← Løgtingsmál

52-019/2019

Ljóð- og luftdálking fram við føroysku havnunum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. nov. 2019 · logting.fo

Uppskotssetarar

  • Eingin skrásettur
Skjøl (2)
019.19. Svar fra H. Abrahamsen til T. Vestergaard - ljod- og luftdalking fram vid foroysku havnunum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. nov. 2019

Sjá útdrigin tekst
Helgi Abrahamsen Nr. 19/2019
landsstýrismaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Svar til fyrispurningur um ljóð- og luftdálking fram við føroysku havnunum, settur
landsstýrismanninum í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir
TS § 52a)
Svar
Spurningur 1
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja uppskot fyri tingið viðvíkjandi ljóð- og
luftdálking?
Svar til spurning 1
Tað er ikki greitt enn, um avbjóðingarnar við ljóð- og luftdálking frá føroysku havnunum
verða greiddar við at leggja málið fyri Tingið. Vit eru í eini tilgongd, sum ikki er liðug enn.
Fundir hava verið við felagið Heimafrið og Kommunufelagið. Eisini hevur verið samskifti
við SEV. Fundur skal vera við “havnanetverkið” havnir hjá Kommunufelagnum um
avbjóðingarnar á økinum. Á fundinum við netverkið er ætlanin at fáa greiðu á, hvørji tiltøk
havnirnar sjálvar kunnu seta í verk og fyri hvørji viðurskifti neyðugt er, at landsstýrismaðurin
fær til vega ásetingar, sum verða at galda fyri allar havnir til tess at avmarka ljóð- og
luftdálkingina frá havnunum.
Spurningur 2
Hvørjar fíggjarligar avleiðingar fær eitt slíkt uppskot fyri t.d. kommunurnar?
Svar til spurning 2
Vísandi til svar til spurning 1 er ikki gjørligt at meta um, hvørjar tær fíggjarligu
avleiðingarnar fyri kommunurnar verða. Arbeitt verður millum annað við møguleikanum, at
kommunurnar kunnu fáa inntøkur burtur úr landstreymi, soleiðis at íløgurnar kunnu verða
vunnar innaftur.
Spurningur 3
Nær kann tað hugsast, at eitt slíkt uppskot verður klárt at leggja fyri Løgtingið?
Svar til spurning 3
Sum áður sagt, er ikki greitt enn, hvørt loysnin er at leggja eitt lógaruppskot fyri Tingið ella
um hetta verður loyst við kunngerð ella boðum. Ein loysn skal finnast og vónandi gongur ikki
ov long tíð til greiða er fingin á, hvussu avbjóðingarnar verða loystar
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 26. november 2019
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
019.19. Spurningur til H. Abrahamsen fra T. Vestergaard - ljod- og luftdalking fram vid foroysku havnunum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. nov. 2019

Sjá útdrigin tekst
Terje B. Vestergaard Nr. 19/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um ljóð- og luftdálking fram við føroysku havnunum, settur
landsstýrismanninum í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir
TS § 52a)
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja uppskot fyri tingið viðvíkjandi ljóð- og
luftdálking?
2. Hvørjar fíggjarligar avleiðingar fær eitt slíkt uppskot fyri t.d. kommunurnar?
3. Nær kann tað hugsast, at eitt slíkt uppskot verður klárt at leggja fyri Løgtingið?
Viðmerkingar:
Ljóð- og luftdálking frá havnaløgunum og skipum hevur verið meira og meira umrøtt millum
fólk, og tey hava tikið seg saman at stovna eitt felag, hvørs høvuðsendamál er at virka fyri, at
lóggivið verður soleiðis, at Føroyar gera sum grannalondini og áseta krøv til dálking frá
skipum.
Í 2017 segði landsstýrismaðurin í undanfarnu samgongu, at um kommunurnar ikki seta
hámarksvirði fyri óljóð og dálking frá skipum, mátti landsstýrismaðurin í heilsu- og
innlendismálum seta átøk í verk fyri at verja borgaran. Hetta varð endurtikið í 2018.
Tað má metast rímiligt, at ásetingar fyri óljóð og dálking frá skipum verða eins fyri allar
kommunur í landinum sum varða av havnunum.
Hetta er orsøkin til hendan spurning.
Á Løgtingi, 14. november 2019
Terje B. Vestergaard

-- 1 of 1 --

Atkvøðugreiðslur (0)

Ongar atkvøðugreiðslur skrásettar

Orðaskifti (0)

Einki orðaskifti skrásett