52-016/2019
Suðuroyartunnil
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. nov. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
016.19. Svar fra J. Niclasen til H. Mortensen - suduroyartunnil.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Tinganes • Postsmoga 2039 • FO-110 Tórshavn Telefon: + 298 35 22 00 • Telefax: + 298 35 22 01 • E-mail: FMR@FMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 12. november 2019 J.Nr.: 19/00425-2 Tygara skriv: nr. 16/2019 Svar uppá fyrispurning nr. 16/2019 eftir tingskipanini §52a Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Suðuroyartunnil. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta eitt alment tunnilsfelag á stovn fyri Suðuroyartunnilin? 2. Um so er, nær ætlar landsstýrismaðurin at stovnseta felagið? 3. Kunnu vit vænta, at farið verður undir forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnilin, meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum fer fram? Svar: Til nr. 1 Arbeiðsbólkurin, sum skrivaði “Álit um møguleikar, fyrimunir og vansar, at gera ein Suðuroyartunnil”, mælti til, at byrjað verður at bora og spreingja Suðuroyartunnilin í 2023. Grundgevingin er, at í 2023 er fíggjarligi váðin av verkætlanini Eystur- og Sandoyartunnilin minkaður munandi. Tá ið Eysturoyartunnilin hevur verið opin í 1-2 ár, síggjast greiðar ábendingar um, hvørt inntøkurnar frá tunnilsgjaldinum í Eysturoyartunlinum vera sum væntaðar. Byggitíðin í sambandi við Suðuroyartunnilin er mett at vera 7-9 ár tilsamans fyri bori- og spreingiarbeiði og fyri at gera tunnilin lidnan. Prosjekteringin av Suðuroyartunlinum fer væntandi at taka 1-2 ár, áðrenn byggiverkætlanin kann bjóðast út. Samlaði kostnaðurin av verkætlanini er fyribils mettur til um 3-3,5 mia. kr. Tunnilin verður um 22- 26 km. langur alt eftir, um tunnilin verður í einum ella, um tunnilin verður í tveimum umvegis Skúvoynna. Leisturin, sum higartil hevur verið brúktur, har almenn partafeløg hava staðið fyri at fyrireika, byggja og reka undirsjóvartunlar hevur sambært arbeiðsbólkinum, sum skrivaði “Álit um møguleikar, fyrimunir og vansar, at gera ein Suðuroyartunnil”, víst seg at rigga sera væl. Góðar royndir hava eisini verið í okkara grannalondum av at skipa stórar útbyggingar av vegakervinum í almenn partafeløg, sum hava staðið fyri lántøku, sum síðani verður afturrindað við nýtslugjøldum. Nevnast kunna Stórabeltsbrúgvin og Oyrarsundsbrúgvin í Danmark og Svøríki og tunnilin undir Hvalfjørðin í Íslandi. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E 2/2 Samgongan heldur tí eins og arbeiðsbólkurin onga orsøk vera at gera annað hesum viðvíkjandi, enn at stovna eitt alment partafelag P/F Suðuroyartunnilin. Felagið skal so hava til uppgávu at fyrireika, byggja og reka Suðuroyartunnilin, umframt at fáa til vega fremmandu fíggingina til verkætlanina, sum síðani verður afturrindað við nýtslugjøldum. Hetta tó í tøttum samstarvi við myndugleikarnar fyri at fáa fíggjað verkætlanina til ein so lágan fíggjarkostnað sum gjørligt. Til nr. 2 Landsstýrið ætlar at stovna eitt alment tunnilsfelag fyri Suðuroyartunnilin, tá ið verkætlanin er búgvin til tað og tá ið politiska skipanin, Løgtingið og landsstýrið, hava viðgjørt og tikið støðu til týðandi spurningar í sambandi við verkætlanina. Nevnast kunnu fíggingarleistur, linjuføring, um talan skal vera um ein ella tveir tunlar og hvat gerast skal við grótið úr tunlinum. Til nr. 3 Samgongan ætlar, at farið verður undir forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnilin, meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum fer fram. Tinganes, 12. november 2019 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
016.19. Spurningur til J. Niclasen fra H. Mortensen - suduroyartunnil.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 16/2019 Heðin Mortensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um Suðuroyartunnil, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta eitt alment tunnilsfelag á stovn fyri Suðuroyartunnilin? 2. Um so er, nær ætlar landsstýrismaðurin at stovnseta felagið? 3. Kunnu vit vænta, at farið verður undir forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnilin, meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum fer fram? Viðmerkingar: Í juni mánaði handaði ein arbeiðsbólkur undir Samferðslumálaráðnum táverandi landsstýrismanni í samferðslumálum eitt álit um møguleikar, fyrimunir og vansar við at gera ein Suðuroyartunnil. Arbeiðsbólkurin vísti á fleiri týðandi samfelagsligar fyrimunir við einum Suðuroyartunli. Fyrst og fremst fyri tey, sum búgva í Suðuroynni, men eisini fyri alt landið, tí møguleiki verður at heildarhugsa vælferðartænastur og marknaðir fyri bæði vørur og tænastur, verður tunnilin til veruleika. Sambært arbeiðsbólkinum verður í fyrsta lagi koyrandi til Suðuroyar í 2030, um arbeitt verður skjótt. Tá er Smyril næstan 25 ára gamal og neyvan í sama standi sum í dag, og tí mælti arbeiðsbólkurin til at gera eina verklagslóg og stovna eitt alment partafelag skjótast, umframt at seta partapening í felagið, so farast kann undir neyðugu forkanningarnar og fyrireikingarnar. Arbeiðið við at bora Sandoyartunnilin er farið í gongd, og boringin verður væntandi liðug við ársenda 2021. Mett verður, at tað hevur týdning at gera forkanningar, meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum er í gongd, soleiðis at tað eisini í byggitíðarskeiðnum verður gjørligt at meta um møguligar fyrimunir ella vansar at byrja arbeiðið upp á Suðuroyartunnilin samstundis, ella stutt eftir, at arbeiðið við Sandoyartunlinum er liðugt. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 8. november 2019 Heðin Mortensen -- 1 of 1 --