52-007/2019
Sjúkrahúsviðgerð av føroyingum, búsettir í Danmark
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. okt. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
007.19. Svar fra K.L.H. Johannesen fra B. Hammer - sjukrahusvidgerd av foroyingum busettir i Danmark r.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 23. oktober 2019 HMR J. nr. 19/00840 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 7/2019 eftir § 52a í tingskipanini um sjúkrahúsviðgerð av føroyingum, búsettir í Danmark frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Er tað so, at føroyingar fyribils búsettir í Danmark skulu rinda fyri sjúkraviðgerð í Føroyum? 2. Um so er, heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, ella hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta hetta? Svar: Til spurning 1 Tað er løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (sjúkrahúslógin) og kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, sum áseta treytirnar fyri gjald í sjúkrahúsverkinum. Norðurlendskir millumlandasáttmálar kunnu hava ávirkan á, hvussu gjaldsviðurskiftini eru millum norðurlond, men eru ikki galdandi innan fyri ríkisfelagsskapin her ímillum Føroyar og Danmark. Sambært sjúkrahúslógini er høvuðsreglan tann, at persónar, ið búgva her í landinum, og eru skrásettir í landsfólkayvirlitinum, hava rætt til ókeypis viðgerð í sjúkrahúsverkinum. Er talan um persónar, ið ikki búgva her í landinum, her ímillum Danmark, er høvuðsreglan, at teir skulu gjalda fyri planlagdar viðgerðir og veitingar, t.e. tá ið talan ikki er um vanlukku, brádligan sjúkutilburð v.m., ella um varandi sjúka brádliga versnar. Tað eru í høvuðsheitum trý undantøk til høvuðsregluna um gjald. Sum tað fyrsta skal sjúkrahúsverkið sambært lógini veita ókeypis viðgerð og burðarhjálp v.m., tá tað ikki verður mett ráðiligt at ávísa persónin til viðgerð í heimlandinum, ella um sjúklingurin er ov veikur at verða fluttur til eitt sjúkrahús í heimlandinum. Sum tað næsta er ásett í kunngerðini um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, at sjúkrahúsini kunnu taka avgerð um, at ein einstøk viðgerð heilt ella partvís er ókeypis, um tey meta, at talan er um serligar umstøður, sum gera seg galdandi. Í kunngerðini er ikki útgreinað, nær talan kann verða um serligar umstøður. Tí er tað upp til sjúkrahúsini at taka støðu til hetta í hvørjum einstøkum førum og grundgeva fyri hesum. -- 1 of 2 -- Í somu kunngerð er sum tað triðja undantakið ásett, at persónar, sum eru búsitandi uttanfyri Føroyar í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans, hava rætt til ókeypis veitingar og viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hesin rættur er javnsettur við tey, ið eru búsitandi her í landinum. Samanumtikið merkir hetta, at persónar, sum flyta úr Føroyum og búseta seg uttanlands, her ímillum Danmark, skulu gjalda fyri sjúkraviðgerð í Føroyum, um talan ikki er um eitt av omanfyrinevndu undantøkum, ella talan er um vanlukku, brádligan sjúkutilburð v.m., ella um varandi sjúka brádliga versnar. Til spurning 2 Eg meti, at tað er í lagi, at persónar, sum flyta úr Føroyum og búseta seg uttanlands, skulu gjalda fyri tær tænastur og viðgerðir í Føroyum, sum eru planlagdar. Tílíkar reglur eru eisini í okkara grannalondum. Samstundis meti eg eisini, at tað er í lagi, at persónar, sum hava búð í minsta lagi 5 ár í Føroyum, áðrenn teir flyta úr Føroyum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði, eru undantiknir reglunum um gjald. Tað eru, sum áður nevnt, eisini tvær aðrar undantaksreglur, sum sjúkrahúsið kann taka atlit til – tað er, um tað ávikavist ikki er ráðiligt at ávísa persónin til viðgerð í heimlandinum, ella serligar umstøður gera seg galdandi. Spyrjarin vísir til eitt ítøkiligt mál, sum eisini hevur verið nógv umrøtt í fjølmiðlunum, har ein kvinna, ið kom heim til Føroya at føða saman við manni sínum. Hetta í sambandi við, at álvarslig sjúka var í familjuni. Í hesum sambandi hevur Landssjúkrahúsið havt ætlanir um, at kvinnan skal gjalda fyri útreiðslurnar av føðingini. Landssjúkrahúsið hevur alment víst á, at Nordisk konvention om social sikring er galdandi í hesum málinum. Harumframt hevur sjúkrahúsið grundgivið fyri, at møguleiki er ikki fyri at gera undantak í tílíkum málum, soleiðis at kvinnan sleppur undan at gjalda fyri føðingina. Sagt verður frá, at Heilsumálaráðið hevur vent sær til Landssjúkrahúsið fyri at kunna og ítøkiliggera, hvørjar reglur og undantaksreglur eru galdandi á økinum. Í hesum sambandi hevur Heilsumálaráðið heitt á Landssjúkrahúsið um at viðgera ítøkiliga málið av nýggjum. Tá ið tað viðvíkur barnsburð, ætli eg eisini at fáa kunngerðina um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð dagførda, soleiðis at tað frameftir verður gjørt greitt, at tað verður givið undantak frá gjaldinum, um bert tað eina av foreldrunum er lesandi uttanlands. Heilsumálaráðið, 23. oktober 2019 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
007.19. Spurningur til K.L.H. Johannesen fra B. Hammer - sjukrahusvidgerd av foroyingum busettir i Danmark.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 7/2019 Bjarni Hammer løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um sjúkrahúsviðgerð av føroyingum, búsettir í Danmark, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Er tað so, at føroyingar fyribils búsettir í Danmark skulu rinda fyri sjúkraviðgerð í Føroyum? 2. Um so er, heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, ella hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta hetta? Viðmerkingar: Í vikuni frætti undirritaði løgtingsmaður, at eitt føroyskt par, sum er búsitandi í Danmark í lestrarørindum, hevði fingið boð frá Landssjúkrahúsinum um at rinda fyri sjúkraviðgerð í Føroyum, so leingi bústaðurin er í Danmark. Orsakað av álvarsamari sjúku í familjuni, valdu kvinnan og maður hennara at koma í skundi til Føroya, og støðan er tann, at kvinnan skal eiga barn hvørja løtu. Av Landssjúkrahúsinum varð sagt, at kvinnan sjálv skal rinda fyri barnsburðin og møguliga flutningstænastu og/ella sjúkraviðgerð aftan á barnsburðin. Við hesum fyrispurningi verður biðið um, at landsstýrismaðurin í heilsumálum greiðir frá, um tað veruliga er so, at føroyingar búsettir uttanlands í lestrarørindum skulu rinda fyri sjúkraviðgerð í Føroyum. Og um so er, kann landsstýrismaðurin greiða frá, um hann hevur ætlanir um at broyta hetta. Í eini vælferðarskipan sum okkara, eru tað óivað fleiri sum halda, at tað átti at verið ein sjálvsagdur rættur at fingið ókeypis sjúkraviðgerð tvørtur um londini í ríkisfelagsskapinum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 11. oktober 2019 Bjarni Hammer -- 1 of 1 --