52-016/2026
Fremmandamál í fólkaskúlanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 2. sep. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjal (1)
016.26 Spm til B. á Lakjuni frá A. Breckmann - Fremmandamál í fólkaskúlanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Astrið Breckmann, løgtingskvinna Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum Evni: Fremmandamál í fólkaskúlanum Spurningar: 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við undirvísingini í fremmandamálum í fólkaskúlanum? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at gera týskt til kravda lærugrein í 7. flokki, áðrenn næmingar í 8. og 9. flokki kunnu velja týskt? 3. Hevur landsstýrismaðurin mett um, hvørja ávirkan tað kann fáa á talið av næmingum, sum velja týskt í fólkaskúlanum, at upptøkukravið í týskum til hugvísindabreytina á miðnámi verður tikið burtur? Viðmerkingar: Í fólkaskúlanum er týskt í dag vallærugrein í 8. og 9. flokki. Næmingar, sum søkja á hugvísindabreytina á miðnámi, hava higartil skulað havt týskt í fólkaskúlanum. Sambært upplýsingunum, sum undirritaða hevur fingið, er ætlanin at taka hetta upptøkukravið burtur. Tí verður landsstýrismaðurin spurdur, hvørjar ætlanir eru fyri fremmandamálini í fólkaskúlanum, harundir um týskt skal verða kravd lærugrein í 7. flokki og framvegis vallærugrein í 8. og 9. flokki. Somuleiðis verður biðið um landsstýrismansins meting av, um broytta upptøkukravið kann fáa ávirkan á, hvussu nógvir næmingar velja týskt í fólkaskúlanum. Á Løgtingi, 21. august 2026 Astrið Breckmann -- 1 of 1 --