← Løgtingsmál

52-021/2026

Kravd pensjónsuppsparing

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 7. sep. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjal (1)
021. Spm til J. Vestergaard frá H. Abrahamsen - Eftirlønaruppsparingin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Kravd pensjónsuppsparing
Spurningar:
1. Hvørji krøv verða sett feløgum, ið umsita kravdu eftirlønaruppsparingina hjá
føroyingum?
2. Er nakað krav um, hvørjar íløgur feløgini kunnu seta pengar í?
3. Er nakað krav um gjøgnumskygni, soleiðis at løntakarar kunnu fylgja við í,
hvussu nógv tey fáa burturúr uppsparingini?
4. Eru ætlanir um at gera broytingar viðvíkjandi avkasti og gjøgnumskygni?
Viðmerkingar:
Sambært løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn, skulu øll sum ikki hava nátt
fólkapensjónsaldur, og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, spara saman til egna
eftirløn. Frá 1. januar í ár er bundna eftirlønargjaldið 12 prosent av lønini.
Inngjøldini skulu, sambært lógini, fara til góðkendan eftirlønarveitara, ið hevur
heimstað í Føroyum.
Í juni mánaði frættist í fjølmiðlunum, at LÍV-samtakið hevði mist 174 mió. krónur við
at gera íløgur í eitt felag, sum ikki hevði megnað at tjent pengar, og at samstarvið við
hetta felagið tí var steðgað. Eisini hava atfinningar verið um, at avkastið hjá føroysku
pensjónsfeløgunum hevur bara verið góða helvt av tí, sum donsku pensjónsfeløgini
hava havt í avkasti.
Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, hvørji krøv verða sett til
pensjónsfeløgini hesum viðvíkjandi.
Á Løgtingi, 27. august 2026
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --