52-014/2026
Atlimaskapur í Erasmus+
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Svar latin inn · Svarfreist 31. aug. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
014.26 Svar frá B. á Lakjuni til B. B. Egholm - Atlimaskapur í Erasmus+.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 31. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo Løgtingið 27. august 2026 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-185 100 Tórshavn Viðgjørt: KS Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-014/2026 eftir § 52a í Tingskipanini frá Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinnu, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum. Evni: Atlimaskapur í Erasmus+. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Eru Føroyar klárar til atlimaskap í Erasmus+-skipanini í 2028? 2. Um ikki, hvørji ítøkilig átøk eru í gongd nú í miðfyrisitingini, og hvørji mangla at verða gjørd? 3. Er fíggjarligt og starvsfólkaligt rúm fyri at fáa allar fyrireikingarnar gjørdar áðrenn freistina? 4. Eru útbúgvingarstovnarnir undir Mentamálaráðnum klárir til at taka ímóti útlendskum lesandi og starvsfólki, og til at senda føroysk lesandi og starvsfólk út gjøgnum Erasmus+- skipanina? 5. Um ikki, hvat manglar so, og hvussu verður fíggjarligt og starvsfólkaligt rúm tryggjað útbúgvingarstovnunum at koma á mál rættstundis? Svar Til 1 og 2: Síðan tíðliga í 2025 hava Føroyar og ES-kommisiónin havt regluligar fundir, sum fyrireika báðar partar til atlimaskapin. Hesir fundirnir leggja grundarlag fyri teimum samráðingarfundum, sum verða, tá ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend væntandi í seinnu helvt av 2027. Føroyar er væl við í tilgongdini at verða klár, tá ið skráin verður sjósett í 2028. Tjóðarskrivstovan er í 2025 sett á stovn við einum fulltrúa, og í næstum verður næsta starvsfólk sett. Til 3: Fulli kostnaðurin av einum Erasmus+-atlimaskapi kenna vit, tá ið formligu samráðingarnar eru lidnar, væntandi ultimo 2027. Arbeitt verður miðvíst við at koma á mál, bæði fíggjarliga, starvsfólkaliga og skipanarliga, og arbeiðið gongur eftir ætlan. So hvørt sum virksemið í tjóðarskrivstovuni økist, og fleiri starvsøkir verða løgd afturat, verður tørvur á at økja um starvsfólkahópin. Til 4: Erasmus+ setur størri formlig krøv til universitet, enn aðrir lærustovnar. Fróðskaparsetur Føroya er einasta universitet í Føroyum, og størsti hægri lærustovnur, og skal tí hava eina Erasmus+ góðkenning frá ES-kommissiónini. -- 1 of 3 -- M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo 2 av 3 Á Fróðskaparsetri Føroya er sjøtul settur á fyrireikingarnar. Liður í fyrireikingararbeiðinum er, at Setrið sum útbúgvingarstovnur verður góðkent sambært Erasmus Charter for Higher Education (ECHE). At fáa eina ECHE-góðkenning í 2027 er fortreyt fyri, at Setrið kann luttaka í Erasmus+ frá 2028. Umsóknin um ECHE-góðkenningina skal latast inn við ársbyrjan 2027. Til góðkenningina eru ávís krøv um, hvussu Setrið sum útbúgvingarstovnur skipar flytførið hjá lesandi og starvsfólkum – bæði tey, sum fara aðrastaðni, og tey, sum koma á Setrið. Fyrireikandi arbeiðið á Setrinum er skipað við støði í krøvunum um flytføri, sum Setrið skal lúka fyri at fáa eina ECHE-góðkenning. Leiðsla, undirvísarar, granskarar og fyrisiting arbeiða við at tryggja, at verandi mannagongdir á flytførisøkinum lúka krøvini í eini ECHE-góðkenning, og at neyðugar nýggjar mannagongdir verða mentar. Ein av fremstu raðfestingunum hjá Setrinum í fyrireikingunum er tí at taka støðu til, hvørji fak- og útbúgvingarøki í fyrstu syftu skulu verða fevnd av flytførisavtalum, og eisini hvørjar útbúgvingarstovnar Setrið skal samstarva við. Ein strategisk raðfesting er at tryggja, at lesandi á Setrinum fáa møguleika at taka partar av síni útbúgving í fakum, sum Setrið annars ikki hevur møguleika at bjóða út. Samstundis skulu lesandi á útbúgvingarstovnum uttanlands kunna taka partar av útbúgvingini á Setrinum. Hetta kann eisini geva føroyskum lesandi uttanlands møguleika at koma á Setrið í eitt tíðarskeið. Harafturat er dentur lagdur á, at Altjóða skrivstovan á Setrinum verður nýskipað og ment. Altjóða skrivstovan verður eitt miðpunkt á flytførisøkinum, og tí er neyðugt, at Altjóða skrivstovan hevur neyðugu førleikarnar og karmarnar at skipa flytførisøkið. Ein greið kós er sostatt sett út í kortið, soleiðis at Setrið verður til reiðar í 2028, at lesandi og starvsfólk úr øðrum londum koma á Setrið, og somuleiðis at lesandi og starvsfólk á Setrinum fara aðrastaðni í styttri og longri tíðarskeið sum liður í Erasmus+. Tá umræður aðrar útbúgvingarstovnar, sum ikki er universitet, eru krøvini færri og einfaldari. Tjóðarskrivstovan hevur í hesum sambandi áhaldandi samskifti við partarnar á frítíðar-, ítrótta-, yrkis- og útbúgvingarøkinum í Føroyum. Til 5: Fróðskaparsetur Føroya skal vera til reiðar at luttaka í Erasmus+ í 2028, og krevur hetta, at Altjóða skrivstovan verður ment. Altjóða skrivstovan skal fyrisita og skipa alla tilgongdina, tá lesandi koma og fara á skiftislestur, og somuleiðis tá starvsfólk koma og fara í skiftisstarv. Tí er avgerandi, at ársverkini á Altjóða skrivstovuni verða samsvarandi arbeiðsbyrðuna, sum verður løgd afturat. At Altjóða skrivstovan verður nýskipað og starvsfólkahópurin styrktur, verður sostatt ein fortreyt fyri, at Setrið kann skipa og fyrisita flytføri av starvsfólkum og lesandi í Erasmus+ høpi. Sum nevnt omanfyri hevur tjóðarskrivstovan áhaldandi samskifti við partarnar á frítíðar-, ítrótta- , yrkis- og útbúgvingarøkinum í Føroyum. -- 2 of 3 -- M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo 3 av 3 Vinarliga Bárður á Lakjuni landsstýrismaður -- 3 of 3 --
014.26 Spm til B. á Lakjuni frá B. B. Egholm - Atlimaskapur í Erasmus+.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinna Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum Evni: Atlimaskapur í Erasmus+ Spurningar: 1. Eru Føroyar klárar til atlimaskap í Erasmus+-skipanini í 2028? 2. Um ikki, hvørji ítøkilig átøk eru í gongd nú í miðfyrisitingini, og hvørji mangla at verða gjørd? 3. Er fíggjarligt og starvsfólkaligt rúm fyri at fáa allar fyrireikingarnar gjørdar áðrenn freistina? 4. Eru útbúgvingarstovnarnir undir Mentamálaráðnum klárir til at taka ímóti útlendskum lesandi og starvsfólki, og til at senda føroysk lesandi og starvsfólk út gjøgnum Erasmus+-skipanina? 5. Um ikki, hvat manglar so, og hvussu verður fíggjarligt og starvsfólkaligt rúm tryggjað útbúgvingarstovnunum at koma á mál rættstundis? Viðmerkingar: Erasmus+ er ein týðandi partur av evropeiska samstarvinum um útbúgving, og gevur lesandi, starvsfólki og útbúgvingarstovnum møguleika at taka lut í lestraruppihaldum, starvsfólkaskifti og fakligum samstarvi tvørtur um landamørk. Føroyar eru í dag ikki knýttar at Erasmus+ við atlimaskapi, og hava tí ikki somu atgongd til skipanina sum londini, ið eru knýtt at henni. Føroyar hava tó boðað ES frá, at vit vilja gerast partur av Erasmus+. Innleiðandi fundir hava verið, og í mong ár hevur atlimaskapur í Erasmus+ verið umrøddur í politisku skipanini. Atlimaskapurin hevur alstóran týdning, um Føroyar skulu mennast sum lestrarland. Tað verður bæði lættari hjá føroyskum lesandi og starvsfólki at fáa altjóða royndir, og hjá føroysku útbúgvingarstovnunum at taka ímóti lesandi og starvsfólki úr øðrum londum. Hetta fer at styrkja útbúgvingarumhvørvið, altjóða samstarvið og møguleikan hjá føroyskum útbúgvingum at kappast um lesandi og starvsfólk. Núverandi Erasmus+-skeið er 2021–2027, og eitt nýtt skeið byrjar í 2028. Tí er umráðandi, at Føroyar eru væl fyrireikaðar, og at neyðugu politisku, umsitingarligu og fíggjarligu fortreytirnar eru fingnar upp á pláss í góðari tíð. Endamálið við fyrispurninginum er tí at fáa greiðu á, hvussu langt fyrireikingarnar í miðfyrisitingini eru komnar, um útbúgvingarstovnarnir eru klárir, og um neyðuga fíggjarliga og starvsfólkaliga orkan er tøk, so Føroyar verða til reiðar at gerast partur av Erasmus+ frá 2028. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 19. august 2026 Bjørg Brynhildardóttir Egholm -- 2 of 2 --