← Løgtingsmál

52-024/2019

Sálarligur harðskapur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. des. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
024.19. Svar fra E.M.Gunnleygsdottur I. D. Strom - salarligan hardskap.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAM ÁL ARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
9. desember 2019
Mál: 19/00965-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Elin Winther
Poulsen
Nr. 24/2019
Svar
upp á
fyrispurning nr. 24/2019 frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmanni. Fyrispurningur um
sálarligan harðskap, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ætlanin at seta lóg í verk, sum javnsetur kropsligan- og sálarligan harðskap?
2. Verður farið undir at seta á stovn eina móttøku til tey, ið eru fyri harðskapi, har øll
neyðug hjálp og ráðgeving er savnað?
Svar
Til nr. 1. Í roynd og veru snýr hesin spurningurin seg um, um vit skulu gera broytingar í
revsilógini. Revsilógin er málsøki hjá løgmanni og eg fari tí at heita á spyrjaran um at seta
løgmanni fyrispurningin.
Til nr. 2. Tíverri er framvegis neyðugt støðugt at arbeiða við at basa harðskapi og ágangi, og
tí verður eisini áhaldandi arbeitt við at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum eru fyri
harðskapi.
Samgongan hevur sett sær fyri at fáa Kvinnuhúsinum størri játtan til vega á fíggjarlógini fyri
komandi ár. Arbeitt verður eisini við at fáa fígging, soleiðis at farast kann undir at fáa til vega
hagtøl, sum kunnu lýsa hetta økið í síni heild, so vit betri eru før fyri at meta um, hvat er
týdningarmikið, og hvussu er skilagott at halda fram.

-- 1 of 2 --

ALMANNAM ÁL ARÁÐIÐ
síða 2 av 2
At seta á stovn eina móttøku til tey, ið eru fyri harðskapi, har øll neyðug hjálp og ráðgeving er
savnað, verður umrøtt í Almannamálaráðnum, og eg haldi hetta vera eina áhugaverda skipan.
Farið verður tó ikki alt fyri eitt undir at lata upp eina slíka móttøku í Føroyum.
Samstarv og samskipan eru alneyðug, tá talan er um at veita hjálp og stuðul til teirra, sum eru
ella hava verið fyri harðskapi. Júst tí fegnast eg um tað góða samstarv, sum er á hesum øki.
Síðani 2012 hevur verið arbeitt við at seta í verk átøkini í Heildarætlan um harðskap í parløgum
og nærsambondum eins og Heildarætlan um kynsligan ágang.
Í hesum arbeiði hevur alla tíðina stórur dentur verið lagdur á eitt gott og skipað samstarv millum
stovnar, myndugleikar og viðkomandi aktørar, og samstarvið á økinum riggar serstakliga væl.
Í sambandi við arbeiðið at basa harðskapi og ágangi, sum verður gjørt undir heitinum Sig frá,
hevur Almannamálaráðið stak gott samstarv við nógvar stovnar og aktørar. Nevnast kunnu úr
rúgvuni Politiið, Kvinnuhúsið, Fólkaheilsuráðið, Amnesty International, Apoteksverkið,
Gigni, v.fl.
Tað er ein sannroynd, at samstarv fremur frægastu úrslit. Ikki minst her hjá okkum er neyðugt
at arbeiða saman móti týdningarmiklum málum. Millum annað tí at vit ikki eru so fjølment, og
tí ikki hava møguleika at skipa stovnar og tilboð á júst sama hátt, sum tey gera í øðrum, størri
londum.
Hetta nýtist á ongan hátt at merkja, at tilboðini eru verri enn aðrastaðni. Nevnast kann, at tá
vit taka lut í norðurlendskum samstarvi, verður ofta lagt til merkis, hvussu vit skipa okkum á
hesum øki.
Peningur er ikki settur av í fíggjarlógaruppskotinum til eina móttøku, ið savnar allar
viðkomandi tænastur á einum stað til tey, ið eru fyri harðskapi, men kannað verður alla tíðina,
hvar og hvussu vit eiga at leggja orkuna til tess at basa harðskapi.
Tórshavn, 9. desember 2019
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
024.19. Spurningur til E.M.Gunnleygsdottur fra I. D. Strom - salarligan hardskap.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. nov. 2019

Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm Nr. 24/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um sálarligan harðskap, settur landsstýrismanninum í almannamálum,
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Er ætlanin at seta lóg í verk, sum javnsetur kropsligan- og sálarligan harðskap?
2. Verður farið undir at seta á stovn eina móttøku til tey, ið eru fyri harðskapi, har øll neyðug hjálp
og ráðgeving er savnað?
Viðmerkingar:
Sameindu Tjóðir hevur ásett 25. november at vera altjóða dagur fyri at basa harðskapi móti kvinnum.
Á fundi, ið Amnesty International Føroyar, Kvinnuhúsið, Sig Frá og Almannamálaráðið skipaðu fyri,
fríggjadagin 21. november, varð greitt, at týdningurin at basa harðskapi framvegis er alstórur.
Greitt varð frá, at umstøðurnar hjá teimum, ið eru fyri harðskapi, ikki eru nøktandi í dag. Hetta er
serliga av teirri orsøk, at einki savnað tilboð er til hjálp og ráðgeving, men at tann harðskapsrakta
skal til ymiskar stovnar í býnum at boða frá, fáa ráðgeving o.s.fr. Hetta er ein ógvuliga óheppin og
fløkt mannagongd, ið endurspeglar fløktu sinnisstøðuna hjá tí harðskapsrakta. Tað kann í síðsta enda
gera støðuna enn verri.
Ragna Bjorg Guðbrandsdóttir, ið starvast á Bjarkarhlíð, greiddi frá tilboðnum í Íslandi. Staðið er ein
móttøka, ið veitir alla neyðuga hjálp, stuðul og vegleiðing á einum stað. Eina slíka móttøku kundu vit
umhugsað at sett á stovn í Føroyum.
Harumframt varð borið fram, at sálarligur harðskapur framvegis ikki er javnsettur við likamligan
harðskap í Føroyum.
Sambært tølum frá Kvinnuhúsinum eru 370 fráboðanir í 2018 um sálarligan harðskap. Danski
stovnurin Lev Uden Vold savnaði í 2018 altjóða gransking um avleiðingarnar av sálarligum
harðskapi. Við útgangsstøði í 38 granskingarverkætlanum sæst greiður samanhangur millum
sálarligan harðskap og ávikavist angist, PTSD og tunglyndi. Trýstið, ið sálarligur harðskapur hevur
við sær, ávirkar harumframt evnini at vera foreldur og likamligu heilsuna neiliga.
Sambært §245 stk. 2 í revsilógini kann tann, sum ger skaða á annans likam ella heilsu, verða revsaður
við fongsli í upp til 6 ár. Skaði á heilsu fevnir eisini um sálarligar løstir.
§266 í revsilógini fevnir um tann, sum hóttir við at fremja revsiverda gerð, og hóttanarmátin er
egnaður til at kunna skapa stóran ótta fyri lívi, heilsu ella vælferð hjá tí hótta ella øðrum.
Revsiramman er sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
Sálarligur harðskapur er sostatt ikki kriminaliseraður sjálvstøðugt, men bert í samband við annan
harðskap, tvingsil og hóttanir. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 27. november 2019
Ingilín Didriksen Strøm

-- 1 of 1 --