52-014/2019
Herðing av átøkum ímóti pedofili í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. nov. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (3)
014.19. Fylgiskjal til svar fra B. Nielsen til J. Langgaard - herding av atokum imoti pedofili i Foroyum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 8 -- -- 2 of 8 -- -- 3 of 8 -- -- 4 of 8 -- -- 5 of 8 -- -- 6 of 8 -- -- 7 of 8 -- -- 8 of 8 --
014.19. Svar fra B. Nielsen til J. Langgaard - herding av atokum imoti pedofili i Foroyum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 5 -- -- 2 of 5 -- -- 3 of 5 -- -- 4 of 5 -- -- 5 of 5 --
014.19. Spurningur til B. Nielsen fra J. Langgaard - herding av atokum imoti pedofili i Foroyum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 14/2019 Jaspur Langgaard løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um herðing av átøkum ímóti pedofili í Føroyum, settur løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvør er revsingin fyri pedofili í Føroyum samanborið við hini Norðurlondini? 2. Eru politiskar ætlanir um at skapa lógarheilmildir fyri at kunngera navnið á einum persóni, sum er dømdur fyri pedofili, taka passið frá viðkomandi, áseta aðrar fyrningarfreistir o.a.? 3. Hvussu kunnu ofrini verða vard, meðan ein ákæra verður rættarliga viðgjørd? 4. Hvussu kann best tryggjast, at misnýtsla av børnum ikki heldur fram í førum, har pedofilar flyta ella verða fluttir til annað stað at búgva? 5. Hvørji ítøkilig tiltøk ætlar løgmaður at fremja av herðing ímóti pedofili í Føroyum? Viðmerkingar: Eitt av fremstu endamálunum hjá Løgtinginum eigur at vera at verja allar borgarar í landinum ímóti ágangi o.a. Serstakliga tey veikastu, har børnini teljast við, tí tey kunnu mangla verjueginleikar, sum tey ikki hava lært enn. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit skipa lóggávuna og innsatsin soleiðis, at kynsligt misbrúk av børnum ikki kemur fyri í Føroyum. Vit hoyra alt ov ofta, hvussu lina revsing misbrúkarin fær, og at hesin fær nakrar fáar mánaðir at sita revsingina av sær. Í mongum førum ganga nógv ár, frá tí at misbrúkið er farið fram, til tað verður avdúkað. Málið er tískil ofta fyrnað, og eingin dómur verður sagdur. Aðrar broytingar eru ikki bara fyri okkara egnu børn, men eisini børnini í teimum fátæku londunum. Í 2017 samtykti Avstralia at taka passið frá øllum dømdum pedofilum. Tað er kent, at pedofilar flyta seg til støð, har teir fáa nøktað sín tørv. At fleiri pedofilar ferðast til fátæk lond, sigst eisini at verða púra vanligt, og tí skulu vit gera okkara fyri at forða hesum. Tað avstralska parlamentið samtykti, at dømdir pedofilar missa passið. Onki annað enn ein nullhugsjón er nøktandi á hesum økinum. Spurningurin er tískil, um vit ikki eiga at herða revsikarmarnar munandi, soleiðis at revsingin rakar misbrúkaran, og at hon merkist. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 29. oktober 2019 Jaspur Langgaard -- 1 of 1 --