur til H. Abrahamsen fra J. E. Poulsen - sjovinnubrov.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
Jóhan Eli Poulsen Nr. 26/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um sjóvinnubrøv, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Føroyar hava atlimaskap í IMO. Hava Føroyar í tí sambandi tulkingarrætt til IMO-sáttmálar (konventiónir) – eitt nú STCW sáttmálan, eins og onnur lond hava? 2. Hava føroyskir útbúgvingar- og/ella sjóvinnumyndugleikar nakra bindandi avtalu við danska Sjóferðslustýrið (DMA), ið avmarkar ein møguligan føroyskan tulkingarrætt av STCW sáttmálanum? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta kunngerðina um sjóvinnubrøv v.m. (Kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 við seinni broytingum) soleiðis, at siglingartíð við fiskiskipum yvir 500 BT eisini kann telja við sum vinnurættindi í handilsflotanum? 4. Vísandi til somu kunngerð. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta útrokningina av siglingartíð soleiðis, at siglingartíðin hjá føroyskum sjómonnum frameftir verður upptald øðrvísi, t.d. at eitt ársverk á sjónum verður líkastillað við eitt ársverk á landi – eins og norðmenn gera? 5. Vísandi til somu kunngerð. Ætlar landsstýrismaðurin at gera tað møguligt, at yvirmenn á t.d. Strandferðsluni frameftir kunnu fáa siglingartíð, sum verandi á handilsskipi í altjóða sigling? 6. Vísandi til somu kunngerð. Ætlar landsstýrismaðurin at gera broytingar soleiðis, at føroyskir sjómenn, sum heild, ikki eru verri stillaðir (diskrimineraðir) enn eitt nú norðmenn. Viðmerkingar: Tað eru 18 ár síðan vit føroyingar yvirtóku málsøkið “trygd á sjónum” og fingu okkara egnu sjóvinnufyrisiting. Vit fingu eisini atlimaskap í IMO. Løgtingið hevur síðan samtykt at seta í verk (implementera) fleiri av sáttmálunum (konventiónunum) hjá IMO. Ein av hesum sáttmálum er STCW (The International Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers), sum umfatar útbúgvingarnar á maritima økinum, umframt vinnurættindi á sjónum (sjóvinnubrøv). Sáttmálin er gjørdur fyri handilsflotan, meðan fiskiflotin kemur undir STCW-F. Í Føroyum hoyra sjálvar útbúgvingarnar undir Mentamálaráðið (Maritimu skúlarnar), meðan vinnurættindini hoyra undir Vinnumálaráðið (Sjóvinnustýrið, FMA). Í Danmark hoyra bæði útbúgving og vinnurættindi undir Erhvervs- og Vækstministeriet (Søfartsstyrelsen, DMA). Tá Løgtingið hevur sett í gildi (ratifiserað) STCW sáttmálan, má takast sum givið at vit, eins og øll onnur lond, eisini hava tulkingarrætt. Sjálvandi skal tulkast undir ábyrgd, soleiðis at tjóðar (nationala) lóggávan ikki gongur ímóti sáttmálanum. -- 1 of 2 -- Sum dømi upp á at londini tulka ymiskt, skal eg her við einum dømi vísa á, hvussu vit føroyingar tulka, og hvussu norðmenn tulka sáttmálan. Noreg hevur eins og Føroyar ratifiserað bæði STCW og STCW-F sáttmálarnar. Norðmenn hava ein stóran fiskiflota og ein stóran handilsflota. Tí hava teir tulkað sáttmálarnar gagnliga til egnan fyrimun (pragmatiskt). Hóast STCW sáttmálin er ætlaður handilsflotanum, hava teir tulkað soleiðis, at siglingartíð við fiskifari oman fyri 500 BT “havgående skib” kann brúkast til at fáa vinnurættindi á handilsflotanum. STCW sáttmálin nevnir ongastaðni, at siglingartíð við fiskiskipi IKKI kann nýtast. Altso ein pragmatisk tulking til egnan fyrimun. Tá tað snýr seg um longdina á siglingartíðini, hava teir eisini verið sera pragmatiskir. Útgangsstøðið hjá norðmonnum er at líkastilla eitt ársverk á sjónum við eitt ársverk á landi, sum í Noregi er 1867 tímar. Tað merkir, at í staðin fyri at telja dagar, telja teir tímar og brúka so niðan fyri nevnda formil: D=(x/1867)*365 D = dagatal verður funnið við at seta tímarnar (x) inn í formilin. Roknað verður við, at arbeitt verður umborð í 12 tímar hvørt samdøgur, viðkomandi er mynstraður. Ein 30 daga útmynstring telur sambært formlinum 71 dagar. Í Føroyum telur ein sama slag útmynstring 30 dagar. Eisini hava norðmenn aðrar pragmatiskar tulkingar av STCW sáttmálanum. Eitt nú verður orðið “havgående” brúkt ístaðin fyri “altjóða”, sum vit nýta í Føroyum. Samanumtikið átti øll regluskipanin um vinnubrøv v.m. at blivið endurskoðað, soleiðis at vit ikki diskriminera okkara egna sjófólk, sum eru í kapping við t.d. norsk sjófólk. Á Løgtingi, 27. november 2019 Jóhan Eli Poulsen -- 2 of 2 --