52-005/2019
Ljóðdálking
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. okt. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
005.19. Svar fra H. Abrahamsen til D.N. Joensen - ljoddalking.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Helgi Abramhamsen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 5/2019 frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni um ljóðdálking, settur landsstýrismanninum í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Spurningurin var soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at tryggja heimafrið hjá fólki, sum búgva í økjum, har ljóðdálking frá skipum er ein trupulleiki? 2. Um so er, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa trupulleikan við manglandi heimafriði? Svar: Til spurning 1 Landsstýrismaðurin ætlar at bera so í bandi, at til ber at tálma ljóðdálkingina frá skipum, sum liggja í havn. Í komandi viku verður fundur við felagið Heimafrið og í næstum er ætlanin at kalla kommunurnar inn til fund at viðgera málið. Til spurning 2 Ætlanin er í samráð við kommunurnar, við kunngerð, at seta tiltøk í verk, sum kunnu tálma ljóðdálkingina frá skipavirksemi í havnum. Landsstreymur er eisini ein partur av svarinum, men her og nú er neyðugt at fáa sett í verk eina tilgongd, sum við tíðini kann tryggja, at ljóðdálkingin verður tálmað. Spurningurin um landsstreym fer eisini at verða viðgjørdur, men neyðugt verður við lógarfyrireikandi arbeiði, sum kann tryggja, at vit fáa teir røttu karmarnar fyri landsstreym. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 16. oktober 2019 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
005.19. Spurningur til H. Abrahamsen fra D.N. Joensen - ljoddalking.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Nr. 5/2019 Djóni Nolsøe Joensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um ljóðdálking, settur landsstýrismanninum í vinnu- og umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at tryggja heimafrið hjá fólki, sum búgva í økjum, har ljóðdálking frá skipum er ein trupulleiki? 2. Um so er, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa trupulleikan við manglandi heimafriði? Viðmerkingar: Felagið Heimafriður hevur seinastu tíðina arbeitt nógv við at varpa ljós á trupulleikan við ljóðdálking frá skipum, sum ger seg galdandi í fleiri økjum í landinum m.a. í Saltangará, Runavík, á Signabø, í Fuglafirði og aðrastaðni. Hesar áheitanir um at tryggja heimafrið, eiga vit, eftir mínum tykki, at taka í álvara. Talan er ikki bara um óskaðiligt órógv í gerandisdegnum, tí nógv og jøvn ljóðdálking hevur beinleiðis ávirkan á heilsuna hjá fólki. Í oktober mánaði í fjør gav altjóða heilsustovnurin, WHO, út umhvørvisleiðreglur fyri Evropa, har víst verður á, at óljóð er ein vandi fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna. Eisini hava læknafakligir myndugleikar í Føroyum gjørt vart við, at tað er neyðugt at taka ljóðdálking í álvara. Ein máti at loysa trupulleikan er at tryggja skipunum atgongd til landsstreym. Í Noreg veitir landið stuðul til kommunurnar fyri íløgur í landsstreym. Hetta er ein loysn, sum kundi verið verd at hugt at. Umráðandi er, at felags reglur verða gjørdar fyri alt landið, so trupulleikin ikki bara verður fluttur úr einari havn í aðra, men endaliga loystur. Á Løgtingi, 7. oktober 2019 Djóni Nolsøe Joensen -- 1 of 1 --