52-022/2019
Nólsoyarleiðin og aðrar leiðir hjá SSL
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. nov. 2019 · logting.fo
Uppskotssetarar
- Eingin skrásettur
Skjøl (2)
022.19. Svar fra J. Niclasen til K. Hergeirsson-noylsoyarleidin og adrar ssl leidir.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 1. desember 2019 J.Nr.: Svar upp á fyrispurning nr. 22/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurning frá Karlot Hergeirsson, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Nólsoyarleiðina og aðrar leiðir hjá SSL. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær kann væntast, at nýggj ferja verður sett inn á Nólsoyar leiðina? 2. Verður arbeitt við at útvega eitt avloysaraskip, sum hevur á leið sama kapasitet sum Teistin / Ternan, inntil nýggj ferja kemur? 3. Hví er játtanin á Nólsoyarleiðini í uppskotinum til fíggjarlóg 819.000 kr. lægri í 2020 enn 2019? 4. Vil landstýrismaðurin útvega játtan, so at "eykamaðurin" kann vera umborð alla summarhálvuna, og ikki sum higartil uml. 2 mánaðir? 5. Vil landsstýrismaðurin bera so í bandi, at tað kemur ein túrur jólaaftanskvøld og ein túrur jólakvøld, so fólk sleppa til hús? Svar til spurningar 1 og 2: Tað er sera umráðandi, at ferðasambandið er gott til Nólsoyar, og ynskir landsstýrismaðurin at virka fyri, at sambandið er á nøktandi støði. Borgarliga samgongan, sum sat frá 2011-2015, setti sær fyri at byggja nýggja Nólsoyarferju. Verklagslóg varð samtykt, projekteringin gjørd, byggingin bjóðað út og løgujáttan tøk í 2015. Nýggj samgonga varð skipað millum Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi í september 2015. Á eykajáttan í oktobur strikaði tann samgongan játtanina til nýggju Nólsoyarferjuna. Síðan er einki hent, og heldur eingin ætlan liggur í landsstýrinum frá undanfarna landsstýrið um Nólsoyarferju. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Nú er nýggj samgonga skipað. Vit hava sett okkum fyri at gera eina ítøkiliga ætlan at endurnýggja allan flotan hjá SSL – eisini nýggja Nólsoyarferju. Her skal tó leggjast afturat, at í mai 2020 kemur nýggi eykabáturin hjá Strandfaraskipum Landsins. Hann fær avloyst nøkur av skipunum, her í millum Ternuna, tá ið tørvur er á tí. Báturin tekur 120 ferðafólk á sumri og 97 ferðafólk um veturin. Hann tekur 3 persónbilar ella ein stóran bil, umframt farm og olju. Svar til spurningar 3 og 4 Játtanin lækkar til Nólsoyarfarleiðina frá 2019 til 2020. Orsøkin til tess er, at játtanin í ár verður brúkt til bæði vanligan rakstur og til umvælingar av Ternuni. Í 2019 hava verið umvælingar, sum ikki eru neyðugar í 2020. T.v.s., at játtanin til rakstur er óbroytt. Viðlíkahald og umvælingar av Strandfaraskipunum, verða gjørdar eftir eini langtíðarætlan, har útreiðslurnar til einstøku skipini broytast ár um ár. Landsstýrið arbeiðir enn við fíggjarlógini fyri 2020. Tí kann enn ikki sigast, hvussu játtanin til SSL verður. SSL upplýsir, at nevndi eykamaðurin á Ternuni í summarhálvuni kostar einar 400.000 kr. til 420.000 kr. afturat árliga. Tað vil sjálvandi eisini geva inntøkur, men við sera lágu ferðaseðlaprísunum er ilt at meta um inntøkuvøksturin av hesum. Svar til spurning 5 Skipini hjá Strandfaraskipum Landsins sigla 365 dagar um árið. Øll skipini hava túrar út á seinnapartin jólaaftan og fyrrapartin jóladag. Í ár eru ikki ætlanir um at broyta siglingina. Tinganes, 1. desember 2019 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
022.19. Spurningur til J. Niclasen fra K. Hergeirsson-noylsoyarleidin og adrar ssl leidir.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
Karlot Hergeirsson Nr. 22/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um Nólsoyarleiðina og aðrar leiðir hjá SSL, settur landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Nær kann væntast, at nýggj ferja verður sett inn á Nólsoyar leiðina? 2. Verður arbeitt við at útvega eitt avloysaraskip, sum hevur á leið sama kapasitet sum Teistin / Ternan, inntil nýggj ferja kemur? 3. Hví er játtanin á Nólsoyarleiðini í uppskotinum til fíggjarlóg 819.000 kr. lægri í 2020 enn 2019? 4. Vil landstýrismaðurin útvega játtan, so at "eykamaðurin" kann vera umborð alla summarhálvuna, og ikki sum higartil uml. 2 mánaðir? 5. Vil landsstýrismaðurin bera so í bandi, at tað kemur ein túrur jólaaftanskvøld og ein túrur jólakvøld, so fólk sleppa til hús? Viðmerkingar: Samgonguskjalið tilskilar, at «Avgerandi fyri trivnaðin er eitt gott samferðslukervi har oyggjarnar verða knýttar saman. Tí verður ein samferðsluætlan gjørd, har íløgur í tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervi og ferjur verða raðfestar innanfyri langtíðar løgukarmin». Her verða ferjur nevndar seinast, men vónandi er tað ikki soleiðis, landsstýrið hevur ætlan at raðfesta, altso ferjunar seinast og alt hitt fyrst, men hyggur ein í fíggjarlógauppskotið fyri 2020, so dugi eg ikki at síggja, at nøkur íløga er sett av til ferjur, ei heldur í 2021 og 2022. Tað er bara tað lítla avloysaraskipið, sum longu er í gerð, sum verður liðugt í mai 2020 (játtað í 2018 og 2019). Hetta skipið fer ikki at nøkta tann dagliga tørvin. Á hvørjum ári eru vit komin langt inn í summarið, áðrenn "eykamaðurin" er settur umborð á Ternuna, so hon kann føra 294 ferðafólk í staðin fyri 95. Hetta ber í sær, at tað ofta kemur fyri, at Ternan ikki nøktar tørvin. Hetta hevur sera neiliga ávirkan á ferðavinnuna í oynni. Tað er eitt stórt ynski hjá teimum, sum hava brúk fyri strandferðsluskipunum um jólini, at túratalið verður økt, soleiðis at familjur kunna halda jól saman, og hava møguleika at koma heim aftur til sín sjálvs um kvøldið. Skipini hjá SSL eru fult mannaði um høgtíðirnar. Á Løgtingi, 19. november 2019 Karlot Hergeirsson -- 1 of 1 --
Atkvøðugreiðslur (0)
Ongar atkvøðugreiðslur skrásettar
Orðaskifti (0)
Einki orðaskifti skrásett