52-010/2019
Asfaltsverkið á Sundi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. okt. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
010.19. Svar fra J. Niclasen til B.L. Jacobsen - asfaltsverkid a Sundi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 25. oktober 2019 J.Nr.: 19/00369 (at tilskila í svari) Tygara skriv: Svar upp á fyrispurning nr. 10/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um asfaltverkið á Sundi Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv er samlaði kostnaðurin fyri asfaltverkið á Sundi, tað vil siga við leigu, umvælingum og keypi v.m.? 2. Var fíggjarlig heimild at leiga, umvæla og keypa asfaltverkið? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at kanna málið nærri? Svar: Sambært roknskapi hjá Landsverki fyri asfaltverkið á Sundi fram til nú hava útreiðslurnar av leigu, umvælingum, keypi o.t. verið 33,4 mió.kr. 2016 2017 2018 2019 Tilsamans Viðlíkahald og nýgerð 348 1.778 6.117 634 8.877 Leiga av asfaltverki 7.733 6.551 1.500 0 15.784 Keyp av asfaltverkið 0 0 8.782 0 8.782 Tilsamans 8.081 8.329 16.399 634 33.443 Í 2016 gjørdi Landsverk avtalu við eitt privat felag um at leiga asfaltverkið á Sundi. Løgtingsgrann- skoðararnir hava síðani víst á, at talan var um fíggjarliga langtíðarleigu. Sambært játtanarskipanini er ikki loyvt at gera avtalur um fíggjarliga langtíðarleigu. Í apríl 2019 varð avtala gjørd við útleigaran um at yvirtaka virkið fyri 8,8 mió.kr. Samanumtikið ber ikki til at siga, at Landsverk hevði heimild at langtíðarleiga ella keypa asfaltverkið á Sundi. Og ja, málið verður kannað nærri. Tinganes, 25. oktober 2019 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
010.19. Spurningur til J. Niclasen fra B.L. Jacobsen - asfaltsverkid a Sundi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 10/2019 Beinta Løwe Jacobsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um asfaltsverkið á Sundi, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu nógv er samlaði kostnaðurin fyri asfaltverkið á Sundi, tað vil siga við leigu, umvælingum og keypi v.m.? 2. Var fíggjarlig heimild at leiga, umvæla og keypa asfaltverkið? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at kanna málið nærri? Viðmerkingar: Landsgrannskoðanin og undanfarnu løgtingsgrannskoðarar hava gjørt vart við ymist í samband við, at Landsverk leigaði og seinni keypti asfaltverkið á Sundi. Seinni er komið fram í miðlunum, at verkið er í so ringum standi, at tað er latið aftur og ikki verður latið uppaftur. Tí hesin fyrispurningur til landsstýrismannin. Á Løgtingi, 16. oktober 2019 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --