52-027/2026
Kópaveiða í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 9. sep. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjal (1)
027.26 spm til B. Nielsen frá B.Hammer 52a fyrispurningur um kópaveiðu, PL-ód.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur § 52a eftir Tingskipanini Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum Evni: Kópaveiða í Føroyum Spurningar: 1. Hvussu nógvur kópur er undir Føroyum í dag, og er kópastovnurin vaksin seinastu árini? 2. Hvat vita vit um, hvussu nógvan fisk kópurin etur, og um hann kann hava ávirkan á fiskastovnar undir Føroyum, eitt nú toskastovnin? 3. Metir landsstýrismaðurin, at vit eiga at loyva skipaðari og burðardyggari kópaveiðu í Føroyum? 4. Um so er, hvat skal til fyri at loyva kópaveiðu, og ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til tess? 5. Hvussu nørist sandmaðkur í kópi, og hvørja ávirkan hevur tað á botnfisk, sum tosk, seið og hýsu? Viðmerkingar: Í 2020 viðgjørdi Vinnunevndin eitt uppskot um at banna alarum at drepa kóp, LM-139/2019. Ein samd nevnd tók undir við banninum, men segði samstundis, at hetta ikki skuldi forða fyri vanligari kópaveiðu. Vinnunevndin helt, at føroyingar eiga at kunna veiða kóp á burðardyggum grundarlagi. Kópurin kann nýtast til matna, og skinnið kann eisini gagnnýtast. Nevndin mælti eisini til at broyta vápnareglurnar og skipa fyri undirvísing, so kópaveiða kann fara fram á tryggan hátt. Longu í 2019 varð uppskot til eina serliga kópalóg lagt fyri Løgtingið, LM-128/2018. Endamálið var millum annað at skipa kópaveiðu í Føroyum á burðardyggum grundarlagi. Uppskotið fall burtur, tá tingsetan endaði. Síðani er lítið hent á økinum. Samstundis vita vit, at kópur etur nógvan fisk. Føroyskar kanningar hava víst, at toskur er partur av føðini hjá vaksnum láturkópi. Kanningar úr øðrum londum vísa eisini, at kópur í ávísum førum kann hava ávirkan á toskastovnar. Kópurin er somuleiðis einasta stað, har maðkurin makast. Sandmaðkur fær sín fulla vøkstur og gerst kynsbúgvin í magasekkinum á einum kópi. Tað er bert her, at hann kann leggja nýggj egg, sum fara út við kópaskarninum. Fiskurin er har, maðkurin veksur: Í fiski livir sandmaðkurin sum ein larva. Hann nørist ikki inni í fiskinum. Hann liggur bara í dvala í fiskakjøtinum og bíðar eftir, at ein kópur skal eta fiskin, so hann kann sleppa inn í kópamagan og gerast vaksin. Hetta hevur neiliga ávirkan á fiskastovnin. Tí er viðkomandi at fáa greiðu á, hvussu nógvur kópur er undir Føroyum, hvat hann etur, og hvørja ávirkan hann kann hava á fiskastovnarnar. -- 1 of 2 -- Spurningurin er eisini, um tíðin er komin at gera tað møguligt aftur at veiða kóp í Føroyum. Tað skal sjálvandi gerast skipað, trygt og á burðardyggum grundarlagi. Á Løgtingi, 28. august 2026 Bjarni Hammer -- 2 of 2 --