← Løgtingsmál

52-004/2019

Fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. okt. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
004.19. Svar fra J. Niclasen til T. Niclasen - frafaringaraldur a almenna arbeidsmarknadinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. okt. 2019

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F F I N A N C E
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, 17. oktober 2019
J.Nr.: 19/00349
Svar upp á fyrispurning nr. 4/2019 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Tordi J. Niclassen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálaum, um fráfaringaraldur á almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin broytir galdandi mannagongd um
fráfaringaraldur á almanna arbeiðsmarknaðinum og fremur nýggjar ásetingar hesum
viðvíkjandi.
Svar:
Samgongan hevur sett sær sum mál at virka fyri at gera tað møguligt hjá tí einstaka
starvsfólkinum at vera so leingi á arbeiðsmarknaðinum sum gjørligt.
Tað krevur nakað av fyrireiking at broyta galdandi regulverk. Eg kanni í løtuni møguleikarnar
at broyta rundskriv um fráfaringaraldur hjá alment settum. Í rundskrivinum er ásett bæði
fráfaringaraldur, og hvussu leingi avtala kann gerast um longda starvstíð.
Verður rundskrivið broytt, er eisini neyðugt at broyta fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum.
Arbeitt verður tí í løtuni eisini við einum uppskoti til hvussu tænastumannalógin kann
broytast.
Miða verður ímóti at fremja broytingar um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum
sum skjótast.
Leggjast kann afturat, at møguleikin fyri at vera longri á arbeiðsmarknaðinum hóskar væl til
reglurnar í eftirlønarlógini um at starvsfólk, sum velja framhaldandi at arbeiða eftir at tey eru
vorðin 67 ár, kunna útseta sína fólkapensjón, og harvið fáa hægri fólkapensjón tá tey fara av
arbeiðsmarknaðinum.
Tinganes, 17. oktober 2019
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
004.19. Spurningur til J. Niclasen fra T. Niclasen-frafaringaraldur a almenna arbeidsmarknadinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. okt. 2019

Sjá útdrigin tekst
Tordur J. Niclasen nr. 4/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS §
52a)
Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin broytir galdandi mannagongd um
fráfaringaraldur á almanna arbeiðsmarknaðinum og fremur nýggjar ásetingar hesum
viðvíkjandi.
Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni stendur: “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi
fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir
verða broyttar samsvarandi.”
Hetta er í samljóði við tað, ið Landsfelag Pensjónista hevur víst á og hevur havt ynski um at
fáa broytt, og sum Miðflokkurin av heilum huga hevur tikið undir við, soleiðis at vit fáa
banna hesum áralanga mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Grundgevingin hevur verið, at tað eigur at vera førleikin og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri,
nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Umframt tann fíggjarliga týdningin, ið ætlaða
broytingin fer at hava við sær, er eisini umráðandi at leggja dent á tann trivnaðarliga
týdningin fyri hin einstaka og samfelagsliga týdningin sum heild. Tí er ynskiligt, at
broytingin verður framd sum skjótast.
Tað er í hesum sambandi, at eg vil spyrja landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum 1. apríl
2013, eisini sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, sendi út rundskriv um fráfaringaraldur,
nær hann sendur nýtt rundskriv út, sum er í samljóði við samgonguskjalið, og nær stig verða
tikin til at broyta tænastumannalóggávuna samsvarandi.
Á Løgtingi, 7. oktober 2019
Tordur J. Niclasen

-- 1 of 1 --