← Løgtingsmál

52-015/2019

Tunlarnir norður um Fjall

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. nov. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
015.19. Svar fra J. Niclasen til B.L. Jacobsen - tunlarnir nord um fjall.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. nov. 2019

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F F I N A N C E
Tinganes • Postsmoga 2039 • FO-110 Tórshavn
Telefon: + 298 35 20 20 • E-mail: FMR@FMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
J.Nr.: 19/00420-2
Svar uppá spurning nr. 15/2019 eftir § 52a í tingskipanini
Spurningur frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, settur Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, um tunlarnar norður um Fjall.
Spurningurin er soljóðandi:
1. Verður farið undir tunlarnar norður um Fjall, tá Hvalbiartunnilin er skotin ígjøgnum?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at nýggju tunlarnir norður um Fjall eru lidnir?
Svar:
Landsstýrið arbeiðir við at raðfesta íløgur í tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervi og ferjur
innanfyri langtíðar løgukarmin. Arbeiðið við hesum ikki er komið á mál, men sum upplýst í svari
til líknandi § 52a spurning frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, eru tunlarnir norður um
Fjall raðfestir fremst av teimum stóru tunnilsverkætlanunum. Í sama svari varð eisini upplýst, at
ætlanin er at fara undir tunlarnar norður um Fjall, so skjótt Hvalbiartunnilin er liðugur, men at
samgongan eisini kannar møguleikar at framskunda verkætlanina.
Í heyst samtykti Løgtingið eina eykajáttan á 21 mió. kr. til at framskunda verkætlanina við
Hvalbiartunnilinum, ið eftir ætlan verður borðaður ígjøgnum komandi ár. Hetta hevur við sær,
at farast kann undir tunlarnar norður um Fjall fyrr enn ætla, men enn er kortini nakað tíðliga at
siga, nær teir verða lidnir. Hetta er m.a. treytað av, hvussu raðfest verður innanfyri langtíðar
løgukarmin. Leggjast kann afturat, at arbeiðið við at projektera tunlarnir norður um Fjall er
ígongd og verður ætlandi liðugt komandi mánaðirnar.
Tinganes, 18. november 2019
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
015.19. Spurningur til J. Niclasen fra B.L. Jacobsen - tunlarnir nord um fjall.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. nov. 2019

Sjá útdrigin tekst
Nr. 15/2019
Beinta Løwe Jacobsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall, settur landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Verður farið undir tunlarnar norður um Fjall, tá Hvalbiartunnilin er skotin
ígjøgnum?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at nýggju tunlarnir norður um Fjall eru lidnir?
Viðmerkingar:
Í nógv ár hevur verið tosað um at gera nýggjar tunlar norður um Fjall. Enn er onki
hent á økinum. Undanfarna samgonga framskundaði tunlarnar norður um Fjall. Enn
hevur landsstýrismaðurin ikki svarað ítøkiliga, nær farið verður undir tunlarnar norður
um Fjall; tí hesin fyrispurningur til landsstýrsmannin.
Á Løgtingi, 7. november 2019
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --