← Løgtingsmál

52-002/2019

Bussleiðin millum Vágar og høvuðsstaðin

§52a fyrispurningar · Birt 31. aug. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. okt. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
002.19. Svar fra J. Niclasen til J. Joensen - bussleidin Vagar - hovudstadin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. okt. 2019

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F F I N A N C E
Tinganes • Postsmoga 2039 • FO-110 Tórshavn
Telefon: + 298 35 22 00 • Telefax: + 298 35 22 01 • E-mail: FMR@FMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn,
J.Nr.: 19/00344
Svar upp á fyrispurning nr.2/2019 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um bussleiðina millum Vágar og høvuðsstaðin, settur
landsstýrismanninum í samferðslumálum Jørgeni Niclasen
1. Fer landsstýrismaðurin at tryggja, at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður broytt, so
næmingar, sum ganga á Glasi og búgva í Vágum, smidliga sleppa til og frá skúla?
2. Fer landsstýrismaðurin somuleiðis at endurskoða ferðaætlanina millum Vágar og
høvuðsstaðin við atliti at ferðing til og frá arbeiðsplássum?
Svar:
Samgongan vil, at øll skulu hava møguleika fyri at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða
útbúgving, og at allar umstøður skulu verða í lagi í hesum sambandi. Millum annað skal tað
verða høgligt at ferðast millum heim og skúla, og er ein góð ferðaætlan ein týðandi partur av
hesum.
Landsstýrismaðurin fer at royna at finna eina loysn, soleiðis at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum
passar betur við skúlagongdina á Glasi. Bygdaleiðir høvdu í vár, í samstarvið við bussleiðina
hjá Tórshavnar kommunu, eina royndartíð har leið 300 flutti fráferðina av Farstøðini 5 min,
soleiðis at leið 300 møtti Ringleiðini hjá Tórshavnar kommunu, uppi á Hálsi kl. 15.31. Og fer
landsstýrismaðurin at tryggja, at henda skipan heldur fram, soleiðis at samanhangur verður
millum ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum og Glasir. Leggjast skal tó afturat, at tað er umráðandi
at ringleiðin hjá Tórshavnar kommunu yvirheldur teirra ferðaætlan fyri at skipanin skal virka til
fulnar.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F F I N A N C E
2/2
Í vár bleiv koyringin hjá Bygdaleiðum boðin út, og Strandfaraskip Landsins eru í samráðingum
við teir busseigarar, sum vunnu útboðið. Undir samráðingunum er møguleiki fyri at gera
tillagingar í ferðaætlanunum, so hesar passa betur við skúlar og arbeiðspláss. Hetta fer
landsstýrismaðurin at biðja Strandfaraskip Landsins taka við í samráðingarnar.
Tinganes, 14. oktober 2019
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
002.19. Spurningur til J. Niclasen fra Johannis Joensen um bussleidina Vagar - hovudstadin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. okt. 2019

Sjá útdrigin tekst
Nr. 2/2019
Jóhannis Joensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um bussleiðina millum Vágar og høvuðsstaðin, settur landsstý rismanninum í
samferðslumá lum Jørgeni Niclasen, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Fer landsstýrismaðurin at tryggja, at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður broytt, so næmingar,
sum ganga á Glasi og búgva í Vágum, smidliga sleppa til og frá skúla?
2. Fer landsstýrismaðurin somuleiðis at endurskoða ferðaætlanina millum Vágar og høvuðsstaðin
við atliti at ferðing til og frá arbeiðsplássum?
Viðmerkingar:
Í mong ár hava vágafólk lættliga ferðast millum Vágar og høvuðsstaðin til undirvísing á miðnáms-
skúla. Men síðan miðnámsskúlarnir vórðu lagdir saman og blivu til Glasir, hevur ferðingin millum
oyggjarnar verið trupul, tí ferðaætlanin ikki longur er tillagað skúlagongdina. Næmingar úr Vágum,
sum ganga á Glasi, mugu ofta vera burtur størsta partin av degnum, skulu teir fylgja undirvísingini.
Harafturat leggur eingin bussur leiðina fram við Gásadali ella Bø.
Eisini eru nógv, sum búgva í Vágum og arbeiða í Havn, sum somuleiðis hava trupult við at ferðast
millum bústað og arbeiðsstað. Í hesum sambandi hevði verið skilagott í sama viðfangi at tillaga
bussleiðina til størru arbeiðsplássini í høvuðsstaðnum so sum Glasir og Landssjúkrahúsið.
Trupulleikar við bussleiðini til og úr Vágum hava áður verið reistir á Løgtingi m.a. av Jørgeni Nic-
lasen, landsstýrismanni. Tað er mín vón, at trupulleikin verður loystur sum skjótast, tí tað vildi verið
ein stórur lætti í gerandisdegi teirra, sum arbeiða ella nema sær útbúgving í høvuðsstaðnum. Tí
verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 1. oktober 2019
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --