← Løgtingsmál

52-026/2026

Serskipanir fyri fólkaskúlanæmingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 9. sep. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjal (1)
026.26 spm til B. á Lakjuni frá F.S.Nielsen Serskipanir fyri fólkaskúlanæmingar, PL-ód.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Serskipanir fyri fólkaskúlanæmingar
Spurningar:
1. Hvussu nógv børn ganga í skúla eftir serskúlaskipan?
2. Hvussu nógv børn gingu fyri 5 árum síðani í skúla eftir serskúlaskipan?
3. Hvat er kostnaðurin fyri serskúlaskipanirnar fyri fólkaskúlanæmingar fyri
ávikavist land og kommunur?
4. Hvussu nógv kostaðu serskúlaskipanirnar fyri fólkaskúlanæmingar fyri fimm
árum síðani?
5. Sæst nakað úrslit í hesi hækkanini í útreiðslunum?
6. Hvussu nógv starvsfólk arbeiða í serskúlatilboði (ársverk)?
7. Hvussu nógv starvsfólk arbeiddu í serskúlatilboðum fyri 5 árum síðani
(ársverk)?
Viðmerkingar:
Næmingatalið í skúlanum á Trøðni veksur. Fleiri kommunur hava serflokkar í
fólkaskúlanum, hetta samstundis sum bíðilistin til børn og ung, sum skulu útgreinast,
veksur. Tað er gott, at tey, sum hava tørv á hjálp, fáa hjálp. Men gongdin við at
tørvurin á hjálp er so stórur, eigur eisini at fáa okkum at spyrja, um vit hava bygt eitt
samfelag, sum veruliga rúmar øllum børnum. Gera vit nóg mikið fyri, at hvørt einstakt
barn sleppur at blóma?
Børn hava ymiskar gávur, áhugamál og ikki minst ymiskan máta at læra uppá. Kortini
hava vit skipanir, sum í ov stóran mun vænta, at øll skulu mennast eftir sama leisti.
Hetta gagnar summum, men als ikki øllum.
Her er tað serliga fólkaskúlin, sum hevur eina týdningarmikla uppgávu. Hann skal
geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast
tað hevur stóran týdning, at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, so sum at lesa,
skriva og rokna, er tað eisini fleiri aðrir førleikar, ið hava stóran týdning. Eitt nú at
vera kreativur, duga at samstarva, duga at taka ábyrgd og mest av øllum evnið til at
hugsa sjálvstøðugt.
Tí vera hesir spurningar settir. Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvørjar tankar
landsstýrisfólkið hevur um hesi viðurskifti.
Á Løgtingi, 28. august 2026
Fía Selma Nielsen

-- 1 of 1 --