52-001/2019
Tunlar norður um Fjall
§52a fyrispurningar · Birt 31. aug. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. okt. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
001.19. Svar fra J. Niclasen til S.K. Poulsen -Tunnlar nordur um fjall.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 4. novembur 2019 J.Nr.: 19/00340 Svar upp á fyrispurning nr. 1/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurning frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um tunlarnar norður um Fjall. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær verður gongd sett á at bora tunlarnar norður um Fjall 2. Hvør fíggjarleistur skal brúkast til at fíggja tunlarnar norður um Fjall Svar: Samgongan vil tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur alstóran týdning fyri vinnuna og trivnaðin kring alt landið. Landsstýrið fer beinanvegin at gera eina samferðsluætlan, har íløgur í tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervi og ferjur verða raðfestar innanfyri langtíðar løgukarmin. Tunlarnir norður um Fjall, lótu upp ávíkavist í 1965 og 1967, og eru sostatt næst elstu tunlar í Føroyum. Teir eru ótíðarhóskandi, og lúka als ikki dagsins krøv til dygd og ferðslu. Tað er neyðugt at gera nýggjar tunlar, sum lúka øll nútíðar krøv, borgarum og vinnu til gagns. Stórar verkætlanir eru í gongd, og fíggjarligar bindingar eru gjørdar. Íløgukarmurin er avmarkaður, men tunlarnir norður um Fjall eru raðfestir fremst av teimum stóru tunnilsverkætlanunum. Arbeitt verður við Hvalbiarfarleiðini nú, og er verkætlanin júst framskundað við eykajáttan. Samb. fyriliggjandi løguætlanum, er ætlanin at fara undir tunlarnar norð um Fjall, so skjótt Hvalbiartunilin er liðugur. Samgongan kannar tó møguleikar at framskunda verkætlanina norður um Fjall og hvussu hon kann fíggjast. Tinganes, 11. oktober 2019 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
001.19. Spurningur tiil J. Niclasen fra S.K. Poulsen-Tunnlar nordur um fjall.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 1. okt. 2019
Sjá útdrigin tekst
Steffan Klein Poulsen nr. 1/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Nær verður gongd sett á at bora tunlarnar norður um Fjall? 2. Hvør fíggingarleistur skal brúkast til at fíggja tunlarnar norður um Fjall? Viðmerkingar: Tunlarnir norður um Fjall hava tænt fyri seg. Árnafjarðartunnilin, sum knýtir Árnafjørð til Klaksvík, er frá 1965 og Hvannasundstunnilin, sum knýtir alt økið eystan Múla, t.v.s., Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði og aðrar smáar bygdir, til Klaksvík, bleiv liðugur í 1967. Tað bleiv samtykt at gera nýggjar tunlar norður um Fjall í 2009, men tað blivu ongantíð játtaðir nakrir pengar til tunlarnar. Tøl frá Landsverki í “samferðsluætlanini 2018-2030” vísa, at tunlarnir norður um Fjall hoyra til bólkin “meira enn 1 óhapp/km/á r,” sum er ringasti bólkur at vera í viðvíkjandi óhappum. Verandi tunlar klára heldur ikki at svølgja nógvu ferðsluna í dag. Í 2018 koyrdu í miðal 1.378 akfør ígjøgnum teir um samdøgrið, harav 89 lastbilar í miðal um samdøgrið. Lastbilarnir passa ikki inn í øll víkiplássini, sum mangan skapar ruðuleika í tunlunum. Fremmandir bilar koyra mangan seint og gera viðhvørt ímóti ferðslureglunum. Hetta kann seta ferðsluna í eina sera vandamikla støðu. Vinnulívið er eisini nógv darvað av hesum fløskuhálsinum. Tað er serliga flutningurin við stórum lastbilum, sum er torførur at fáa norður, og av tí sama blívur tað dýrt fyri økið eystan Múla. Vanligir lastbilar, betongbilar og trailarar kunnu ikki koyra gjøgnum tunlarnar. Tað eru bert nakrir spesialbygdir lastbilar, sum sleppa ígjøgnum tunlarnar norður um Fjall. Á Løgtingi, 1. oktober 2019 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --