52-022/2026
Rættstundis hjálp til sálarsjúk
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 7. sep. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjal (1)
022.26 Spm til M. Stórá frá F. S. Nielsen - Rættstundis hjálp til sálarsjúk.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum Evni: Rættstundis hjálp til sálarsjúk Spurningar: 1. Hvørjum ítøkiligum verður arbeitt við fyri at borgari, sum ikki er væl fyri, altíð skal vera í miðdeplinum? 2. Verður arbeitt við, at sjúk fólk hava møguleikan at venda sær til eitt stað – og fáa ta vegleiðing og hjálp sum tørvur er á og sum hjálp kann veitast til? 3. Hvat verður gjørt, tá tann, sum hevur stóran hjálpartørv, ikki sjálvur megnar at taka fyrsta stigið ella taka ímóti hjálpini? Viðmerkingar: Samgongan skrivar í samgonguskjalinum at: “Vit skulu hava eitt gott og vælvirkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á tí. Borgarin skal altíð vera í miðdeplinum og hava møguleika fyri at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag við so góðari lívsdygd sum gjørligt.” Í Føroyum hava vit sera góðar møguleikar at hjálpa teimum sum hava hjálp fyri neyðini, og tí eiga fá at “detta niðurímillum” sosialu skipanirnar. Afturvendandi er at hoyra í almenna rúminum um menniskju, sum stríðast óneyðugt. At tey eisini stríðast, tí tey skulu samskifta við fleiri almennar stovnar. Tí verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 26. august 2026 Fía Selma Nielsen -- 1 of 1 --