← Løgtingsmál

52-005/2026

Málførleikar og Føroyskt sum annað mál

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. aug. 2026 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
005.26 Svar frá B. á Lakjuni til H. Samuelsen - Málførleikar og føroyskt sum annaðmál.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo
Løgtingið 21. august 2026
Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208 Mál: 22/22133-180
110 Tórshavn Viðgjørt: EØ
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-005/2026 eftir § 52a í Tingskipanini frá Hermann Ronnason
Samuelsen, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum.
Evni: Málførleikar og føroyskt sum annaðmál.
Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at tryggja, at føroyskt sum annaðmál til vaksin
verður styrkt samsvarandi við vaksandi tørvin, um fleiri útlendingar fáa varandi
uppihaldsloyvi komandi árini?
2. Verða nøkur krøv sett viðvíkjandi føroyskum málførleika, tá útlendingar søkja um
varandi uppihaldsloyvi?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at seta krøv um, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í
føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi?
4. Hvussu nógv fólk við varandi uppihaldsloyvi hava í løtuni rætt til undirvísing í
føroyskum sum annaðmál, og hvussu stórur partur av teimum taka av tilboðnum og
fullføra tey ymisku málstigini, ávikavist A1-, A2-, B1- og B2-stig?
5. Hvussu nógvir undirvísingartímar eru játtaðir tilsamans um árið, og hvussu nógvum
undirvísingartímum er veruligur tørvur á?
6. Metir landsstýrismaðurin, at nóg mikið av fakliga útbúnum lærarum eru tøkir til at nøkta
vaksandi tørvin?
Svar
Til 1: Á vári 2026 og á heysti 2026 verða skeið í føroyskum sum annaðmál boðin út á
Føroyamálsdeildini fyri at menna núverandi undirvísarar og útbúgva nýggjar. Eisini er ætlanin at
bjóða út útbúgving í føroyskum sum annaðmál í 2027. Hetta er partur av arbeiðinum at útbúgva
fleiri undirvísarar í føroyskum sum annaðmál.
FSA - skeiðini (føroyskt sum annaðmál) fyri tilflytarar verða boðin út sambært løgtingslóg nr. 58
frá 29. mai 2024 um føroyskt sum annaðmál, og skal lógin eftirmetast í 2027. Fylgt verður væl við
eftirspurningum eftir skeiðum, soleiðis at tryggjað verður, at tørvurin verður nøktaður. Skeiðini,
sum byrja í august 2026, eru fult teknað á Glasi, meðan á Kambsdali og í Suðuroy er pláss fyri
nøkrum næmingum afturat. Veksur talið av umsóknum nógv til framtíðar skeið, kann verða tørvur
á meira fígging til fleiri skeið.

-- 1 of 2 --

M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
J.H. Schrøters gøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • mmr@mmr.fo
2 av 2
Til 2: Útlendingaøkið er ikki málsøki hjá landsstýrismanninum í Mentamálaráðnum, men liggur
hjá Vinnumálaráðnum.
Til 3: Útlendingaøkið er ikki málsøki hjá landsstýrismanninum í Mentamálaráðnum, men liggur
hjá Vinnumálaráðnum.
Til 4: Sambært løgtingslóg nr. 58 frá 29. mai 2024 um føroyskt sum annaðmál hava allir
útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi og eru yvir undirvísingarskyldugan aldur sambært
løgtingslóg um fólkaskúlan, rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Øll sum tekna seg fáa
boðið at luttaka á skeiði. FSA - skeið verða boðin út tvær ferðir um árið, í januar og august.
Á vári 2026 tóku 298 næmingar skeið í FSA. Í juni 2026 stóðu næmingar hesi stigini:
57 næmingar stóðu A1
78 næmingar stóðu A2
38 næmingar stóðu B1
2 næmingar stóðu B2
Til 5: FSA - skeiðini verða játtað eftir holdum. Í august 2026 byrja 20 hold, 7 á Kambsdali, 8 á
Glasi og 5 í Suðuroy. Allir umsøkjarar, sum søkja innan freistin er farin, verða tiknir inn á FSA -
skeið. FSA - skeiðini verða skipað í leiðum og stigum. Leiðirnar siga nakað um fortreytirnar hjá
næminginum at læra føroyskt, meðan stigini siga nakað um, hvar næmingurin er í máltøkuni av
føroyskum. Summi av skeiðunum, sum verða boðin út, hava hold við næmingum, sum eru á
ymiskum stigum og fylgja ymiskum leiðum. Skúlarnir brúka her ymisk amboð at møta
næmingunum á bestan hátt m.a. eyka lærarar til undirvísingartímarnar.
Til 6: Í 2024 fingu 20 diplomprógv í føroyskum sum annaðmál frá Fróðskaparsetri Føroya. Av
teimum vóru eini 8 fólkaskúlalærarar, og fleiri teirra undirvísa í FSA í fólkaskúlanum. 17
undirvísarar eru knýttir at FSA – skeiðum til vaksin, sum byrja í august 2026. Av teimum hava 6
fulla FSA - útbúgving, og fleiri taka skeið, sum verða boðin út á Føroyamálsdeildini. Tørvur er tí
á fleiri útbúnum undirvísarum til FSA – skeið fyri vaksin. Eisini verður møguligt hjá læraralesandi
at taka føroyskt sum annaðmál sum linjufak á Námsvísindadeildini. Hetta er til lærarar í
fólkaskúlanum.
Vinarliga
Bárður á Lakjuni
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
005.26 Spm. til B. á Lakjuni frá H. Samuelsen - Málførleikar og føroyskt sum annaðmál.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. aug. 2026

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Málførleikar og føroyskt sum annaðmál.
Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at tryggja, at føroyskt sum annaðmál til vaksin
verður styrkt samsvarandi við vaksandi tørvin, um fleiri útlendingar fáa varandi
uppihaldsloyvi komandi árini?
2. Verða nøkur krøv sett viðvíkjandi føroyskum málførleika, tá útlendingar søkja um varandi
uppihaldsloyvi?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at seta krøv um, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í
føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi?
4. Hvussu nógv fólk við varandi uppihaldsloyvi hava í løtuni rætt til undirvísing í føroyskum
sum annaðmál, og hvussu stórur partur av teimum taka av tilboðnum og fullføra tey ymisku
málstigini, ávikavist A1-, A2-, B1- og B2-stig?
5. Hvussu nógvir undirvísingartímar eru játtaðir tilsamans um árið, og hvussu nógvum
undirvísingartímum er veruligur tørvur á?
6. Metir landsstýrismaðurin, at nóg mikið av fakliga útbúnum lærarum eru tøkir til at nøkta
vaksandi tørvin?
Viðmerkingar:
Landsstýrið hevur gjørt sær ítøkiligar ætlanir um at herða útlendingalógina. Millum annað ætlar
landsstýrið at herða krøvini til samfylgjandi familju fyri at tálma trýstið, hetta kann koma at leggja á
vælferðarskipanir okkara.
Tó er ein grundleggjandi fortreyt fyri góðari integratión, at teir mongu útlendingarnir, sum vit taka
ímóti í Føroyum, hava nøktandi møguleikar at læra føroyskt og gerast ein virkin partur av føroyska
samfelagnum.
Føroyskt sum annaðmál er eitt tilboð, sum verður bjóðað øllum útlendingum, ið fáa uppihaldsloyvi í
Føroyum. Tó eru ábendingar um, at avbjóðingar eru við verandi skipan, bæði tá tað ræður um atgongd
til undirvísing, nøktandi tal av undirvísingartímum og umstøðurnar hjá teimum, sum veita
undirvísingina.
Við hesum í huga verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 10. august 2026
Hermann Ronnason Samuelsen

-- 2 of 2 --