52-024/2026
Nýggjur demens heilivágur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 7. sep. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjal (1)
024.26 Spm til Ey. H. Niclasen frá E. M. Gunnleygsdóttur - Heiluvágur ímóti demens.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum Evni: Nýggjur demens heilivágur Spurningar: 1. Eru ætlanir at fáa nýggja heilivágin “donanemab”, ið er heilivágur móti Alzheimer sjúkuni, á marknaðin í Føroyum? 2. Um ja, nær verður hetta gjørt? 3. Um nei, hvør er orsøkin til tess? Viðmerkingar: Seinastu dagarnar hevur verið nógv frammi í donsku miðlunum um slóðbrótandi viðgerð við heilivágnum donanemab móti Alzheimers. Ein 73 ára gamal dani kundi ikki fáa heilivágin í Danmark, tí hann enn ikki er góðkendur har. Hann fór tí til London at fáa viðgerð við heilivágnum donanemab á eini privatari klinikk. Aftaná viðgerðina í London varð gjørd ein nýggj PET-skanning, ið vísti, at heilivágur virkaði eftir ætlan. Kanningarnar vísa, at maðurin ikki longur hevur tekin um Alzheimer. Higartil er demenssjúkan Alzheimer mett at vera ólekjandi. Men óvæntaða positiva sjúkugongdin hjá 73 ára gamla danska manninum, sum omanfyri greitt frá, gevur vónandi góðar vónir fyri framtíðar sjúklingar. Heilivágurin er góðkendur í EU, men danska heilvágsráðið hevur enn ikki tikið støðu til, um hesin heilivágurin skal góðkennast í Danmark. Spurningurin er tí, hvat vit gera í Føroyum og um neyðugt er at bíða, inntil heilivágurin er góðkendur í Danmark. Um hesin heilivágurin kann hjálpa fleiri Alzheimers sjúklingum, so er hetta vert at kanna nærri og fáa sett í verk ongantíð ov skjótt. Við hesum í huga loyvi eg mær at seta henda fyrispurning. Á Løgtingi, 26. august 2026 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur -- 1 of 1 --