← Løgtingsmál

52-011/2026

Lærlingafrádráttur undir barsli

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. aug. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
011.26 Svar frá A. V. Johannesen til K. K. Hentze - Lærlingafrádráttur undir barsli.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 20. august 2026
J. nr.: 26/19957
Svar uppá fyrispurning nr. 52-011/2026 frá Kristian Krog Hentze, løgtingsmanni, settur
Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um lærlingafrádrátt undir barsil.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu eru viðurskiftini við lærlingafrádrátti hjá lærlingum, tá teir eru í barnsburðarfarloyvi?
Svar til fyrispurning nr. 1:
Sambært § 33, stk, 1, nr. 19 hevur ein lærlingur rætt til ein frádrátt á upp til kr. 50.000 av árligu
skattskyldugu inntøkuni.
Fevnir lærutíðin einans um ein part av inntøkuárinum, verður frádrátturin fyri inntøkuárið veittur
lutfalsliga, har dagtalið sum lærlingur verður sett í mun til dagtalið í árinum.
Sum lærlingur er at meta persónur, ið er fevndur av einum galdandi lærusáttmála.
TAKS viðgjørdi í 2025 spurningin um, hvussu lærlingafrádrátturin skal viðgerast í mun til barsil,
og var eisini í samskifti við Yrkisdepilin, og tá var niðurstøðan hjá TAKS, at tað avgerandi er,
um lærutíðin er galdandi ella ikki.
Yrkisdepilin hevur upplýst, at tað er vanligt at lærupláss og lærlingur gera avtalu um at leingja
lærutíðina.
Tá lærutíðin verður longd, er lærlingurin sambært TAKS framhaldandi fevndur av einum
lærusáttmála, sambært allýsingini av einum lærlingi í § 33, stk. 1, nr. 19 í skattalógini, og tískil
hevur hann rætt til frádrátt í barsilstíðarskeiðnum.
Tinganes, 20. august 2026
Aksel V. Johannesen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
011.26 Spm. til A. V. Johannesen frá K. K. Hentze - Lærlingafrádráttur undir barsli.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður
Svarari: Aksel Vilhelmson Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Lærlingafrádráttur undir barsli
Spurningar:
1. Hvussu eru viðurskiftini við lærlingafrádrátti hjá lærlingum, tá teir eru í
barnsburðarfarloyvi?
Á Løgtingi, 14. august 2026
Kristian Krog Hentze

-- 1 of 1 --