52-020/2019
Fjøruvegurin í Runavík og trupulleikar við ferðslu, tá Skálafjarðar-tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. nov. 2019 · logting.fo
Uppskotssetarar
- Eingin skrásettur
Skjøl (2)
020.19. Svar fra J. Niclasen til T. Vestergaard - Fjorduvegin i Runavik og trupulleikar vid ferdslu ta Skalafjardar-tunnlin letur upp fyri almennari ferdslu.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Tinganes • Postsmoga 2039 • FO-110 Tórshavn Telefon: + 298 35 20 20 • E-mail: FMR@FMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn J.Nr.: 19/00431-2 Svar uppá spurning nr. 20/2019 eftir § 52a í tingskipanini Spurningur frá Terja B. Vestergaard, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Fjøruvegin í Runavík. Spurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja málið: løgtingsmál nr. 142/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík, fram á ting av nýggjum? 2. Um ikki, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa avbjóðingina við innkomuvegnum í Runavík? 3. Hvussu nógvan pening ætlar landsstýrismaðurin at seta av til verkætlanina á fíggjarlógini 2020 og tey næstu árini? 4. Hvat metir landsstý rismaðurin, at samlaði kostnaðurin verður fyri landskassan av samlaðu verkætlanini? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at javnseta kommunurnar báðu megin tunnilsmunnarnar viðvíkjandi almenna partinum? 6. Nær kann hugsast, at arbeiðið byrjar? Svar: Endamálið við løgtingsmáli nr. 142/2018 var at útvega eina materiella heimild til at fara undir arbeiðið við Fjøruvegnum. Í viðmerkingum frá Fíggjarmálaráðnum varð tó víst á, at verkætlanin var ikki nóg væl fyrireikað, og at málið ikki var búgvið til at verða lagt fyri Løgtingið. Fíggjarmálaráðið vísti í hesum sambandi á, at tá ið talan er um nýgerð av landsvegum, skal projektuppskot fyriliggja, áðrenn verklagslóg verður løgd fyri Løgtingið. Havandi hetta í huga, verður uppskotið tí neyvan lagt fram aftur í óbroyttum líki. Landsstýrið arbeiðir við at raðfesta løgur innanfyri langtíðar løgukarmin og verður landsins partur av kostnaðinum í sambandi við Fjøruvegin partur av hesi raðfesting. Áðrenn komið er á mál við hesum arbeiði ber ikki til at siga, hvussu nógv ætlanin er at seta av til verkætlanina í 2020 og tey næstu árini. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E 2/2 Áðrenn verkætlanin er projekterað og avgerð er tikin um, hvør endaliga loysnin verður, ber heldur ikki til at siga, hvat samlaði kostnaðurin verður fyri landskassan, ella nær arbeiðið byrjar. Hvussu kostnaðarbýtið verður millum land og kommunur er heldur ikki greitt enn, men hetta kemur helst m.a. at verða grundað á, hvussu verkætlanin verður sett saman av tilmælum frá Landsverki og ynskjum frá kommununum um broytingar í mun til hesi. Tinganes, 25. november 2019 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
020.19. Spurningur til J. Niclasen fra T. Vestergaard - Fjorduvegin i Runavik og trupulleikar vid ferdslu ta Skalafjardar-tunnlin letur upp fyri almennari ferdslu.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
Terje B. Vestergaard Nr. 20/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um Fjøruvegin í Runavík og trupulleikar við ferðslu, tá Skálafjarðar- tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, settur landsstýrismanninum í samferðslumálum Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja málið: løgtingsmál nr. 142/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík, fram á ting av nýggjum? 2. Um ikki, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa avbjóðingina við innkomuvegnum í Runavík? 3. Hvussu nógvan pening ætlar landsstýrismaðurin at seta av til verkætlanina á fíggjarlógini 2020 og tey næstu árini? 4. Hvat metir landsstýrismaðurin, at samlaði kostnaðurin verður fyri landskassan av samlaðu verkætlanini? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at javnseta komunurnar báðu megin tunnilsmunnarnar viðvíkjandi almenna partinum? 6. Nær kann hugsast, at arbeiðið byrjar? Viðmerkingar: Landsstýrismaðurin í samferðslumálum í undanfarnu samgongu dagfestir og undirskrivar uppskotið, løgtingsmál nr. 142/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík, tann 28. februar 2019, og leggur málið fyri tingið. Uppskotið varð viðgjørt á tingfundi hósdagin 14. mars 2019. Uppskotið kom ikki aftur úr nevnd, og fall tí burtur. Um talan er um tilætlað drál er ikki til at vita, men á heimasíðuni hjá Løgtinginum stendur: “Málið fall burtur sambært stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí málið ikki var liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði”. Málið er blivið viðgjørt saman við avvarðandi pørtum á fíggjarnevndar- fundum hósdagin 21. mars, og týsdagin 9. apríl. Allir partar eru væl og virðiliga kunnaðir um, at málið hevur serstakan skund. Ferðslan í Runavík og har um leiðir er nógv vaksin seinastu árini. Í 2020 letur Eysturoyartunnlin upp fyri ferðslu, sum merkir, at Runavík verður ein av høvuðsfarleiðum landsins. Um ruðuleiki ikki skal valda í ferðsluni frá Skálafjarðartunlinum er neyðugt, at arbeiðið upp á vegagerðina byrjar alt fyri eitt. Hetta er orsøkin til omanfyri standandi fyrispurningar. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 14. november 2019 Terje B. Vestergaard -- 2 of 2 --
Atkvøðugreiðslur (0)
Ongar atkvøðugreiðslur skrásettar
Orðaskifti (0)
Einki orðaskifti skrásett