52-020/2026
Heilsumiðstøð og apotekið í Suðri
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 5. sep. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjal (1)
020.26 Spm til Ey. H. Niclasen frá J. av Rana - Heilsumiðstøð og apotikið í Suðri.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður Svarari: Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Heilsumiðstøð og apotekið í Suðri Spurningar: 1. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvørjar ætlanir samgongan hevur viðvíkjandi bygging av heilsumiðstøð og umvæling av apotekinum í Suðri? Viðmerkingar: Bæði undir viðgerðini av fíggjarlógini og í sambandi við onnur kjak á Løgtingi er komið fram, at kommunur í Suðri hava ætlanir um bygging av læknamiðstøðum í oynni. Serliga var undir viðgerðini av ársins fíggjarlóg hvast kjak um ætlanirnar at brúka eina tvísiffraða milliónaupphædd at umvæla gamla og soppafongda apoteksbygningin á Tvøroyri. Fleiri mæltu staðiliga frá hesum, tí mett varð skilabest á allan hátt at byggja nýtt apotek í einari nýggjari heilsumiðstøð. Hesum ynskjum vísti táverandi landsstýriskvinnan avgjørd frá sær. Nú onnur samgonga stjórnar Føroyum, og onnur landsstýriskvinna stjórnar heilsuøkinum, loyvi eg mær at spyrja, um sitandi samgonga hevur aðrar ætlanir bæði viðvíkjandi heilsumiðstøðum og apotekinum í Suðri, enn farna samgonga hevði. Og um so er, hvørjar hesar ætlanir so eru. Á Løgtingi, 25. august 2026 Jenis av Rana -- 1 of 1 --