52-008/2019
MVG-endurrindan til hitapumpur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. okt. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
008.19. Svar fra J. Niclasen til R. Samuelsen - MVG-endurrindan til hitapumpur.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 25. novembur 2019 J.Nr.: 19/00364 Svar upp á fyrispurning nr. 8/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurning frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um MVG-endurrindan til hitapumpur. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv hava gjørt nýtslu av møguleikanum at fáa endurrindað MVG fyri uppseting av hitapumpum, síðan lógin kom í gildi, býtt upp á ár og økir í landinum? 2. Hvussu nógv er talan um í krónum, býtt upp á ár og økir í landinum? 3. Ber til at siga, at ferð er sett á at fáa fólk/ húsarhald at leggja um til hitapumpur‚ grundað á MVG-endurrindan? 4. Er landsstýrismaðurin sinnaður at leingja skipanina um MVG-endurrindan til el- riknar hitapumpuskipanir, sum gongur út 31.12.2019? Svar til spurning 1: Í 2017 vóru 26 umsóknir (Suðurstreymoy: 15 umsóknir, Norðurstreymoy: 2 umsóknir, Eysturoy: 5 umsóknir og Vágar: 4 umsóknir). Í 2018 vóru 86 umsóknir (Suðurstreymoy 37 umsóknir, Norðurstreymoy: 14 umsóknir, Eysturoy: 16 umsóknir, Norðoyggjar: 10 umsóknir, Vágar: 7 umsóknir og Suðuroy: 2 umsóknir. Í 2019 hava frá 1. januar til 1. oktober verið 89 umsóknir (Suðurstremoy: 45 umsóknir, Norðurstreymoy: 9 umsóknir, Eysturoy: 23 umsóknir, Norðoyggjar: 4 umsóknir og Vágar: 5 umsóknir. -- 1 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Svar til spurning 2: Í 2017: kr. 679.792 Suðurstreymoy: kr. 386.174 Norðurstreymoy: 43.569 Eysturoy: 153.034 Vágar: 97.015 Í 2018: kr. 2.378.022 Suðurstreymoy: kr. 983.118 Norðurstreymoy: kr. 285.055 Eysturoy: kr. 449.417 Norðoyggjar: kr. 290.628 Vágar: kr. 324.678 Suðuroy: kr. 45.126 Í 2019 hava frá 1. januar til 1. oktober: kr. 2.474.058 Suðurstreymoy: kr. 1.256.718 Norðurstreymoy: kr. 247.598 Eysturoy: 654.315 Norðoyggjar: 95.258 Vágar: 164.209 og Suðuroy: 55.960 Svar til spurning 3 : Tað er ringt at meta um. Talið á umsóknum fyri 2018 og 2019 er vaksandi. -- 2 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Svar til spurning 4: Landsstýrismaðurin arbeiðir við at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum ber í sær, at skipanin við MVG-endurrindan verður longd í 1 ár. Tinganes, 25. oktober 2019 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 3 of 3 --
008.19 Spurningur til J. Niclasen fra R. Samuelsen - MVG-endurrindan til hitapumpur.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 8/2019 Rósa Samuelsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um MVG-endurrindan til hitapumpur, settur landsstýris- manninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu nógv hava gjørt nýtslu av møguleikanum at fáa endurrindað MVG fyri uppseting av hitapumpum, síðan lógin kom í gildi, býtt upp á ár og økir í landinum? 2. Hvussu nógv er talan um í krónum, býtt upp á ár og økir í landinum? 3. Ber til at siga, at ferð er sett á at fáa fólk/ húsarhald at leggja um til hitapumpur‚ grundað á MVG-endurrindan? 4. Er landsstýrismaðurin sinnaður at leingja skipanina um MVG-endurrindan til el- riknar hitapumpuskipanir, sum gongur út 31.12.2019? Viðmerkingar: Verandi lógaráseting um endurrindan av MVG til hitapumpur fer úr gildi 31. desember 2019. Endamálið við lógini um endurrindan av MVG fyri hitapumpur, sum bleiv samtykt 30.05.17, var at fáa sett ferð á at leggja um til grøna orku, eitt stig til at røkka ítøkiliga málinum um, at í minsta lagi helvtin av sethúsum og bygningum skulu verða hitað við el frá varandi orkukeldum. Tað eru kortini fleiri, sum enn ikki hava havt møguleikan at útvega sær hitapumpur, tí tað er mangul uppá hondverkarar og bara eitt felag borar jarðhitahol, og tí er trupult at sleppa í gongd at byggja og eisini at leggja um til nýtslu av hitapumpum. Fleiri eru nú í bíðistøðu fyri at koma í gongd, og áhugin fyri hitapumpum og jarðhita er sera stórur. Sostatt er umráðandi, at hildið verður fram við skipanini við endurrindan av MVG fyri hitapumpur, og at skipanin veruliga fær møguleika og eitt neyðugt skotbrá at virka eftir endamálinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 14. oktober 2019 Rósa Samuelsen -- 1 of 1 --