← Løgtingsmál

52-012/2026

Vegakervið hjá Landsverki

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Spurningur settur · Svarfreist 29. aug. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjal (1)
012.26 Spm til J. Vestergaard frá M. Højgaard - Vegakervið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magni Højgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Vegakervið hjá Landsverki
Spurningar:
1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni,
harundir á Skála?
2. Hvussu verður ein raðfesting gjørd, tá hugsað verður um stóra trýstið og
eftirsleipið, ið er á økinum?
3. Verður hugsað um teir vegir, sum liggja í tætt bygdum øki, og har fólk í øllum
aldri búgva við vegin?
4. Verður atlit tikið at, hvussu stórt ella lítið eitt arbeið er? Til dømis um longd á
vegastrekki, hvussu umfatandi arbeiðið er, ella hvussu stórt trýst er á
vegastrekkinum?
Viðmerkingar:
Tað er nógv tos um vegakervið hjá Landsverki og tað stóra eftirsleipið, sum har er. Í
seinastuni hevur Fámjinsvegurin verið í fokus, og har hevði landstýrismaðurin lovandi
orð.
Á Skála eru tvey stutt vegastrekkir, tilsamans undir tveir kilometrar, ið eru sera sentral
fyri ferðsluna í bygdini.
Annað er frá avkoyringini á ovara vegi, omanfyri skipasmiðjuna, og oman gjøgnum
Skákið. Har er vegurin í sera ringum standi, so leingi tað er landsvegur. Ein sera
stórur partur av ferðsluni í bygdini kemur og fer hendaveg. Nevnast kunnu teir mongu
bilarnir, ið skulu hendaveg til ítróttarøkið undir Mýruhjalla, umframt alla ferðsluna, ið
skal oman á vinnuøkið.
Hitt strekkið er uttasti parturin av Skálavegi. Tað er frá Gjógvará, beint uttanfyri
bátahylin, og suður eftir út úr bygdini. Hetta strekkið er í sera ringum standi. Bilar, ið
ikki ansa sera væl eftir, punktera og fáa skaða av at koyra á strekkinum. Vegastrekkið
liggur eisini í tætt bygdum øki, har fólk í øllum aldri búgva. Har er eisini nógv ferðsla
hvønn dag í árinum. Nevnast kann eisini, at náttúruperlan við Prestá liggur á hesum
strekkinum, og er tað sera óheppið, tá øll vitjandi har skulu koyra eftir so vánaligum
og ótryggum vegi.
Á Løgtingi, 18. august 2026
Magni Højgaard

-- 1 of 1 --