← Løgtingsmál

52-019/2026

Undirsjóvartunnil til Suðriar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 5. sep. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjal (1)
019 Spm til J. Vestergaard frá J. av Rana - Undirsjóvartunnil til Suðriar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Undirsjóvartunnil til Suðriar
Spurningar:
1. Stendur sitandi samgongu samd aftanfyri ta samtykt um Suðuroyartunnilin,
sum farna landsstýrið legði fyri Løgtingið, og sum ein stórur partur av
Løgtinginum samtykti 25. februar 2026?
2. Er landsstýrismaðurin vitandi um, um politiskar ella aðrar ætlanir eru um at
fremja broytingar í samtyktu ætlanunum?
3. Veit landsstýrismaðurin at siga, hvussu gongst við fyrireikandi og
projekterandi arbeiðinum, og um hetta gongur eftir ætlan?
4. Nær væntar landsstýrismaðurin, at lógaruppskot um Suðuroyartunnilin verður
lagt fyri Løgtingið aftur?
Viðmerkinga:
Í fyrradagin var hálvársdagur, síðani Løgtingið, hin 25. februar 2026, við 26
atkvøðum fyri og 7 atkvøðum ímóti samtykti løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering
og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
Síðani hesa samtykt hevur nýggj samgongu og nýtt landsstýri tikið yvir. Ómetaliga, ja
misteinkiliga lítið, vilja nøkur vera við, hevur hesar seks mánaðirnar verið at hoyrt um
hesa týdningarmiklu og metstóru risaútbygging av føroyska undirstøðukervinum. Her
verður hugsað um, at so gott sum ongi lívstekin eru hoyrd ella sædd um ætlanirnar,
hvørki í samgonguskjalinum, løgmansrøðuni ella føroyska politiska orðaskiftinum
sum heild.
á Løgtingi, 25. august 2026
Jenis av Rana

-- 1 of 1 --