← Løgtingsmál

52-017/2026

Tøk vaktar- og bjargingarskip

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 2. sep. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjal (1)
017.26 Spm til B. S. Nielsen frá Ei. í Jákupsstovu - Tøk vaktar- og bjargingarskip.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
Evni: Tøk vaktar- og bjargingarskip
Spurningar:
1. Er tað rætt skilt, at hvørki Brimil ella Tjaldrið eru tøk sum vaktar- og
bjargingarskip í løtuni?
2. Um so er, hvussu leingi fer henda støðan at vera, og metir landsstýrismaðurin
tað vera nøktandi?
3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi bjarging og eftirliti kring
Føroyar nú og í komandi tíðum?
Viðmerkingar:
Føroysku vaktar- og bjargingarskipini Brimil og Tjaldrið hava stóran týdning fyri
okkum sum fiskivinnutjóð bæði í sambandi við eftirlit og bjarging. Samstundis eru
hesi skipini eisini týdningarmikil í sambandi við luttøkuna hjá Føroyum í verju- og
trygdarspurningum.
Semja tykist vera um, at annað skip eigur at koma fyri Tjaldrið, sum er meira enn 50
ára gamalt, men enn eru ikki ítøkilig stig tikin.
Tí hevur Brimil í størri mun verið álitið hjá Vørn. Tó hevur verið greitt í eina tíð, at
Brimil ikki fór at vera tøkur partar av hesum árinum, og ikki er tað í løtuni.
Nú frættist, at Tjaldrið heldur ikki er tøkt sum vaktar- og bjargingarskip í løtuni.
Á Løgtingi, 21. august 2026
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --