52-012/2019
Sjóvegis samferðslukervið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. nov. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
012.19. Svar fra J. Niclasen til J. Dahl - sjovegis samferdslukervid.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 1. novenber 2019 J.Nr.: 19/00202 Svar upp á fyrispurning nr. 12/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um sjóvegis samferðslukervið. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu gomul eru ferjur og skip hjá Strandferðsluni, og hvat verður mett er restlivitíðin hjá somu ferjum og skipum? 2. Hvussu stórar upphæddir eru brúktar til viðlíkahald fyri strandferðsluflotan seinastu 5 árini, býtt upp á farleiðir/ferjur/skip og ár? 3. Hvørjar avbjóðingar og trupulleikar eru í løtuni á ymsu sjófarleiðunum hjá Strandferðsluni, og hvussu er ætlanin at loysa hetta upp á stutt sikt og longri sikt? 4. Eru ætlanir um at seta pening av á fíggjarlógini fyri 2020 til nýíløgur av ferjum og/ ella skipum, um ikki, nær so? 5. Eru lagdar nakrar langtíðarætlanir fyri nýíløgur til ferjur og skip hjá Strandferðsluni? Svar til spurningar 1 og 2: Strandfaraskip Landsins hava í mong ár víst á, at tørvur er á at endurnýggja flotan hjá stovninum. Við undantaki av Smyrli og Teistanum er allur flotin ótíðarhóskandi og óneyðuga dýrur í rakstri. Í 2017 gjørdi skiparáðgevarafyritøkan Knud E. Hansen eina støðulýsing um standin á SSL flotanum. Í niðurstøðuni skrivar skiparáðgevingarfyritøkan millum annað: “Samanumtikið kann sigast um flotan hjá Strandfaraskipum Landsins, at hann er rættuliga gamal við einum miðalaldri uppá 30 ár. Aldurin ger seg galdandi á serliga tveimum økjum. Annað er, at deyðvektin, lastaevnini, eru minkað rættuliga munandi, og hitt er, at tæringar í skrokkinum fara at gera um seg.” Øll frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá fmr.fo. -- 1 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Viðlíkahaldskostnaður av ferjunum hjá SSL frá 2014 til 2018 Byggiár 1971 1976 1980 1994 2001 2005 Skip Ritan Sam Ternan Sildberin Teistin Smyril Fíggjarár 2018 819.000 2.568.000 4.429.000 1.292.000 4.130.000 8.574.000 2017 760.000 1.997.000 1.212.000 745.000 4.431.000 8.448.000 2016 1.300.000 1.506.000 4.538.000 1.068.000 3.623.000 10.589.00 2015 1.440.000 1.245.000 2.098.000 672.000 909.000 7.242.000 2014 1.337.000 1.071.000 2.098.000 590.000 909.000 4.192.000 · 2018 Ternan: Hekkutangi var illa tardur. Alt stálið skift í hekkutanga. · 2016 Ternan: Høvuðsgear vóru illa slitin. Deilir máttu framleiðast. · 2018 Sam: Høvuðsumvælt skrúvuútbúnað. Skift skrúvubløð og nakað av stáli. · 2016-2017 Sam: Skift stóran part av dekkinum. Svar til spurning 3: Ein stórur trupulleiki hjá Strandfaraskipum Landsins er, at flestu skipini eru gomul og tæringur ger um seg. Samstundis økist trýstið á tænastustøðið. Í mai 2020 kemur nýggi eykabáturin hjá Strandfaraskipum Landsins, hann fær avloyst nøkur av skipunum, tá ið tørvur er á tí. Landsstýrið arbeiðir við at finna eina loysn uppá, hvussu avbjóðingarnar kunnu loysast. Frágreiðingin hjá Knud E. Hansen geva skipunum “próvtøl”. Av 25 møguligum stigum, fáa skipini hesar metingar: Sildberin Ritan Sam Ternan Teistin Smyril 7 10 10 15 20 24 Svar til spurning 4 Landsstýrið arbeiðir í løtuni við fíggjarlógini fyri 2020 og tað arbeiðið er ikki liðugt enn. -- 2 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Svar til spurning 5 Í samgonguskjalinum stendur at “Avgerandi fyri trivnaðin er eitt gott samferðslukervi har oyggjarnar verða knýttar saman. Tí verður ein samferðsluætlan gjørd, har íløgur í tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervi og ferjur verða raðfestar innanfyri langtíðar løgukarmin.” Næstu tíðina fer landsstýrið undir at gera langtíðar løgukarm og í tí arbeiðinum skal eisini leggjast tíðarætlan fyri útskifting av skipum hjá SSL. Tinganes, 1. november 2019 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 3 of 3 --
012.19. Spurningur til J. Niclasen fra J. Dahl - sjovegis samferdslukervid.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 12/2019 Johan Dahl løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um sjóvegis samferðslukervið, settur landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu gomul eru ferjur og skip hjá Strandferðsluni, og hvat verður mett er restlivitíðin hjá somu ferjum og skipum? 2. Hvussu stórar upphæddir eru brúktar til viðlíkahald fyri strandferðsluflotan seinastu 5 árini, býtt upp á farleiðir/ferjur/skip og ár? 3. Hvørjar avbjóðingar og trupulleikar eru í løtuni á ymsu sjófarleiðunum hjá Strandferðsluni, og hvussu er ætlanin at loysa hetta upp á stutt sikt og longri sikt? 4. Eru ætlanir um at seta pening av á fíggjarlógini fyri 2020 til nýíløgur av ferjum og/ ella skipum, um ikki, nær so? 5. Eru lagdar nakrar langtíðarætlanir fyri nýíløgur til ferjur og skip hjá Strand- ferðsluni? Viðmerkingar: Ferjur og skip hjá Strandferðsluni eru álitið hjá teimum, sum búgva og reka vinnuligt virksemi í teimum oyggjum, har onki fast samband er. Men vit hava nú í nøkur ár upplivað, at raksturin av ferjum og skipum er rættiliga óstabilur, og ongi útlit eru í løtuni fyri, at støðan gerst betri, heldur tvørturímóti. Hesin óstabilitetur kemur fyri tað mesta av tekniskum brekum á ferjum og skipum og nógvum og títtum viðlíkahaldi, sum stendst av høga aldrinum og “hart koyrdum” ferjum og skipum. Flotin hjá Strandferðsluni siglir í einum farvatni, sum er klassifiserað sum opið hav og skal hesin floti tí tola eitt sindur av hvørjum gjøgnum árið. Tað er tíverri nógv, sum bendir á, at Strandferðslan politiskt verður niðurraðfest, bæði tá talan er um rakstur og íløgur - hetta sæst m.a. við, at ongar nýíløgur verða gjørdar og ongar ítøkiligar alment kendar ætlanir eru til taks um nýíløgur, har peningur samsvarandi er settur av á fíggjarlógini. Tað hevur alment verið frammi frá leiðsluni á Strandferðsluni, at talan er um ein íløgutørv upp á 280-300 mió. kr. fyri at tryggja tær styttru farleiðirnar við tíðarhóskandi skipum. Strandferðslan skal við sínum ferjum, skipum og bussum vera við til at knýta øki og oyggjar saman í eitt landsdekkandi samferðslukervi. Fleiri av sjófarleiðunum virka kortini so illa, at tað gongur út yvir trivnaðin og møguleikarnar at búleikast í hesum økjum uttan fast samband. Í løtuni kunnu vit siga, at ikki øll økini í landinum eru javnt stillað viðvíkjandi atkomuligheit til møguleikar og tænastur kring landið. Tí verður hesin fyrispurningur settur. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 21. oktober 2019 Johan Dahl -- 2 of 2 --