52-006/2026
Strika MVG av føroyskum viku- og mánaðarbløðum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Svar latin inn · Svarfreist 22. aug. 2026 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
006.26 Svar frá A. V. Johannesen til A. Breckmann - Strika MVG av føroyskum viku- og mánaðarbløðum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 25. august 2026 J. nr.: 26/19962 Svar uppá fyrispurning nr. 52-006/2026 frá Astrið Breckmanna, løgtingskvinnu, settur Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at strika MVG av føroyskum viku- og mánaðarbløðum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør er grundgevingin fyri, at føroysk viku- og mánaðarbløð ikki eru fevnd av undantakinum frá meirvirðisgjaldi í § 12 í løgtingslógini um meirvirðisgjald, eins og tíðindabløð eru? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at broyta løgtingslógina um meirvirðisgjald, soleiðis at føroysk viku- og mánaðarbløð eisini verða undantikin meirvirðisgjaldi? Svar til spurning nr. 1: Meirvirðisgjaldsfríøkan fyri tíðindabløð er ein søgulig og politisk serskipan, sum stuðlar tíðindaflutningi og fólkaræðisligum kjaki, meðan onnur føroysk viku- og mánaðarbløð ikki verða mett at hava somu samfelagsligu endamál. Víst verður til serligu viðmerkingarnar til § 12, stk. 1, litra h, Løgtingstíðindi 1991, blaðsíða 826. Í Føroyum eru tíðindablød frítikin fyri meirvirðisgjald við frádrátti, um tey lúka lógarinnar krøv fyri at vera eitt tíðindablað, undir hesum at tey koma út regluliga og viðgera aktuelt tíðindatilfar. Verandi skipan er galdandi fyri pappír- og talgild tíðindabløð. Løgfrøðiliga er munurin ikki, um eitthvørt er prentað sum eitt blað ella ein ávís, men um útgávan líkur tey serligu eyðkennini fyri at vera eitt tíðindablað í meirvirðisgjaldshøpi. Viku- og mánaðarbløð lúka vanliga ikki hesi krøv og rinda tí meirvirðsigjald. Svar til spurning nr. 2: Landsstýrisamaður ynskir at kanna, um tað ber til at javnstilla viku- og mánaðarbløð, tá tað kemur til mvg frítøku. Tinganes, 25. august 2026 Aksel V. Johannesen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
006.26 Spm til A. V. Johannesen frá A. Breckmann - Strika MVG av føroyskum viku- og mánaðarbløðum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. aug. 2026
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Astrið Breckmann, løgtingskvinna Svarari: Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Strika MVG av føroyskum viku- og mánaðarbløðum Spurningar: 1. Hvør er grundgevingin fyri, at føroysk viku- og mánaðarbløð ikki eru fevnd av undantakinum frá meirvirðisgjaldi í § 12 í løgtingslógini um meirvirðisgjald, eins og tíðindabløð eru? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at broyta løgtingslógina um meirvirðisgjald, soleiðis at føroysk viku- og mánaðarbløð eisini verða undantikin meirvirðisgjaldi? Viðmerkingar: Sambært § 12, stk. 1, litra h í løgtingslógini um meirvirðisgjald er søla av tíðindabløðum og prenting fyri tíðindabløð undantikin meirvirðisgjaldi. Hetta undantakið fevnir tó ikki um føroysk viku- og mánaðarbløð, eisini nevnd magasin. Nýliga var undirritaða á fundi við blaðið Kvinnu, har eigararnir greiddu frá, hvussu henda skipanin leggur eina óneyðuga fíggjarliga byrðu á útgávuna. Blaðið Kvinna, eins og onnur føroysk magasin, hevur stóran týdning fyri føroysku mentanina, føroyska málið og okkara sjálvsfatan. Blaðið framleiðir føroyskt tilfar, skjalfestur samtíðina og gevur rúm fyri søgum, kjaki og mentan á føroyskum. Tey geva okkum eisini møguleika at spegla okkum í okkara egna samfelagi og skjalfesta samtíðina, vit liva í, til komandi ættarlið at lesa og fáa innlit í. Seinastu árini hava vit sæð ein álvarsaman blaðdeyða, og er hetta ein stórur missur fyri Føroyar. Tí áttu vit at skapt so góðar karmar sum gjørligt, so føroysk viku- og mánaðarbløð kunnu halda fram at koma út og mennast. Ein natúrligur liður í tí er at geva teimum somu treytir viðvíkjandi meirvirðisgjaldi sum tíðindabløðunum. Tað hevði ikki kostað landskassanum stórvegis at veitt føroyskum feløgum, sum geva út viku- og mánaðarbløð, mvg-frítøku, tí nærum eingi føroysk viku- og mánaðarbløð eru í Føroyum. Fleiri hava roynt at geva út hesi bløðini í eina tíð, men gevast ofta aftur, tí upplagið í Føroyum er so lítið og mvg-byrðan lutfalsliga stór. Um fleiri viku- og mánaðarbløð komu aftur til lívs, gjørdust vit mentanarliga ríkari. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 11. august 2026 Astrið Breckmann -- 2 of 2 --