52-017/2019
Skattafrádrátt fyri virðiskort fyri ítróttar, mentanar- og frítíðarvirksemi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. nov. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
017.19. Svar fra J. Niclasen til D.N. Joensen - skattafradratt fyri virdiskort fyri itrottar- mentanar- og fritidarvirksemi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Tinganes • Postsmoga 2039 • FO-110 Tórshavn Telefon: + 298 35 22 00 • Telefax: + 298 35 22 01 • E-mail: FMR@FMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tinganes, 18. november 2019 J.Nr.: 19/00424-2 Svar upp á fyrispurning nr. 17/2019 eftir § 52a í tingskipanini frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, um skattafrádrátt fyri virðiskort fyri ítróttar, mentanar- og frítíðarvirksemi Spurningur: Ætlar landsstýrismaðurin at broyta ásetingarnar í skattalógini, so virðiskort fyri ítróttar-, mentanar- og frítíðarvirksemi verða javnsett við onnur undantøk so sum hækkaðan barnafrádrátt, lækkað ansingargjøld og annað? Svar: Hetta er eitt nýtt átak, sum einstakar kommunur hava tikið stig til. Talan er um eitt virðiskort, sum er oyramerkt børnum, og sambært § 5 í skattalógini verða børn sjálvstøðugt sett í skatt av inntøku síni. Tað einasta undantakið í so máta er inntøka, sum heimabúgvandi børn undir 16 ár vinna í vinnuvirki foreldranna, og tað er tað ikki talan um í hesum føri. Men hóast børn eru sjálvstøðugt skattskyldug av inntøku síni, so hava tey allarfægstu inntøku, sum er omanfyri botnfrádráttin; so virðiskortið verður fyri tey flestu skattafrítt uttan lógarbroyting. Um hvørt einstakt barn skal geva upp á hvørjum ári, verður tað ein tung skipan fyri foreldur og fyri TAKS ein umsiting, sum kemur at kosta. Til tess at gera umsitingina við virðiskortum lættari at umsita, er landsstýrismaðurin í fer við at kanna, um og hvussu ein kann fáa eina skipan í lag, har kommunur við virðiskortum vegna sínar íbúgvar árliga boða TAKS frá við navn og p-tali, hvør í kommununi hevur fingið eitt virðiskort, og hvør upphædd er latin viðkomandi. Tað hevði lætt um hjá TAKS og foreldur nýttust ikki at hugsa um skylduna at boða TAKS frá. Fíggjarmálaráðið, 11. november 2019 Jørgen Niclasen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
017.19. Spurningur til J. Niclasen fra D.N. Joensen - skattafradratt fyri virdiskort fyri itrottar- mentanar- og fritidarvirksemi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 17/2019 Djóni Nolsøe Joensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um skattafrádrátt fyri virðiskort fyri ítróttar, mentanar- og frítíðarvirksemi, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Ætlar landsstýrismaðurin at broyta ásetingarnar í skattalógini, so virðiskort fyri ítróttar-, mentanar- og frítíðarvirksemi verða javnsett við onnur undantøk so sum hækkaðan barnafrádrátt, lækkað ansingargjøld og annað? Viðmerkingar: Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti hin 31. oktobur at seta í verk skipanina “Spjaldur” sum eina royndarskipan í 2020. Skipanin hevur til endamáls at veita øllum borgarum í kommununi í aldrinum 6 - 18 ár eitt ognarkort á 2000 krónur árliga. Runavíkar kommuna skrivar á heimsíðu síni, at Spjaldrið verður eitt persónligt ognarkort, ið bert kann nýtast av einum og sama persóni, og tað verður galdandi fyri alt virksemi á ítróttar, mentanar- og frítíðarøkinum, sum er staðsett í Runavíkar kommunu. Kommunan vísir eisini á, at børnini og tey ungu sjálvi ráða fyri, um ognarkortið verður nýtt í fimleiki, fótbólti, kapprógving, klaverspæli, telving, frálæru í russiskum o.s.fr. Runavíkar kommuna hevur spurt seg fyri hjá TAKS og løgfrøðiligum ráðgeva um skipanina. Hesi vísa á, at eingin forðing er fyri at seta skipanina í verk, men at virðiskortið er skattskyldugt hjá tí, sum fær ágóðan av tí. At lata eitt virðiskort til børn og ung kann javnsetast við aðrar fíggjarligar lættar fyri barnafamiljur so sum barnafrádrátt, ókeypis busskoyring ella lækkað ansingargjøld. Spurningurin er tí, um tað ikki er rættast at tillaga skattalógina, so at virðiskort fyri ítróttar-, mentanar- og frítíðarvirksemi verða javnsett við nevndu undantøk. Á Løgtingi, 8. november 2019 Djóni Nolsøe Joensen -- 1 of 1 --