52-009/2019
Veðurlagslóg og CO2 útlát
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. okt. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
009.19. Svar fra H. Abrahamsen til I.D. Strom - vedurlagslog og CO2 utlat.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. nov. 2019
Sjá útdrigin tekst
Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar upp á §52a fyrispurning nr. 9/2019 frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu, viðvíkjandi veðurlagslóg og CO2-útláti Spurningurin var soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta ítøkilig tiltøk í verk til tess at lækka føroyska útlátið fram móti 2030? 2. Um so er, hvørji tiltøk ætlar landsstýrismaðurin at seta í verk og nær? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera eina veðurlagslóg við nágreiniligum útrokningum, tíðarásetingum og ætlanum sum t.d. klimaloven, sum er í umbúna í Danmark? Svar: Til spurning 1 Grøna umskiftið er ein høvuðsavbjóðing, sum samgongan tekur í størsta álvara. Stríðið ímóti veðurlagsbroytingunum er ein heimsfevnandi uppgáva, og Føroyar skulu sjálvsagt eisini taka ábyrgd og vera við til at minka útlátið. Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at føra ein framfýsnan orku- og umhvørvispolitikk, sum livir upp til altjóða krøv. Í samgonguskjalinum verður víst á ítøkilig átøk, ið hendan samgongan vil fremja fyri at minka føroyska útlátið næstu árini. Eisini skulu Føroyar hava nýggjan veðurlagspolitikk í næstum. Verandi veðurlagspolitikkur frá 2009 gongur fram til 2020, og hann skal nú endurskoðast, og nýggj mál skulu setast fram til 2030. Hetta verður eitt grundarlag hjá Føroyum at arbeiða eftir á veðurlagsøkinum næstu 10 árini, og við Parísavtaluni hava Føroyar bundið seg til at seta sær framsøkin og realistisk mál fyri at skerja útlátið fram til 2030. Heimsins lond stremba eftir, at einki nettoútlát av vakstrarhúsgassi verður í 2050, og í Føroyum skal eisini áhaldandi stýrast eftir hesum málinum. Til spurning 2 Nógv og fjølbroytt tiltøk skulu til fyri at fremja grøna umskiftið, og í hesum sambandi verða nøkur teirra umrødd. Í fyrsta lagi skal munandi meira ferð setast á framleiðsluna av grønari orku. Í næstum verður vindorkuframleiðslan økt munandi, úr 18 MW upp í umleið 60 MW, og vindorkuframleiðslan skal økjast enn meira næstu árini. Málið er, at útivið øll elorka skal vera framleidd úr varandi orkukeldum í 2030. Tað gerst bara við størri íløgum í framleiðsluverk, goymslur og netútbyggingar. -- 1 of 2 -- Eisini er neyðugt at fáa orkunýtarar at leggja orkunýtsluna um. Ein høvuðsliður í hesum er at fáa størri kapping á framleiðslu- og sølusíðuni. Farið er undir fyrireikingarnar at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, so privatar fyritøkur fáa møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja. Oljunýtslan til upphiting skal minkast, so fleiri sethús og bygningar verða upphitað við varandi orkukeldum. Ein orsøk til, at fólk eru so sein at flyta yvir til varandi orku, er kostnaðurin. Tað er tí neyðugt, at ein óheft ráðgeving verður skipað, so fólk kunnu fáa upplýsingar, uttan at søluáhugamál eru inni í myndini. Eisini er ætlanin at leingja skipanina við endurrindan av meirvirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum. Nærum helmingurin av føroyska útlátinum kemur frá skipum. Í Føroyum skulu vit beinanvegin seta tiltøk í verk fyri at tálma útlátið frá skipum. Enn eru avmarkaðir møguleikar at skerja útlátið á sjónum uttan beinleiðis at minka fiskiskapin. Strembast skal eftir, at útlátið á sjónum verður skert 50 prosent í 2050 í mun til útlátið í 2008, sum felagsskapurin fyri altjóða sigling, IMO, mælir til. IMO fokuserar serliga á altjóða handilsflotan, men roknast kann við, at fiskiskip sum frálíður fáa gagn av tøkniligu menningini á økinum. Í fyrsta umfari er týdningarmikið, at føroyski flotin verður støðugt endurnýggjaður, so vit fáa nýggj skip, ið dálka munandi minni enn tey eldru. Í samgonguni eru vit sannførd um, at góðir og støðugir karmar fyri fiskivinnuna eru við til at endurnýggja flotan. Sum nevnt er fráboðað, at Føroyar taka undir við Parísavtaluni, og tað vil siga, at komandi føroyski veðurlagspolitikkurin skal dagførast og endurskoðast samsvarandi avtaluni. Vónandi fer politiska skipanin í felag at seta sær framsøkin og realistisk mál við einari breiðari semju um nýggjan veðurlagspolitikk. Í summar fekk fyrrverandi landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum handað uppskot um endurskoðaðan veðurlagspolitikk, sum støði kann takast í. Til spurning 3 Ætlanin er ikki at gera eina veðurlagslóg, men hinvegin er í umbúna at gera ein veðurlagspolitikk, sum setur mál fram til 2030. Veðurlagspolitikkurin ásetur millum annað í prosentum, hvussu nógv Føroyar stremba eftir at minka útlátið næstu 10 árini, og hvussu ætlanin er at røkka hesum málinum. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 28. oktober 2019 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
009.19. Spurningur til H. Abrahamsen fra I.D. Strom - vedurlagslog og CO2 utlat.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
1 https://www.dr.dk/nyheder/politik/regeringen-begynder-pa-klimalov-i-denne- maned?fbclid=IwAR3Iorx9w-BLH8gICGMyiVYdH1FQD-kh2lsxwJ7Lj3JiMo6gaLFuDfcD3Wg Nr. 9/2019 Ingilín Didriksen Strøm løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um veðurlagslóg og CO2 útlát, settur landsstýrismanninum í vinnu- og umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta ítøkilig tiltøk í verk til tess at lækka føroyska útlátið fram móti 2030? 2. Um so er, hvørji tiltøk ætlar landsstýrismaðurin at seta í verk og nær? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera eina veðurlagslóg við nágreiniligum útrokningum, tíðarásetingum og ætlanum sum t.d. klimaloven, sum er í umbúna í Danmark? Viðmerkingar: Undanfarna landsstýrið hevur við París sáttmálanum samtykt at minka um føroyska CO2 útlátið við 45% fram til 2030. Hetta fyri at halda økingini í alheimshitanum undir 2 hitastig í mun til áðrenn ídnaðarsamfelagið. Veðurlagsvísindafólk eru á einum máli um, at hetta er eitt absolutt minstakrav. IPCC frágreiðingin, sum veðurlagspanelið hjá ST gav út í 2018, vísti, at sjálvt ein øking á 1,5 hitastig fer at hava ógvusligar broytingar við sær í mun til bæði veðurlag og margfeldi. Altjóða felagsskapurin, IMO, hevur harumframt sett sær sum mál, at í 2050 skulu dálkandi evni frá skipum verða minkað við í minsta lagi 50%. Umhvørvisstovan boðaði í farnu viku frá, at samlaða útlátið úr Føroyum frá 2017 til 2018 øktist góð 12%, um alt er tikið við. CO2 útlátið er vaksið á hvørjum ári síðan 2011. Seta vit ikki ítøkilig átøk í verk fyri at minka um útlátið, megna vit hvørki at halda okkum til málini hjá IMO ella París sáttmálan. Ein háttur at tryggja, at ítøkilig átøk verða sett í verk, er at gera eina veðurlagslóg eins og tann, sum er í umbúna í Danmark í løtuni1. Eina veðurlagslóg, sum inniheldur nágreiniligar útrokningar, tíðarásetingar og ætlanir. Ein slík lóg hevði somuleiðis tryggjað umhvørvisátøk tvørtur um valskeið. Á Løgtingi, 16. oktober 2019 Ingilín Didriksen Strøm -- 1 of 1 --