52-018/2019
Innkomuvegur til Havnar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. nov. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
018.19. Svar fra J. Niclasen til H. Mortensen - innkomuveg til Havnar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Tinganes • Postsmoga 2039 • FO-110 Tórshavn Telefon: + 298 35 20 20 • E-mail: FMR@FMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn J.Nr.: 19/00427-2 Svar uppá spurning nr. 18/2019 eftir § 52a í tingskipanini Spurningur frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um innkomuvegin til Havnar. Spurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstý rismaðurin viðvíkjandi innkomuvegnum til Havnar? 2. Eru tingingar millum land og kommunu um málið, og um so er, hvør er tí ðarkarmurin? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at seta pening av til innkomuvegin á komandi fíggjarlóg? 4. Kann landsstý rismaðurin upplý sa, nær innkomuvegurin til Havnar væntandi verður liðugur? Svar: Hendan samgongan byrjar meir ella minni av nýggjum við hesum máli. Hóast innkomuvegurin til Havnar hevur verið ovarlaga á breddanum í fleiri ár, so megnaði undanfarna samgonga, hvørki at hava nøktandi játtan til verkætlanina ella at fáa eina verklagslóg samtykta. Játtanin til verkætlanina er bert 1 mió.kr. í 2019, meðan 5 mió.kr. eru fluttar frá undanfarnum árum. Játtanin er brúkt til at byrja at gera eitt vegastrekki á innkomuvegnum við Skarðshjalla, við at leggja tunnilsgrót í vegin. Sitandi landsstýrið hevur ikki havt tingingar við Tórshavnar kommunu um innkomuvegin. Landsstýrið arbeiðir við at raðfesta íløgur innanfyri langtíðar løgukarmin og verður landsins partur av kostnaðinum í sambandi við innkomuvegin partur av hesi raðfesting. Arbeiðið við hesum er ikki komið á mál, herundir heldur ikki, hvussu nógv verður sett av til hvørja verkætlan á komandi fíggjarlóg. Ætlanir hava verið um at gera innkomuvegin lidnan í stigum, so hvørt ferðslutrýstið ger tað neyðugt, og tí ber illa til at siga nær innkomuvegurin í síni heild verður liðugur. Tinganes, 23. november 2019 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
018.19. Spurningur til J. Niclasen fra H. Mortensen - innkomuveg til Havnar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 18/2019 Heðin Mortensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um innkomuvegin til Havnar, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstý rismaðurin viðvíkjandi innkomuvegnum til Havnar? 2. Eru tingingar millum land og kommunu um málið, og um so er, hvør er tí ðarkarmurin? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at seta pening av til innkomuvegin á komandi fíggjarlóg? 4. Kann landsstý rismaðurin upplý sa, nær innkomuvegurin til Havnar væntandi verður liðugur? Viðmerkingar: Í oktober 2016 gjørdu tá verandi borgarstjó ri í Tó rshavn og táverandi landsstý rismaður í samferðslumá lum eina avtalu um innkomuvegin til Havnar. Við hesi avtalu var komið á má l við einum á ralongum strí ði um, hvussu vegurin skuldi leggjast, hvussu nó gvum í bindingum tørvur er á , og hvussu hesar skulu liggja, fyri at gera ferðsluna til Havnar og ú r Havnini so smidliga sum gjørligt. Innkomuvegurin, ið avtala er gjørd um, byrjar við Skarðshjalla og gongur umvegis ný ggja rundkoyring við Hví tanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin norður um Havnina og til Oyggjarvegin. Partarnir avtalaðu tá, hvørjum vegastrekkjum, í bindingum og flættingum, ið á vikavist landið og kommunan varða av, og gró t frá undirsjó vartunlinum skuldi í størst møguligan mun verða ný tt til vegagerðirnar. Avtalað var eisini, at landið og Tó rshavnar kommuna skuldu fí ggja tunnilin helvt um helvt, og at tunnilin skuldi verða landsvegur. Nú umboð fyri Fólkaflokkin sita bæði í borgarstjórasessinum í Tórhavnar kommunu og í landsstýrissessinum við samferðslumálum, skuldi tað verið lagamanni at fingið eina avtalu í dag. Tí fari eg at heita á landsstýrismannin um at greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur fyri at fáa vegin gjørdan. Á Løgtingi, 12. november 2019 Heðin Mortensen -- 1 of 1 --