← Løgtingsmál

52-010/2026

Skanning av bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. aug. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
010.26 Svar frá Ey. H. Niclasen til E. M. Gunnleygsdóttur - Skanning av bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ
Kopargøta 1 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304050 • www.homr.fo • homr@homr.fo
Løgtingið 25. august 2026
Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 26/19800-4
110 Tórshavn Tygara skriv:
Viðgjørt: .
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-010/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um skanning av bróstkrabba á
Klaksvíkar Sjúkrahús, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1) Er Sjúkrahúsverkið liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum skulu til fyri
at seta MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
2) Um ja, eru so skanningar av bróstum gjørdar í 3 Tesla skannaranum á Klaksvíkar
Sjúkrahús?
3) Um nei, nær kann væntast, at fyrstu MR-skanningarnar av bróstum kunnu setast í verk?
Allir spurningarnir verða svaraðir undir einum:
Sambært Sjúkrahúsverkinum er arbeiðið ikki liðugt, men tað er komið so mikið væl áleiðis at tey
vænta, at verksetingin verður fyrst í november 2026, soleiðis at fyrstu kvinnurnar verða
skannaðar tá. Tað er MR-toymið í Sjúkrahúsverkinum, sum ger útgreiningararbeiðið og
fyrireikingarnar.
Til MR skanning av brósti kann brúkast bæði 3T skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 1,5T
skannarin á Landssjúkrahúsinum. Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað ein læknafaklig avgerð
hvussu og hvar hvør einstøk MR skanning skal gerast. Hetta er millum annað tongt at, hvat fyri
feltstyrki skal nýtast til ta ítøkiligu skanningina, og um sjúklingurin til dømis hevur ávís
implantatir, har tað ikki er møguligt at brúka ein 3T skannara.
Sum tað áður er boðað frá, kunnu MR-skanningar av brósti ikki koma í staðin fyri
mammografikanningar, men verða í ávísum førum nýttar sum ískoyti til mammografi.

-- 1 of 2 --

HEILSU- OG ORKUMÁLARÁÐIÐ
Síða 2 av 2
Skanningarnar verða serliga nýttar hesum viðvíkjandi:
• Til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna ílegubrek (t.d. BRCA)
• Til kvinnur, sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba, áðrenn skurðviðgerð (neoadjuverandi
kemoterapi)
• Evropeiskar leiðreglur (t.d. ECIBC) viðmæla, at MR verður lagt afturat sum “tilpassað”
screening hjá kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað (høj
brystvævstæthed). Hetta verður ikki viðmælt sum standardscreening hjá øllum kvinnum.
Heilsu- og orkumálaráðið, 25. august 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
010.26 Spm til Ey. H. Niclasen frá E. M. Gunnleygsdóttur - Skanning av bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Skanning av bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Spurningar:
1) Er Sjúkrahúsverkið liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum
skulu til fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi?
2) Um ja, eru so skanningar av bróstum gjørdar í 3 Tesla skannaranum á
Klaksvíkar Sjúkrahús?
3) Um nei, nær kann væntast, at fyrstu MR-skanningarnar av bróstum kunnu
setast í verk?
Viðmerkingar:
Fyrr í ár svaraði landsstýriskvinnan til grein 52 a fyrispurning (52-079/2025), at
væntandi verður útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum skulu til fyri at seta
MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, klárt/klárar aftaná
summarferiuna í ár.
Nú summarferian er farin aftur um bak, loyvi eg mær at seta henda fyrispurning, fyri
at vita, hvør støðan er í hesum máli.
Á Løgtingi, 14. august 2026
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

-- 1 of 1 --