52-008/2026
Asfaltering og liðugtgerð
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. aug. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
008.26 Svar frá J. Vestergaard til Ei. í Jákupsstovu - Asfaltering og liðugtgerð.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F T R A D E A N D I N D U S T R Y GONGIN 7 • FO-100 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: VMR@VMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 24. august 2026 Mál.: 26/19691 Viðgjørt AE Tygara skriv: 52-008/2026 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-008/2026 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um asfaltering og liðugtgerð Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjir vegir verða umvældir og asfalteraðir av nýggjum í ár? 2. Hvussu er metingin gjørd av hvørjir vegir skulu raðfestast við játtanini, sum er? 3. Hvørji atlit verða nýtt í metingini? 4. Hvønn leiklut hevur landsstýrisfólk í raðfestingini? 5. Hvør er metti kostnaðurin av at gera landsvegin millum Klaksvík og Norðoyri? 6. Hvør er metti kostnaðurin av at gera vegin lidnan millum tunnilsmunnan og bygdina í Kunoy, og er hetta nakað, sum ætlanin er at fremja komandi árini? 7. Verður ein dagføring av vegnum til Fámjins raðfest hægri enn at til dømis at gera byrgingina um Haraldssund lidna? Svar til spurning 1 Í ár hevur Landsverk asfalterað vegin millum Norðasta Horn og Velbastað, vegin gjøgnum Velbastað og ein part av vegnum gjøgnum Sands bygd. Talan er um tilsamans 5,5 km av vegi. Ætlanin er eisini at asfaltera eitt vegastrekki á Hellunum. Tilboðini eru komin inn. Svar til spurning 2 og 3 Landsvegakervið er 480 km. Í miðal eiga vegirnir at verða asfalteraðir umleið fimtanda hvørt ár. Tað merkir, at landið átti at asfalterað umleið 30 kilometrar hvørt ár fyri at halda vegakervið í góðum standi. Síðan 2023 hevur asfaltering tó verið raðfest við egnari játtan á fíggjarlógini. Samanlagt eru 46 mió. kr. játtaðar í tíðarskeiðinum 2023 – 2026, og 26 km. eru asfalteraðir. Harumframt eru einstøk ár serstakar játtanir til asfaltering, eitt nú 4 mió. kr. til Elduvíkarvegin í 2025, har 4,5 km. vórðu asfalteraðir, umframt at vegir verða asfalteraðir við nýgerð. Í miðal kostar tað 2 mió. kr. at asfaltera 1 km. av vegi, og játtanin upp á 12 mió. kr. røkkur sostatt bert til einar 6 km. um árið. Neyðugt verður at hækka játtanina til asfaltering næstu árini. Landsverk metir javnan um støðuna á landsvegakervinum. Metingin verður gjørd av fakfólki, sum eftirkanna øll vegastrekki og gera sínar niðurstøður. Í seinastuni hevur Landsverk eisini brúkt vitlíki í sínum arbeiði. Myndir verða tiknar av vegum kring landið, og vitlíki greinar, hvørji vegastrekki -- 1 of 2 -- V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð eru í vánaligum standi. Hetta er ein góður máti at fáa eitt yvirlit yvir alt vegakervið, og er eitt íkast í arbeiðinum hjá Landsverki. Landsverk raðfestir játtanina til asfaltering eftir í hvørjum standi vegirnir eru, nær asfalterað varð seinast, og hvussu nógv ferðsla er á vegunum. Er nógv ferðsla á einum vegi, sum er illa farin, verður hann skjótari niðurbrotin. Tað verður eisini mett um, hvørt tað loysir seg betri at asfaltera eitt langt vegastrekki, heldur enn fleiri styttri strekki. Svar til spurning 4 Landsstýrismaðurin tekur ikki lut í raðfestingini av, hvørjir vegir skulu umvælast og asfalterast. Svar til spurning 5 Norðoyrarvegurin er 2,2 km. Tað kann verða neyðugt at dagføra gongubreytirnar, samstundis sum vegurin verður asfalteraður. Tað verður mett til at kosta 3 mió. kr. at asfaltera vegin til Norðoyrar, um gongubreytirnar eisini verða dagførdar. Sí eisini svar til fyrispurning nr. 52-104/2025 um asfaltering av Oyrarvegnum. Svar til spurning 6 Vegurin millum tunnilin og bygdina í Kunoy er liðugur. Áðrenn vegurin kann asfalterast, verður neyðugt at avrætta hann nakað, umframt at onnur arbeiði mugu gerast samstundis, har m.a. eitt rulluportur skal skiftast. Mett verður, at tað kostar millum 4 og 5 mió. kr. at asfaltera vegin. Svar til spurning 7 Tá ein verkætlan verður gjørd, er sera umráðandi, at hon verður gjørd liðug. Tað er bæði bíligari og betri. Nú Fámjinstunnilin er komin, eigur allur vegurin til Fámjins at verða dagførdur. Tað ber til at brúka grótið úr Fámjinstunlinum til at breiðka seinasta strekkið av vegnum. Landsstýrismaðurin vónar, at undirtøka verður fyri at játta pening til endamálið. Ferðsluviðurskiftini um Haraldssund skulu eisini vera í lagi. Íløgukarmurin er avmarkaður, men vónandi ber til at raðfesta byrgingina um Haraldssund í langtíðarløguætlanini. Sí eisini svar til fyrispurning nr. 52-112/2025 um vegasambandið um Haraldssund. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
008.26 Spm til J. Vestergaard frá Ei. í Jákupsstovu - Asfaltering og liðugtgerð.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum Evni: Asfaltering og liðugtgerð Spurningar: 1. Hvørjir vegir verða umvældir og asfalteraðir av nýggjum í ár? 2. Hvussu er metingin gjørd av hvørjir vegir skulu raðfestast við játtanini, sum er? 3. Hvørji atlit verða nýtt í metingini? 4. Hvønn leiklut hevur landsstýrisfólk í raðfestingini? 5. Hvør er metti kostnaðurin av at gera landsvegin millum Klaksvík og Norðoyri? 6. Hvør er metti kostnaðurin av at gera vegin lidnan millum tunnilsmunnan og bygdina í Kunoy, og er hetta nakað, sum ætlanin er at fremja komandi árini? 7. Verður ein dagføring av vegnum til Fámjins raðfest hægri enn at til dømis at gera byrgingina um Haraldssund lidna? Viðmerkingar: Tað er ein sannroynd, at hóast játtanin til asfaltering hjá Landsverki varð hækkað í seinasta samgonguskeiði, so er støðan framvegis soleiðis, at Landsverki ikki kemur runt at asfaltera allastaðni, har tað er neyðugt. Tað merkir, at á hvørjum ári er neyðugt at gera eina raðfesting inni í Landsverki, og henda raðfesting hevur ikki verið serliga gjøgnumskygd. Samstundis hoyra vit, at landsstýrismaðurin vil raðfesta vegin til Fámjins, har tunnil júst er gjørdur, tí tað rætta er at gera tingini liðug, tá mann er onkustaðni. Tí eisini spurningarnir um Kunoyarvegin og sambandið um Haraldssund. Bæði tvey verkætlanir, sum ongantíð vórðu gjørdar lidnar. Á Løgtingi, 13.08.2026 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --