52-011/2019
Avleiðingar fyri føroyskar bøndur av ætlaðu broytingunum í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. nov. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
011.19. Svar fra J. av Rana til B. Sandoy - avleidingar broytingunum i handilssattmalanum millum Foroyar og ES.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 31. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 31. oktober 2019 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-29 Svar upp á fyrispurning nr. 11/2019 frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um avleiðingar fyri føroyskar bøndur av ætlaðu broytingunum í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES, settur landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a). Fyrispurningurin er soljóðandi: Hvussu ætlar landsstýrið at endurgjalda bóndum fyri fíggjarliga tapið teir fara at hava av ætlaðu broytingunum í handilsavtaluni millum Føroyar og ES? Svar Føroyar og ES eru komin ásamt um at seta eina tollfría kvotu á seyðakjøt úr ES til Føroya á 40 tons. Kvotan hækkar til í 80 tons eftir trý ár. Frammanundan samráðingunum hevði ES kravt størri tollfría atgongd til føroyska marknaðin fyri bæði seyðakjøt og mjólkarvørur. Kvotan er úrslit av samráðingunum í felagsnevndini fyri handilssáttmálan millum Føroyar og ES, ið helt fund í Føroyum tann 9. oktober í ár. Á sama fundinum var semja um tollfrælsi fyri frystan og virkaðan brisling umframt at avtaka ásetingina í frumskjali 4 til sáttmálan um, at einki gluten skal vera í teimum 20.000 tonsunum av fiskafóðri, sum Føroyar kunnu útflyta tollfrítt til ES. Henda avmarking hevur í roynd og veru virkað sum ein beinleiðis forðing fyri útflutningi av fiskafóðri til ES-marknaðin. Mett verður, at henda atgongd hevur stórt virði fyri føroyska fiskafóðurframleiðslu. Tað er landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, sum umsitur landbúnaðin sum málsøki. Tað er tó ivasamt, um nakað fíggjarligt tap er fyri bóndir í Føroyum, at tollur á 10% verður tikin av innflutningi av seyðakjøti úr ES. Lagt kann verða aftrat, at longu í dag verða innfluttar stórar nøgdir av útlendskum seyðakjøti tollfrítt til føroyska marknaðin, og innflutningurin úr ES er ein sera avmarkaður partur av hesum. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
011.19. Spurningur til J av Rana fra B. Sandoy - avleidingar broytingunum i handilssattmalanum millum Foroyar og ES.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 11/2019 Brandur Sandoy løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um avleiðingar fyri føroyskar bøndur av ætlaðu broytingunum í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES, settur landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Hvussu ætlar landsstýrið at endurgjalda bóndum fyri fíggjarliga tapið teir fara at hava av ætlaðu broytingunum í handilsavtaluni millum Føroyar og ES? Viðmerkingar: Hóast landbúnaðurin í Føroyum hevur avmarkaðan landsbúskaparligan týdning, hevur landbúnaðurin stóran týdning fyri búsetingina í útjaðara-Føroyum, samstundis sum landbúnaðurin eisini hevur sera stóran mentanarligan týdning fyri føroysku fólkasálina og samleika okkara sum tjóð. Skiftandi landsstýri hava roynt at vunnið landi okkara betri marknaðaratgongd til stóra marknaðin í ES. Úrslitið er sera misjavnt. Ímeðan vit noyðast at gjalda toll av fiskavørum okkara, ið vit lata inn á ES marknaðin, er føroyski marknaðurin víðopin fyri landbúnaðarvørum úr ES við fáum undantøkum. Nú frættist so í miðlunum, at ES ætlandi eisini ótarnað sleppur at innflyta 80 tons av seyðakjøti, svarandi til góð 5000 lambskrov. Givið er, at skjótt er at bróta niður tað, ið føroyskt er, um stórkapitalurin sleppur at hóreiggja sær, sum hann vil, tí landøki okkara er so avmarkað at framleiða á. Eisini vita vit, at ES hópframleiðir seyðakjøt ígjøgnum stuðulsskipanir og hevur søguliga framleitt so nógv, at summi ár hevur yvirskotslagrið verið brent. Tað sigur seg sjálvt, at slíkar umstøður ber ikki til hjá smáum londum at kappast við, og tí er verja av egnum framleiðslum einasti vegurin fram. Avleiðingin av ætlaðu broytingunum er, at prísurin á seyðakjøti lækkar, og harvið missa føroyskir bøndur pengar. Spurt verður tí, hvussu landsstýrið ætlar at endurgjalda føroyskum bóndum fyri hetta fíggjarliga tap. Á Løgtingi, 21. oktober 2019 Brandur Sandoy -- 1 of 1 --