← Løgtingsmál

52-025/2019

Heilsutrygd

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. des. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
025.19. Svar fra K.L.H. Johannesen til B. Sandoy - Heilsutrygd.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 10. desember 2019
HMR. J. Nr. 19/00979
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 25/2019 eftir § 52a í tingskipanini um heilsutrygd, frá Brandi Sandoy,
løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at borgarar skulu gjalda heilsutrygdargjald av inntøku,
sum er vunnin har, ið Heilsutrygd ikki tekur við, og har borgarar okkara eru dekkaðir av aðrari
trygdarskipan?
2. Hví gongur Heilsutrygd ímóti niðurstøðu hjá Kærunevndini í Heilsumálum, í máli um innkrevjing
av heilsutrygdargjaldi?
3. Hví fór Heilsutrygd ikki víðari við taptu kæruni, um Heilsutrygd metti seg hava lógina á sínari
síðu?
4. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at rudda upp í hesum óskili, og nær kann ein loysn
væntast?
Svar:
Til spurning 1
Tað er trupult hjá mær at fyrihalda meg til, um galdandi lóggáva er rímilig ella ikki. Heilsutrygd má,
sum almennur stovnur, halda seg til galdandi lóggávu í Føroyum. Í hesum máli hevur Heilsutrygd
hildið seg til ásetingina í § 24, stk. 1 í heilsutrygdarlógini, ið ásetur, at øll, sum hava fylt 18 ár og sum
eru fevnd av lógini, skulu gjalda heilsutrygdargjald. Í juni 2019 tók Kærunevndin í almanna-, familju-
og heilsumálum avgerð um at broyta avgerðina hjá Heilsutrygd, soleiðis at gjaldsskyldan, sum er
áløgd kæraranum sambært heilsutrygdarlógini, fellur burtur. Hetta vísandi til Nordisk konvention om
social sikring. Heilsutrygd hevur nú møguleikan, antin at fylgja kærunevndaravgerðini ella at fara í
rættin við málinum.
Tá ið spurningurin um rímiligheit verður umrøddur, kann tað leggjast afturat, at sambært § 154b í
løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógini) kann ein persónur, ið er fevndur av
“Nordisk konvention om social sikring” og sum eisini hevur inntøku í Føroyum, fáa kreditt í føroyska
skattinum fyri gjaldið til t.d. Folketrygd í Noreg ella aðrar sosialar veitingar, sum koma undir
Norðurlendsku konventiónina um sosiala trygd. Gjaldið til t.d. Folketrygd telur sostatt við í Føroyum,
sum um talan var um inntøkuskatt, goldin í Noreg.

-- 1 of 2 --

Hetta merkir, at um nevndu persónar, ikki skulu rinda til Heilsutrygd, samstundis sum teir fáa kreditt
í skattinum fyri gjaldið í Noreg, so er úrslitið í veruleikanum, at onki verður goldið tá samanum
kemur, samstundis sum persónarnir hava rætt til at móttaka veitingar frá Heilsutrygd. Tað meti eg
ikki er rímiligt, men ein skeivleiki í mun til aðrar borgarar í landinum.
Til spurning 2 og 3
Í fyrstu avgerðini, ið Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum tók í hesum máli í 2014,
vórðu avgerðirnar hjá Heilsutrygd heimvístar til nýggja viðgerð. Tað vil siga, at hetta var ikki ein
kærunevndaravgerð, ið Heilsutrygd skuldi fylgja, men Heilsutrygd skuldi taka málið upp til nýggja
viðgerð. Heilsutrygd tók málið upp til nýggja viðgerð og tók avgerð vísandi til galdandi lóg, nevniliga
§ 24, stk. 1 í heilsutrygdarlógini. Hesar avgerðir vórðu aftur kærdar til kærunevndina, sum í juni 2019
tók nýggjar avgerðir í málinum. Í hesum málum tók kærunevndin avgerð um, at gjaldsskyldan
sambært § 24, stk. 1 í heilsutrygdarlógini fellur burtur. Hetta vísandi til Nordisk konvention om social
sikring.
Síðani nýggjastu avgerðina hjá kærunevndini, hevur Heilsutrygd gjørt av at kanna møguleikarnar fyri
at royna málið í rættinum, so rætturin kann avgera, hvat er rætt og skeivt í hesum máli. Um málið ikki
kann roynast í rættinum, má Heilsutrygd fylgja avgerðini hjá Kærunevndini í almanna- familju og
heilsumálum.
Til spurning 4
Sum sagt, kannar Heilsutrygd í løtuni, um tað ber til at fara í rættin við hesum málinum. Vónandi
skapar hetta rættarmál greidleika viðvíkjandi verandi støðu. Um tað ikki ber til at leggja málið fyri
rættin, ella um Heilsutrygd ikki fær viðhald í rættinum, má eg taka støðu til, hvørt neyðugt er at broyta
heilsutrygdarlógina, soleiðis at hon samsvarar við Nordisk konvention om social sikring.
Heilsumálaráðið, 10. desember 2019
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
025.19. Spurningur til K.L.H. Johannesen fra B. Sandoy - Heilsutrygd.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. nov. 2019

Sjá útdrigin tekst
Brandur Sandoy Nr. 25/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um Heilsutrygd, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm
Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at borgarar skulu gjalda heilsutrygdargjald av
inntøku, sum er vunnin har, ið Heilsutrygd ikki tekur við, og har borgarar okkara eru dekkaðir av
aðrari trygdarskipan?
2. Hví gongur Heilsutrygd ímóti niðurstøðu hjá Kærunevndini í Heilsumálum, í máli um
innkrevjing av heilsutrygdargjaldi?
3. Hví fór Heilsutrygd ikki víðari við taptu kæruni, um Heilsutrygd metti seg hava lógina á sínari
síðu?
4. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at rudda upp í hesum óskili, og nær kann ein loysn
væntast?
Viðmerkingar:
Vit eru í Føroyum signaði við nógvum vælútbúnum borgarum, sum arbeiða í øðrum londum og
forvinna harðan valuta til okkara land.
Hetta er gull vert fyri Føroyar, og vísa metingar, at hesir borgarar ríka samfelag okkara við meira enn
1 mia. kr. árliga.
Men fleiri av hesum borgarum verða møttir av mótvilja í okkara heimligu skipanum.
Í Norra, har nakrir av hesum borgarum okkara sigla, rinda teir til Folketrygd, ið er ein skipan, sum
umfatar pensjón, heilsutrygdargjald o.a.
Frá hesum persónum frættist, at hetta er ein sera góða skipan, sum dekkar munandi betur, enn okkara
heimliga skipan.
Gerst ein av okkara borgarum sjúkur undir arbeiði í Norra, tekur Heilsutrygd ikki við, meðan
Folketrygd dekkar hesar borgarar okkara, bæði í arbeiðinum í Norra og í frítíðini heima.
Hetta eru borgarar, ið arbeiða nógv, tá teir eru burtur, og eru so heima umleið helvtina av árinum.
Um hesir borgarar skuldu funnið uppá at fortjent sær nøkur eyka oyru, meðan teir eru heima, krevur
Heilsutrygd gjald frá teimum av allari fortjenastuni, eisini teirri fortjenastuni, sum er forvunnin í
Norra.
Hetta mál hevur verið roynt í Kærunevndini í Heilsumálum, har kærunevndin (6. juni 2019) gav
borgaranum viðhald, og har Heilsutrygd ikki valdi at fara víðari í rættin við málinum.
Hóast hetta krevur TAKS framvegis pengarnar frá øllum, sum eru í líknandi støðu, sum hesin borgari
okkara er í.
Enntá ferð TAKS yvir til Norra at heinta inn hesar pengar frá norsku skattamyndugleikunum, hóast
tað er sera ivasamt, um nøkur lógarheimild er fyri hesum kravi, og tí eisini ivasamt, um landskassin
ikki fyrr ella seinni verður noyddur at gjalda hesum persónunum pengarnar aftur.
Undanfarna samgonga valdi at venda blinda eyga til hesar trupulleikar; tí verður málið nú reist, so ein
loysn kann fáa á hesi støðuni, sum als ikki eggjar fólki til at taka eitt eyka tak her heima í frítíðini.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 29. november 2019
Brandur Sandoy

-- 2 of 2 --