← Løgtingsmál

52-003/2019

Oljudálking í náttúruni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. okt. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
003.19. Svar fra H. Abrahamsen til B.L. Jacobsen - oljudalking i natturini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. okt. 2019

Sjá útdrigin tekst
Helgi Abramhamsen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 3/2019 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu um oljudálking í náttúrini,
settur landsstýrismanninum í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS
§ 52a)
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvør hevur ábyrgdina av at rudda upp eftir oljudálking í náttúruni?
2. Um tveir partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina av einari oljudálking, hvør skal so
syrgja fyri, at dálkingin verður tikin upp, og ikki verður liggjandi í náttúruni?
3. Hvørjar heimildir eru fyri bót, revsing ella øðrum, um so er, at oljudálking ikki verður tikin
upp?
Svar:
Til spurning 1
Yvirskipað er tað dálkarin, sum hevur ábyrgd av at rudda burturkast, olju og annað burtur.
Fyri at basa oljudálking á sjónum krevst serlig útgerð. Tí er í lógini um verju av havumhvørvinum
ásett, at kommunur skulu basa oljudálking í havnum, fram við bryggjum, havnarløgum og í
bátahyljum. Uttan fyri hesi øki er tað Landsverk, sum skal basa dálkingini.
Um tað er staðfest, hvør dálkarin er, ber hann kostnaðin fyri at basa dálking. Er dálkarin ókendur, ber
ávikavist kommunan ella Landsverk kostnaðin.
Tað eru ongar beinleiðis ásetingar um at basa oljudálking uppi á landi, men her eru tað vanligu
reglurnar um burturkast, sum galda.
Øll skulu lata sítt burturkast til ta kommunalu burturkastskipanina. Tað er eisini galdandi fyri olju.
Eigarar skulu beina burturkast/olju á privatum økjum burtur. Á almennum økjum er tað uppgávan hjá
kommunum.
Kommunur skulu, um neyðugt, geva boð um, hvussu burturkast/olja skal burturbeinast.
Ber ikki til at staðfesta, hvør hevur ábyrgdina, skal kommunan burturbeina burturkast/olju.
Til spurning 2
Sum nevnt omanfyri, eru tað ávikavist kommunan og Landsverk, sum skulu basa oljudálking á
sjónum. Er talan um dálking uppi á landi, skal kommunan geva tí, sum hevur ábyrgdina, boð. Kann
tað ikki staðfestast, hvør hevur ábyrgdina, beinir kommunan oljuna burtur, og ber kostnaðin.

-- 1 of 2 --

Til spurning 3
Um ein borgari ella eitt virki ikki ger eftir boðum frá kommununi um at taka burturkast ella olju upp,
kann borgarin/virkið verða revsað við bót.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið 14. oktober 2019
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
003.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra B.L.Jacobsen - oljudalking i natturini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. okt. 2019

Sjá útdrigin tekst
Nr. 3/2019
Beinta Løwe Jacobsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um oljudálking í náttúruni, settur landsstýrismanninum í
umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvør hevur ábyrgdina av at rudda upp eftir oljudálking í náttúruni?
2. Um tveir partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina av einari oljudálking, hvør
skal so syrgja fyri, at dálkingin verður tikin upp, og ikki verður liggjandi í
náttúruni?
3. Hvørjar heimildir eru fyri bót, revsing ella øðrum, um so er, at oljudálking ikki
verður tikin upp?
Viðmerkingar:
Fleiri dømi eru um oljudálking, ið ongin vil taka ábyrgd av. Eisini eru dømi um
oljudálking, har partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina og harvið kostnaðin fyri
at rudda upp eftir dálkingina. Úrslitið er, at oljan verður liggjandi í náttúruni í mánaðir
ella ár, og í ringasta føri als ikki verður tikin upp.
Hetta eigur als ikki at koma fyri, og tí verður hesin fyrispurningur settur
landsstýrismanninum í umhvørvismálum.
Á Løgtingi, 3. oktober 2019
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --