← Løgtingsmál

52-025/2026

Kostnaður av tunnilsbygging á landi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 7. sep. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjal (1)
025.26 Spm til J. Vestergaard frá H. Hoydal - Kostnaður av tunnilsbygging á landi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Kostnaður av tunnilsbygging á landi
Spurningar:
1. Hvør er samlaði kostnaðurin av Dalstunlinum?
2. Hvør er kostnaðurin av Dalstunlinum samanborið við aðrar tunlar, ið eru
bygdir á landi seinastu 8-9 árini (Fámjinstunnilin, Hvalbiartunnilin og
tunlarnir Norður um Fjall)– fyri hvønn metur/kilometur og onnur saklig og
sambærlig metingarvirði?
3. Hvussu nógv av kostnaðinum í Dalstunlinum er goldin til almennar veitarar og
hvussu nógv til privatar veitarar samanborið við hinar tunlarnar, sum eru
bygdir seinastu 10 árini?
4. Í rundum tølum, hvussu nógv er goldið til størstu veitararnar og hvørjar
tænastur hava hesir veitt verkætlanini – í neyvari samanbering millum
Dalstunnilin og hinar tunlarnar seinastu 10 árini?
5. Hvussu nógv av samlaða kostnaðinum av Dalstunlinum samanborið við hinar
tunlarnar er goldið til útlendskar veitarar?
6. Nær er ætlanin, at arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum fer í gongd, og hvussu
verða tøl og royndir, sum spurt er um omanfyri, brúkt til at taka avgerð um,
hvussu Tjørnuvíkartunnilin (og seinni Gjáartunnilin) skulu gerast?
Viðmerkingar:
Dalstunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu 18. juli í ár. Breið semja tykist vera
um, at tunnilin er sera væl frágingin, og at dalbingar hava fingið eina góða, nýggja
farleið, ið vónandi verður til signing fyri bygdina og allar føroyingar.
Tað serliga við Dalstunlinum er, at tunnilsliðið hjá Landsverki hevur bygt tunnilin. Nú
landsstýrið tykist hava gjørt ta niðurstøðu, at Landsverk og almenn bygging er ein
vansi fyri samfelagið, kundi verið áhugavert at fingið verulig tøl og sakligar
greiningar á borðið: Hvussu hevur arbeiðið gingið og kostnaðurin verið av
Dalstunlinum í mun til hinar tunlarnar á landi, ið eru bygdir seinastu 8-9 árini –
Fámjinstunnilin, Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um Fjall?
Í samanberingini er týðandi at øll sambærlig metingarvirði verða løgd til grund. Til
dømis: Vegarbeiði í sambandi við tunlarnar, maskinur, sum Landsverk hevur keypt,
hvat er goldið til privatar veitarar og fyri hvønn kostnað – og um talan er um
føroyskar ella útlendskar fyritøkur.

-- 1 of 2 --

Nú farast skal undir Tjørnuvíkartunnilin verður somuleiðis spurt, hvussu royndirnar
og kostnaðurin og týdningurin fyri búskapin og fakligu førleikarnar í Føroyum av
ymsu tunnilsbyggingunum verður løgd til grund fyri arbeiðið við Tjørnuvíkartunnilin,
og nær ætlanin er at byrja arbeiðið.
Á Løgtingi, 26. august 2026
Høgni Hoydal

-- 2 of 2 --