52-009/2026
Útvarp í Viðareiðistunlinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. aug. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
009.26 Svar frá J. Vestergaard til Ei. í Jákupsstovu - Útvarp í Viðareiðistunlinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F T R A D E A N D I N D U S T R Y GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 25. august 2026 Mál.: 26/13261 Viðgjørt AE Tygara skriv: 52-009/2026 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-009/2026 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um útvarp í Viðareiðistunnlinum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu langt er arbeiðið við at gera útvarpssamband í Viðareiðistunlinum komið? 2. Nær verður hetta arbeiðið liðugt? Svar til spurning 1 og 2 Viðareiðistunnilin var liðugur í 2016, men eingin játtan hevur verið til at fáa útvarpssambandið í lag fyrr enn í ár. Arbeiðið upp á útvarpssambandið er í gongd, og sambært tíðarætlanini verður tað avhendað 22. september 2026, og tá fer útvarpið at hoyrast í tunlinum. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 1 of 1 --
009.26 Spm til J. Vestergaard frá Ei. í Jákupsstovu - Útvarp í Viðareiðistunlinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum Evni: Útvarp í Viðareiðistunlinum Spurningar: 1. Hvussu langt er arbeiðið við at gera útvarpssamband í Viðareiðistunlinum komið? 2. Nær verður hetta arbeiðið liðugt? Viðmerkingar: Í síðstu fíggjarlógini hjá undanfarnu samgongu, sum er galdandi fyri í ár, varð peningur settur av til at tryggja, at útvarp skuldi kunna hoyrast í Viðareiðistunlinum. Nú árið er væl meira enn hálvliðið er arbeiðið enn ikki framt. Tí hesin spurningur. Á Løgtingi, 13.08.2026 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --