52-007/2026
Góðkend siglingstíð
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. aug. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
007.26 Svar frá B. á Lakjuni til Ei. í Jákupsstovu - Góðkend siglingstíð.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 25. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo Løgtingið 24. august 2026 Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 22/22133-183 110 Tórshavn Viðgjørt: JR Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-007/2026 eftir § 52a í Tingskipanini frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um góðkenda siglingstíð. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvaðani kemur kravið um, at eitt far skal vera meira enn 20 BT, fyri at siglingstíð við farinum skal verða góðkend sum siglingstíð til útbúgvingar í Føroyum? 2. Um hetta er stýrt av altjóða reglum, hvørjar eru hesar so, og hava tær týdning fyri útbúgvingar í Føroyum? 3. Hvussu vanligt er tað, at føroyingar við nógvum royndum á sjónum verða raktir av, at teir hava verið við ov lítlum førum? 4. Er landsstýrismaðurin sinnaður at gera undantøk frá hesi reglu um 20 BT fyri til dømis útróðrarfólk við smærri førum, sum hava virkað í harðbalnum sjógvi kring Føroyar? 5. Eru onnur átøk, sum kunnu gerast fyri at hjálpa uppá støðuna hjá ungum útróðrarfólkum í Føroyum, sum gjøgnum útbúgving vilja skapa sær eina lívsleið á sjónum? Svar Til 1: Tað er einans skiparaútbúgvingin, ið hevur krav um ávísa siglingartíð fyri at sleppa á skiparaútbúgving, og er hetta ásett í § 5 í kunngerð nr. 107 frá 20. september 2005 um skiparaútbúgving. Umsøkjarin skal hava tikið helmingin av ásettu krøvunum til siglingartíð sambært kunngerð um útgávu av vinnubrøvum. Kravið um, at siglingartíðin skal vera við førum á 20 BT ella meira, er ásett á kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum. Tað er Vinnumálaráðið, sum varðar av sjóvinnukrøvum, og kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015. Til 2: Føroysku krøvini til sjóvinnubrøv eru ásett í samsvari við ávikavist STCW- og STCW-F- sáttmálan. STCW stendur fyri Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Seafarers, og STCW-F fyri Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for Fishing Vessel Personnel. Í omanfyri nevndu kunngerð um skiparaútbúgving er somuleiðis ásett, at skiparaútbúgvingin skal lúka krøvini í júst nevndu altjóða sáttmálum. -- 1 of 2 -- M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo 2 av 2 Til 3: Mynstring er høvuðsskjalfestingin í mun til siglingartíð. Smærri útróðrarbátar undir 20 BT mynstra ikki, og tí verður tíðin heldur ikki skrásett sum siglingartíð. Tað eru nøkur dømi um, at sjófólk spyrja um undantak. Júst hvussu nógv, er ikki skrásett, men serliga á Sjónámi eru á hvørjum ári eini 1–2 umsøkjarar, sum ikki lúka treytirnar vegna vantandi siglingartíð. Til 4: Kravið um 20 BT stavar frá kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum, ið landsstýrisfólkið við Uttanríkis og Vinnumálum varðar av. Tískil mugu møguligar tillagingar av upptøkukravinum til útbúgvingina viðgerast nærri saman við avvarðandi landsstýrisfólki. Til 5: Neyðugt er at tilskila, at tað bert er skiparaútbúgvingin, ið hevur siglingartíð sum upptøkukrav. Hvørt tað ber til at tillaga kravið soleiðis at fleiri kunnu koma undir útbúgving, er ein fakligur spurningur, ið eigur at vera viðgjørdur nærri saman við øllum avvarðandi pørtum á økinum. Tilskilast kann eisini, at í aspirantskipanini er upptøkukravið 2 ára viðkomandi arbeiðsroyndir, og her kunnu royndir hjá útróðrarfólki verða tiknar við í samlaðu heildarmetingina til upptøku til skipara. Vinarliga Bárður á Lakjuni landsstýrismaður í mentamálum -- 2 of 2 --
007.26 Spm til B. á Lakjuni frá Ei. í Jákupsstovu - Góðkend siglingstíð.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum Evni: Góðkend siglingstíð Spurningar: 1. Hvaðani kemur kravið um, at eitt far skal vera meira enn 20 BT, fyri at siglingstíð við farinum skal verða góðkend sum siglingstíð til útbúgvingar í Føroyum? 2. Um hetta er stýrt av altjóða reglum, hvørjar eru hesar so, og hava tær týdning fyri útbúgvingar í Føroyum? 3. Hvussu vanligt er tað, at føroyingar við nógvum royndum á sjónum verða raktir av, at teir hava verið við ov lítlum førum? 4. Er landsstýrismaðurin sinnaður at gera undantøk frá hesi reglu um 20 BT fyri til dømis útróðrarfólk við smærri førum, sum hava virkað í harðbalnum sjógvi kring Føroyar? 5. Eru onnur átøk, sum kunnu gerast fyri at hjálpa uppá støðuna hjá ungum útróðrarfólkum í Føroyum, sum gjøgnum útbúgving vilja skapa sær eina lívsleið á sjónum? Viðmerkingar: Seinastu árini hevur tann gleðiliga støða verið, at fleiri ungfólk eru farin at rógva út við smærri útróðrarbátum. Fleiri hava gjøgnum hesar royndir veruliga fingið smakk fyri sjónum. Summi av hesum hava tó víst á, at tey hava eina avbjóðing at koma víðari í skipanini, tí hóast tey ofta hava fleiri ár á sjónum, so telur henda tíðin ikki á nakran hátt við, um søkjast skal víðari í skúla, har siglingstíð er krav. Á Løgtingi, 12. august 2026 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --