← Løgtingsmál

52-013/2026

Smartglasses í almenna rúminum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. aug. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
013.26 Svar frá B. Johannesen til B. Lind - Smartglasses í almenna rúminum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
LØGMANSSKRIVSTOVAN
P R I M E M I N I S T E R ’ S O F F I C E
Tinganes • Postrúm 64 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 30 60 00 •  lms@lms.fo • www.lms.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postrúm 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 28. august 2026
J. nr.: 26/20106
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-013/2025 eftir tingskipanini § 52 a til Beinir Johannesen,
løgmann, frá Bjørt Lind, løgtingskvinnu, um smartglasses í almenna rúminum
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørjar váðar sær løgmaður, nú snildbrillur gera tað møguligt at taka myndir og filma
fólk meir ella minni fjalt í almenninginum uttan at tey, ið verða filmað, eru varug við tað?
2. Eru galdandi reglur um upptøkur og um at deila myndir og filmar nøktandi, tá talan er um
snildbrillur, sum kunnu taka upp, uttan at onnur týðiliga varnast tað?
3. Metir løgmaður, at tørvur er á serligari regulering av snildbrillum, eitt nú avmarkingum
ella forboði í ávísum støðum?
Svar:
Til spurning 1
Eins og onnur tól, sum kunnu taka myndir og taka upp ljóð og filmar, kann nýtslan av snildbrillum
vera í ósamsvari við eitt nú dátuverndarlógina og revsilógina. Vandi kann eitt nú vera fyri, at
viðkvæmar persónligar upplýsingar verða tiknar upp og deildar uttan samtykki, eins og vandi kann
vera fyri, at brot verður framt á rættindi hjá tí einstaka til privatlív.
Til spurning 2 og 3
Snildbrillur og tól, sum kunnu taka myndir og taka upp ljóð og filmar, eru ikki ólóglig í sjálvum
sær. Tó kann nýtslan av slíkum tólum vera ólóglig. Eg meti tað vera av stórum týdningi, at hvør
einstaklingur er varugur við egna nýtslu av tólum, sum kunnu taka upp myndir og filmar, og at
hvør einstaklingur er varugur við, hvørjar avleiðingar hetta kann hava fyri ein sjálvan og onnur.

-- 1 of 2 --

LØGMANSSKRIVSTOVAN
P R I M E M I N I S T E R ’ S O F F I C E
2/2
Ein hópur av nýmótans tólum, eitt nú leikur og ur, kunnu í dag taka upp ljóð, myndir og filmar,
uttan at fólk varnast tað og tað kann tí vera trupult at lóggeva einans hvat snildbrillum viðvíkur,
um ein ynskir at umganga ólógliga nýtslu av slíkum tólum. Harumframt sæst, at snildbrillur kunnu
verða útgjørdar við vitlíkistøkni og setur hetta enn fleiri spurningar til nýtsluna av slíkum brillum
og líknandi tólum í heila tikið.
Tað er tí av stórum týdningi, at vit fylgja væl við, hvussu tøknin mennist, hvussu okkara
grannalond handfara spurningin, og hvussu vit tryggja persónliga frælsi hjá tí einstaka. Útfrá
hesum fara vit at fylgja við í, um verandi lóggáva í nóg góðan mun verjir rættin til privatlív.
Løgmansskrivsstovan, 28. august 2026
Beinir Johannesen
løgmaður

-- 2 of 2 --
013.26 Spm til B. Johannesen frá B. Lind - Smartglasses í almenna rúminum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjørt Lind, løgtingskvinna
Svarari: Beinir Johannesen, løgmaður
Evni: Smartglasses í almenna rúminum
Spurningar:
1. Hvørjar váðar sær løgmaður, nú snildbrillur gera tað møguligt at taka myndir
og filma fólk meir ella minni fjalt í almenninginum uttan at tey, ið verða
filmað, eru varug við tað?
2. Eru galdandi reglur um upptøkur og um at deila myndir og filmar nøktandi, tá
talan er um snildbrillur, sum kunnu taka upp, uttan at onnur týðiliga varnast
tað?
3. Metir løgmaður, at tørvur er á serligari regulering av snildbrillum, eitt nú
avmarkingum ella forboði í ávísum støðum?
Viðmerkingar:
Smartglasses, ella snildbrillur, hava verið á marknaðinum í nøkur ár, men sølan hevur
tikið dik á seg ta seinastu tíðina. Brillurnar kunnu millum annað brúkast til at taka
myndir og video, tosa í telefon og lurta eftir tónleiki, og nýggjar útgávur hava eisini
ymiskar funkur, ið nýta vitlíki.
Tøknin hevur nógvar møguleikar, men hon reisir eisini nýggjar spurningar um
privatlív og samtykki. Við vanligari fartelefon er ofta sjónligt, tá ein persónur tekur
eina mynd ella filmar. Tá myndatólið hinvegin er bygt inn í brillur, sum líkjast
vanligum brillum, kann tað vera torført hjá fólki at vita, um tey verða avmyndaði.
Seinastu tíðina hava fleiri dømi verið um fólk, serliga kvinnur, sum eru tikin upp við
snildbrillum uttan at vita av tí, har tilfarið síðani er deilt á sosialum miðlum. Tað eru
nógv dømir um, at kvinnur finna útav, at videotilfar av teimum liggur úti á alnótini,
uttan at tær vita, at tær eru blivnar filmaðar.
Fleiri og fleiri felagsskapir taka nú frástøðu frá hesum brillunum. Serliga eigur at
verða hugsað um børn og ung og aðrar støður, har fólk kunnu vera serliga útsett.
Samstundis er málið ikki svart-hvítt. Snildbrillur kunnu eisini hava gagnlig endamál,
eitt nú sum hjálpartól hjá blindum og sjónveikum, sum við hjálp frá vitlíki kunnu fáa
upplýsingar um tað, ið er rundan um tey.
Men møguleikin at ganga runt í almenna rúminum og taka onnur upp, uttan at tey
greitt varnast tað, er ein grundleggjandi broyting. Tað kann skapa ótryggleika og gera
tað truplari hjá tí einstaka at vita, nær hann verður filmaður, og hvat upptøkurnar
síðani verða brúktar til.

-- 1 of 2 --

Tí er neyðugt at taka støðu til, um verandi reglur verja privatlívið hjá fólki nóg væl,
ella um tørvur er á strangari reglum. Í hesum sambandi er eisini viðkomandi at spyrja,
um brillur, sum gera tað møguligt at taka fólk upp uttan teirra vitan, yvirhøvur eiga at
vera loyvdar.
Á Løgtingi, 18. august 2026
Bjørt Lind

-- 2 of 2 --