52-006/2019
Tunnilsvegurin til Hvalbiartunnilin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. okt. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
006.19. Svar fra J. Niclasen fra J.E. Poulsen - um tunnilsvegin til Hvalbiartunnilin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 21. novembur 2019 J.Nr.: 19/00358 Svar upp á fyrispurning nr. 6/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um tunnilsvegin til Hvalbiartunnilin. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør er orsøkin til, at vegurin til nýggja Hvalbiartunnilin Hvalbiarmegin verður gjørdur við fleiri smáum svingum, heldur enn einum svingi? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví vegurin er lagdur har, tekningarnar hjá Landsverki leggja upp til? 3. Um støðið verður tikið í tekningunum hjá Landsverki, ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við tað? Svar til 1 og 2 Arbeiðið við Hvalbiarfarleiðini gongur eftir ætlan. Borðað verður ígjøgnum næsta ár, og verður farleiðin liðug í 2021. Landsverk upplýsir, at fleiri linjur vóru skitseraðar í samband við at planleggja nýggja Hvalbiartunnilin. Trý uppskot til vegaføring gjøgnum dalin hava verið viðgjørd nærri. Eitt uppskot var at fara gjøgnum uppdyrkaða lendið (traðirnar), eitt annað omanfyri og tað triðja niðanfyri. Landsverk sigur, at út frá eini heildarmeting av umstøðunum varð valt at leggja nýggja vegin soleiðis, at farið verður frá landsvegnum til Nes niðanfyri uppdyrkaða lendið, og síðani bendist vegurin burtur frá ánni, tá komið er longur inn í Dalin. Sambært Landsverk er hetta fyri at taka atlit til uppdyrkaða lendið og umhvørvið longur inni í Dalinum. Hetta er millum annað orsøkin til, at vegurin hevur fleiri smærri sving. Landsverk ger vart við, at vegurin lýkur øll vegateknisk krøv og smáu svingini hava ikki neiliga ávirkan á ferðsluna. Vegaføringin hevur eisini verið ígjøgnum eina sokallaða -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E ferðslutrygdargranskoðan. Vegurin er lagdur soleiðis, at hann kann knýtast í ein umkoyringingarveg um Hvalba, og er sostatt fyrireikaður til, at øll suðuroyarferðslan fer henda vegin. Samanumtikið hevur Landsverk upplýst, at Hvalbiarfarleiðin lýkur øll krøv til dygd, trygd og ferðslu, og er framtíðartryggjað soleiðis, at hædd er tikin fyri at ein undirsjóvartunil verður gjørdur til Suðuroyar. Svar til 3 Vegaføringin er júst soleiðis, sum ásett í fylgiskjali “Mynd av linjuføringini”, ið varð lagt við verklagslógini um nýggjan Hvalbiartunnil. Lógin varð samtykt á løgtingið í apríl 2018. Sí skjal. https://logting.fo/files/casestate/22435/114.17%20fylgiskjal%201%20Mynd%20av%20linjuf oringini.pdf Tinganes, 22. oktobur 2019 Jørgen Niclasen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
006.19 Spurningur til J. Niclasen fra J.E. Poulsen - um tunnilsvegin til Hvalbiartunnilin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 6/2019 Jóhan Eli Poulsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um tunnilsvegin til Hvalbiartunnilin, settur landsstýris- manninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvør er orsøkin til, at vegurin til nýggja Hvalbiartunnilin Hvalbiarmegin verður gjørdur við fleiri smáum svingum, heldur enn einum svingi? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví vegurin er lagdur har, tekningarnar hjá Landsverki leggja upp til? 3. Um støðið verður tikið í tekningunum hjá Landsverki, ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við tað? Viðmerkingar: Vegurin til Hvalbiartunnilin verður bygdur í løtuni. Tað hevur elvt til stóra undran fyri fólk í Hvalba, at vegurin Hvalbiarmegin er farin væl oman um gamla uppdyrkingar- vegin, ið liggur har. Fólk hava fingið tekningar frá Landsverki, ið vísa, at vegurin fær eitt keðiligt “s” skap. Hetta elvir til mikla ørkymlan hjá bygdarfólkunum. Tað vildi verið upplagt, um vegurin varð gjørdur við einum beinum strekki og bleytum svingi. Vegurin verður væl at merkja partur av Suðuroyartunlinum, tá ið hann kemur. Hugsa vit um ferðslutrygd og framtíðarferðslu gjøgnum Hvalbiartunnilin og á tilhoyrandi vegum kann hugsast, at tað hevði verið skilabetri at lagt vegin soleiðis, at hann varð so beinur sum gjørligt, við so fáum svingum sum tilber. Á Løgtingi, 10. oktober 2019 Jóhan Eli Poulsen -- 1 of 1 --