← Løgtingsmál

52-023/2026

Bíðitíðir í psykiatriini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 7. sep. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjal (1)
023.26 Spm til Ey. H. Niclasen frá S. Stenberg - Bíðitíðir í psykiatriini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Munnligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingskvinna
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Bíðitíðir í psykiatriini
Spurningar:
1. Hvussu langar eru bíðitíðirnar til útgreining í barnapsykiatriini?
2. Hvussu nógv børn standa á bíðilista til barnapsykiatriina?
3. Hvussu langar eru bíðitíðirnar til psykiatriina hjá vaksnum fólki?
4. Hvussu nógv vaksin standa á bíðilista til psykiatriina?
5. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at minka um bíðilistarnar?
Viðmerkingar:
Vit mugu gera okkum greitt, at um vit vilja javnseta psykiatrisku sjúkurnar við tær
likamligu, so mugu fólk hava javnbjóðis møguleika til atkomu til viðgerðir á øllum
økjum. Vit vita væl, at tað eisini eru bíðitíðir í somatikkini (tær likamligu sjúkurnar)
men bíðitíðirnar í psykiatriini hava aloftast ligið væl omanfyri. Tað er ikki óvanligt at
psykiatriskir sjúklingar bíða í áravís. Samstundis er sera trupult at fáa bráfeingishjálp.
Hetta er ein ótolandi støða fyri tey, sum eru rakt og fyri okkum øll.
Spurningarnir eru settir fyri at fáa yvirlit yvir bíðitíðirnar og fyri at vita, hvørjar
ætlanir landsstýriskvinnan hevur fyri at minka um bíðitíðirnar.
Á Løgtingi, 26. august 2026
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --