52-018/2026
Krøv fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 4. sep. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjal (1)
018.26 Spm til J. Vestergaard frá H. Samuelsen - Krøv fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum Evni: Krøv fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum Spurningar: 1. Hvørji eru galdandi krøvini fyri, at ein útlendingur kann fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum? 2. Verða nøkur krøv sett viðvíkjandi føroyskum málførleika, tá útlendingar søkja um varandi uppihaldsloyvi? 3. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin so at seta krøv um, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi? Viðmerkingar: Landsstýrið hevur gjørt ítøkiligar ætlanir um at herða útlendingalógina. Millum annað ætlar landsstýrið at herða krøvini til samfylgjandi familju fyri at tálma tí trýsti, sum tilflyting kann leggja á vælferðarskipanir okkara. Tó er ein grundleggjandi fortreyt fyri góðari integratión, at teir útlendingar, sum vit taka ímóti í Føroyum, hava nøktandi møguleikar at læra føroyskt og gerast ein virkin partur av føroyska samfelagnum. Tað er tí vandi fyri, at ein miseydnaður integratiónspolitikkur kann elva til parallellsamfeløg, sum kunnu leggja okkara felags virðir, livihættir og mentan undir óneyðugt trýst. Við hesum í huga verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 24. august 2026 Hermann Ronnason Samuelsen -- 1 of 1 --