← Løgtingsmál

52-023/2019

Umskipan av Strandfaraskipum Landsins

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. des. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
023.19. Svar fra J. Niclasen til B. Hammer umskipan av Strandfaraskipum landsins.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F F I N A N C E
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, 5. desember 2019
J.Nr.: 19/00442
Svar upp á fyrispurning nr. 23/2019 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurning frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, um umskipan av Strandfaraskipum landsins
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at umskipa Strandferðsluna og leggja hana í eitt alment
partafelag?
2. Um so er, kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu hann væntar, at hetta fer at ávirka
ferðafólkaflutningin og farmaflutningin hjá Strandferðsluni í framtíðini?
Svar
Eitt av fremstu málum samgongunar, er at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt
væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur alstóran týdning fyri vinnuna og trivnaðin kring
alt landið.
Ein møguleiki er at umskipa Strandfaraskip landsins til alment partafelag, men arbeiðir landsstýrið
ikki við tí møguleikanum. Partafeløg skulu rekast á vinnuligum grundarlagi, við vinningi fyri eygað.
Viðvíkjandi Strandferðsluni, so fíggja inntøkurnar minni enn helvtina av rakstrarútreiðslum
stovnsins.
Strandfaraskip landsins skulu hava betri og tryggari karmar at virka eftir í framtíðini. Verða
bygnaðarligar broytingar ella aðrar broytinar gjørdar, skal endamálið verða at styrkja stovnin, og at
gera ferðafólka- og farmaflutning stovnsins enn betri.
Stovnurin kann í størri mun rekast á handilsligum grundarlagi, eitt nú við at endurskoða
ferðaseðlaprísirnir hjá útlendskum ferðafólki, soleiðis at meira verður til rakstur. Sum kunnugt eru
bygdaleiðir útveittar, og langtíðarsáttmálar gjørdir. Mykinesfarleiðin verður røkt av privatum.
Samferðslukervið er væl útbygt, og eru eini 87% av landsins borgarum knýttir saman í einum
vegakervi. Tunnil verður boraður til Sandoynna, og verður nú farið undir at fyrireika arbeiðið at
gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Viðmerkjast skal, at landsstýrið nú fer undir eina tilgongd at endurnýggja ferjurnar hjá
Strandfaraskipum landsins.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F F I N A N C E
Suðuroyggin verður tann síðsta av stóru oyggjunum, sum fær fast vegasamband, og er sera
umráðandi at suðuroyarfarleiðin verður røkt á besta hátt, til fast samband verður.
Tinganes, 5. desember 2019
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
023.19. Spurningur til J. Niclasen fra B. Hammer umskipan av Strandfaraskipum landsins.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. nov. 2019

Sjá útdrigin tekst
Bjarni Hammer Nr. 23/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um umskipan av Strandfaraskipum Landsins, settur landsstýrismanninum í
samferðslumálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at umskipa Strandferðsluna og leggja hana í eitt alment
partafelag?
2. Um so er, kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu hann væntar, at hetta fer at ávirka
ferðafólkaflutningin og farmaflutningin hjá Strandferðsluni í framtíðini?
Viðmerkingar:
Hósdagin í farnu viku umrøddi Løgtingið eitt uppskot frá Tjóðveldi um at leggja eina miðvísa ætlan
fyri at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni. Í hesum sambandi segði tingmaður Fólkafloksins,
Christian Andreasen, at hann metti, at samgongan átti at umhugsa at umskipa Strandferðsluna og
leggja hana í eitt alment partafelag.
Christian Andreasen er tingbólkaformaður Fólkafloksins, og tí má roknast við, at útsagnir hansara
umboða almennu hugsan floksins á tingi. Slíkar útsagnir skapa ótryggleika millum fólk, sum
dagliga ferðast við Strandferðsluni og sum hava tørv á jøvnum og góðum ferðasambandi. Tí heiti eg
á landsstýrismannin um at greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur viðvíkjandi umskipan av
Strandferðsluni, og hvussu ein møgulig umskipan fer at ávirka flutningin hjá Strandferðsluni í
framtíðini.
Á Løgtingi, 25. novembur 2019
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --