52-013/2019
Málundirvísing fyri fremmandmælt børn
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. nov. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
013.19. Svar fra J av Rana til J. Joensen - Malundirvising til fremmanmaelt born.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 8. november 2019 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-31 Svar upp á fyrispurning nr. 13/2019 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni. Fyrispurningur um málundirvísing fyri fremmandmælt børn, settur landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a). Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi málundirvísing fyri fremmandmælt børn á dagstovnum og í skúlum? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at fara undir skipað samstarv við fleiri partar á økinum t.d. Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið og Kommunufelagið? Svar Til 1: Samgongan hevur, sum ásett er í samgonguskjalinum, sett sær sum mál at styrkja mál – og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna. Eg havi sett sjøtul á hetta arbeiði. Uppskot til kunngerð, sum skal skipa karmarnar kring undirvísingina, er gjørt og sent Undirvísingarstýrinum og Námi til undanhoyringar, áðrenn tað eisini verður sent øðrum áhugapørtum. Uppskotið til kunngerð umrøður m.a. møguleikam at skipa móttøkuflokkar, har bæði kommunur og skúlar í eini kommunu kunnu samstarva um at skipa móttøkuflokk. Eg havi ætlanir um at skipa eftirútbúgving fyri lærarum, sum undirvísa fremmandamæltum næmingum, og er hetta eisini eitt av krøvunum í kunngerðini, at lærarar skulu hava førleikament seg innan økið, tí tað er ein øðrvísi uppgáva at undirvísa fremmandamæltum, ikki bara málsliga, men eisini, tí at talan er um næmingar, sum koma frá ymiskum mentanum, hava ymiskar førleikar og koma til Føroya í ymiskum aldri. Ætlanin er, at fleiri tímar verða settir av til hetta endamálið í fólkaskúlanum. Tilfar verður eisini gjørt, sum skúlarnir kunnu nýta sum grundarlag bæði fyri móttøku, screening og at skipa undirvísingina. Nám er farið undir at gera undirvísingartilfar, og er tað eitt øki, sum eg ætli at leggja áherðslu á, so at bæði lærarar og næmingar hava viðkomandi undirvísingarmiðlar, sum eru gjørdir til júst hesa serligu læru- og menningartilgongdina. Arbeitt -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð I N N A N H Ý S I S Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo verður eisini við at styrkja undirvísingina í føroyskum hjá fremmandmæltum vaksnum, og kemur hetta eisini at hava ávirkan á málsligu menningina hjá børnunum. Til 2: Tað er sera umráðandi, at allir partar samvirka fyri at skapa næmingunum so góðar læru–, trivnaðar- og menningarumstøður sum til ber. Her hava bæði land og kommunur sín sjálvsagda leiklut. Kommunurnar varða av dagstovnaøkinum og av sínum íbúgvum sum heild, og tað er sera umráðandi, at børn, sum flyta til Føroya læra málið og verða partur av einum felagsskapi, antin tað er á dagstovni ella í skúla, og at tey hava tilboð um frítíðarítriv. Eg fari at samstarva við kommunurnar um stuðul til málsligu menningina hjá næmingum undir skúlaaldur og samskipan millum dagstovn og skúla. Eisini fari eg at hoyra bæði lærarafelagið og skúlaleiðarafelagið um, hvussu læringin best kann verða skipað og um eftirútbúgvingartilboð til lærarar. Eisini skal bera til hjá kommunum at samstarva um móttøkuflokkar. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
013.19. Spurningur til J av Rana fra J. Joensen - Malundirvising til fremmanmaelt born.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 13/2019 Jóhannis Joensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um málundirvísing fyri fremmandmælt børn, settur landsstýris- manninum í uttanríkismálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi málundirvísing fyri fremmandmælt børn á dagstovnum og í skúlum? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at fara undir skipað samstarv við fleiri partar á økinum t.d. Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið og Kommunufelagið? Viðmerkingar: Nógv fólk flyta til Føroya á hvørjum ári, og tað er sera gleðiligt, at vit fjølgast. Fleiri av teimum, sum leita hendavegin eru av fremmandum uppruna, og summi teirra tosa bert upprunamálið og lítið ella einki av enskum ella norðurlendskum máli. Hetta kann gera tað trupult at integrera tey í samfelagið. Tey kunnu hava trupult við at fáa arbeiði, serliga tí torført er at samskifta. Hetta førir við sær, at tey ikki gerast partur av felagsskapum í samfelagnum og kenna seg tí útstoytt ella ikki at vera ein aktivur partur av samfelagslívinum. Vit kenna neiligu royndirnar í grannalondum okkara t.d. við ghettoíbúðarbýlingum og stigmatiseringum. Uppaftur størri er avbjóðingin innan barnagarðs- og skúlagátt. Ofta flyta fólk til landið, sum eiga fleiri børn í barnagarðs- og skúlaaldri. Í fleiri førum duga hesi børn bert upprunamóðurmálið, sum liggur langt frá okkara føroyska máli. Hóast hetta krevja vit, at tey m.a. skulu ganga í vanligum fólkaskúla við á leið somu treytum sum føroyskttalandi næmingar fáa. Undirvísingarstýrið veitir skúlum nakrar undirvísingar- tímar í føroyskum fyri at bøta um málførleika teirra, men spurningurin er, um hetta er nøktandi í mun til tey krøv, sum verða sett til aldursvarandi føroyskar næmingar. Og somuleiðis er ivasamt, um tað er nøktandi í mun til tey krøv, sum verða sett lærarunum. Hoyra børnini ikki føroyskt heima, er skúlin ella dagstovnurin einasta stað, har barnið lærir málið. Tí er tað umráðandi, at vit í felag fara undir at veita hesum børnum skjót og nøktandi tilboð fyri samfelagsins, skúlans, lærarans, og næmingsins besta. Á Løgtingi, 29. oktober 2019 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --